Vit góðtaka ikki eitt politiskt trýst.
Men prinsipielt er vandin fyri politiskum trýsti til staðar.
Tí heldur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at tað hevði verið áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdninum, enn tað er nú.
Hann heldur, at millum annað kundi tað verið áhugavert at kanna fyrimunirnar og vansarnar við at gera Sjónvarp Føroya til eitt partafelag, eins og Atlantic Airways er og eins og ætlanin er at gera við telefonverkið.
Endaliga avgjørt í dag
Tað er í dag, at tingið fer endaliga at samtykkja lógina um kringvarp v.m.
Ein partur í tí lógini er, at sjónvarpsnevndin verður tikin av og at landsstýrismaðurin í mentamálum einsamallur setir sjónvarpsstjóran og útvaprsstjóran og sigur teir úr starvið.
Tey eru fleiri sum halda, at hetta er ov stórt vald at geva einum einsamøllum landsstýrismanni.
Men Tróndur Djurhuus, stjóri í sjónvarpinum sigur, at hetta er ikki nakað nýtt.
Tað heimildina fekk landsstýrismaðurin longu við nýggju stýrisskipanarlógini.
Men munurin er, at fyrr vóru tað sjónvarpsnevndin sum innstillaði stjórastarvið til landsstýrismannin, og hon verður tikin av nú.
Tvs, at nú standa sjónvarpsstjórin og útvarpsstjórin beinleiðis til svars fyri landsstýrismanninum.
Hevði ikki sloppið væl frá tí
Men Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri sær hetta ikki sum nakra serliga hóttan ímóti teirri óheftu støðuni hjá sjónvarpinum.
Tað skal verða heilt greitt, at vit høvdu ikki góðtikið eitt politiskt trýst.
Hetta skal ikki takast sum ein hóttan, men eg eri púra vísur í, at tann politikari, sum royndi at leggja trýst á sjónvarpið, hevði ikki sloppið væl frá tí. Og tað vita teir eisini.
Men tað er rætt, at vansin til staðar. Og tað kann vera ein trupulleiki í sær sjálvum.
Men tað eisini so nógvir mátar at leggja seg út í viðurskiftini hjá sjónvarpinum. Landsstýrismaðurin kann t.d. ?súlta³ mál , sum hava týdning fyri sjónvarpið.
Tó leggur sjónvarpsstjórin afturat, at hann hevur ongantíð verið úti fyri nøkrum slíkum.
Eitt partafelag
Men av tí at vansin fyri politiskum trýsti er til staðar heldur sjónvarpsstjórin, at tað kundi verið vert at umhugsa at at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdinum - helst fullkomiliga leyst.
Í tí sambandinum heldur hann, at tað tann møguleikin kundi verðið umhugsaður at skipa Sjónvarp Føroya í eitt partafelag, eins og Atlantsflog er og telefonverkið nú verður.
Tvs, at stjórin verður dagligi leiðarin á fyritøkuni, men at hann stendur til svars fyri nevndini í felagnum, og at nevndin liggur sum skott ímillum sjónvarpið og politiska myndugleikan.
Tvs, at tað verður so eisini nevndin, sum setir og loysir stjóran úr starvið og annars hevur tað fíggjarligu ábyrgdina, og áyrgdina í aðrar mátar, mótvegis landsstýrinum.
Tó leggur sjónvarpsstjórin dent á, at við hesum hevur hann ikki mælt til at gera sjónvarpið til eitt partafelag, men hann heldur, at tað hevði verið vert at kanna møguleikan.
Men sjálvandi skuldi politiski myndugleikin komið uppí við sínum krøvum í sambandi við íløgur t.d.
Og eg haldi, at tað hevði verið sera áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska myndugleikanum, sigur Tróndur Djurhuus.