Í Dimmalætting seinasta fríggjadag svarar Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður, grein míni í SOSIALINUM næstseinasta týsdag.
Eg skal ikki siga, at Sune Jacobsen fer lætt um sannleikan í hesi greinini, men hann er sera ósakligur og prógvar sjálvur í hesi greinini, at hann fór ógvuliga lætt um sannleikan í tí fyrru greinini.
Í greinini næstseinasta týsdag, vísti eg á, at tann sum byrjaði almenna orðaskiftið um uttanlandsskuldina, var partamaðurin hjá Suna Jacobsen, nevniliga Pauli Ellefsen, fyrrverandi formaður í sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður.
Hann skrivaði og tosaði um føroysku nettouttanlandsskuldina. Bæði ta almennu skuldina og ta privatu skuldina. Vit í javnaðarflokkinum vístu á, at privata skuldin var ikki okkara borð, men at orðaskiftið átti at snúgva seg um ta almennu skuldina. Um skuldina hjá landskassanum. Í greinini fríggjadagin gevur Sune Jacobsen okkum rætt í hesum og tað skal hann hava tøkk fyri.
Føroyskir politikarar hava viðgjørt uttanlandsskuldina í eini 20 ár. Frá 1978 til dagin í dag. Men fíggjarnevndarformaðurin velur sær eitt sera avmarkað tíðarskeið burtur úr hesum 20 árunum. Hann tekur árini frá og við 1991 til og við 1994. Í hesum tíðarskeiðnum er skuldin hjá landskassanum økt við 4663 milliónum. Men Sune Jacobsen gloymir at greiða lesarunum frá, at av hesum vórðu 2700 milliónir krónur læntar til bankabjargingarnar.
Og teir báðir bankarnir, sum høvdu allar hesar milliónirnar fyri neyðini, vóru ikki stýrdir av javnaðarmonnum. Vit kunnu heldur tosa um ein føroyskan fólkafloksbanka og ein danskan sambandsbanka. Vit funnu ongan javnaðarmann í nevndini í Sjóvinnubankanum og heldur ongan í nevndini í Føroya Banka. Vit sum sótu á politiska stjórnarpallinum fingu ikki bankadyrnar so mikið upp á glopp at vit sóu inn í tað heilaga bankalandið.
Ein onnur orsøk til tann ógvusliga vøksturin í landskassaskuldini júst hesi árini var, at øll tey landskassaveðhaldini, sum vórðu givin av skiftandi landsstýrum í sjeytiárunum og áttatiárunum, nú gjørdust effektiv um somu tíð. Nú veit eg væl, at bæði sambandsmenn og fólkafloksmenn og aðrir við, hava lyndi til at geva javnaðarflokkinum skyldina fyri øll landskassaveðhaldini, sum vórðu givin í áttatiárunum.
Men her skal eg minna á, at fram til og við 1980, vóru veðhaldsheimildirnar hjá ladnsstýrinum avmarkaðar til nýbygging av fiskiskipum, til umbygging av fiskiskipum og til fiskavirkir. Undir borgarliga alternativinum hjá Paula Ellefsen, sambandsflokkinum, fólkaflokkinum fyrst í áttatiárunum, vórðu veðhaldsheimildirnar víðkaðar til eisini at fevna um farmaskip, smoltalistøðir og sjógvalistøðir.
Í tí fyrru greinini sigur Sune Jacobsen, at meðan javnaðarflokkurin sat við stjórnarvaldinum, vaks landskassaskuldin frá ongum til 6 milliardir. Nú kemur hann so við ítøkiligum tølum, ið skulu prógva, at fíggjarnevndarformaðurin ikki fer lætt um sannleikan. Og tølini prógva, at tað, sum fíggjarnevndarformaðurin kallar úr ongum, í veruleikanum var úr 1 milliard 743 milliónum krónum.
At kalla 1 milliard 743 milliónir krónur fyri 0 er tað ikki at fara lætt um sannleikan???
Tann 15. februar 1998
Vilhelm Johannesen









