Tað ger ongan mun í fyrstuni

Tað fer ikki at gera tann stóra munin í fyrstuni, at tað nú verður lóg, at sjónvarpið ikki skal sleppa at senda óenyðuga harðligar ella serliga ónærisligar. Hvussu verður í longdini, er ov tíðliga at siga

­ Tað er í øllum førum greitt, at vit fara at halda lógina. Men í fyrstu syfti vænti eg ikki, at tað fær nakra serliga ávirkan.

Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri sær ikki nakran serligan tvørleika í, at tingið

eftir øllum at døma fer at samtykkja í dag, at tað skal standa beinleiðis í lógini, at sjónvarpið ikki skal senda óneyðuga harðliga ella serliga ónærisligar sendingar.

Hann sigur at sjónvarpið fer enn, sum áður at taka avgerð um, hvat er borðbært og, hvat er ikki

­ Tað er ein meting, sum altíð verður gjørd.

­Tað stendur ikki í lógini, hvat er óneyðuga harðligt ella serliga ónærisligt. ­ Tað er eisini so ymiskt, hvussu lág gáttin hjá fólki er.

­ Tí stendur tað upp til leiðsluna í sjónvarpinum at gera av, hvat kann sendast, og ikki, og at leggja linjuna.

Tróndur Djurhuus sigur, at hann gongur út frá, at nýggja fjølmiðla-ábyrgdarlógin kemur í gildi samstundis sum.

­ Og tað vil siga, at tá hava fólk eitt amboð at brúka, halda tey, at sjónvarpið er farið út um mark.

­ Eru fólk misnøgd við tær avgerðir, vit taka, ber til at brúka tað amboðið, sum er í fjølmiðlaábyrgdarlógini.


Hava altíð roynt

Tróndur Djurhuus sigur, at sjónvarpið hevur altíð roynt at lagt eitt ávíst støði í tí, sum sent verður.

­ Og so vítt eg minnist, hava vit ikki fingið eina einastu klagu í mong harrans ár um harðskap ella ónærisligt innihald í tí, vit hava sent.

­ Tað taki eg í hvussu so er sum tekin um, at fólk hava góðtikið linjuna, vit hava lagt.

­ So um hesar nýggju reglurnar í lógini fara at broyta úrvalið av sendingunum í longdini, er ov tíðliga at siga nakað um enn.

­ Tó haldi eg ikki, at linjan verður løgd um í fyrstu syftu, sigur sjónvarpsstjórin.

Hann sigur, at sjónvarpið hevur lagt somu linju, sum onnur almenn sjónvørp, í okkara, mentaða parti í heiminum hava lagt, og tað ætla vit at halda fram við.

Tróndur Djurhuus leggur annars afturat, at evropiska sambandi av almennum sjónvarpsstøðum, EBU, er í ferð við at gera eitt nýtt skjal um harðskap.

Tvs, at hetta verður eitt skjal, sum stingur út í kortið, á hvørjum støði, almennu sjónvarpsstøðirnar í Evropa skulu leggja seg hvat harðskapi viðvíkur.

Tað arbeiðið fylgir sjónvarpið væl við í, mest í gjøgnum tað norðurlendska sambandið av almennum sjónvarpsstøðum, sum SvF er uppi í.