mangur studentur hevði brúkt nógvar tímar á hesi rennibreyt aftaná skúlatíð. Serliga heppið hevði hetta verið fyri bygdarfólkið, tí sum nú er, gevast hesi ofta við ítrótti tá tey koma til Havnar at búgva [...] fyri ítróttin sum heild. Í útlondum kenna vit hetta eisini so sera væl, at skúlar hava samband við ítrótt á kappingarstigi, og eisini verða serstakir OL-leikir fyri studentar fyriskipaðir. Orðið gymnasium [...] fingist við ítrótt. Orðið gymnos kemur úr grikskum og merkir at vera nakin. Hetta vóru menn altíð í gomlum døgum, tá teir gjørdu fimleik (gymnastikk) og harav orðið. Í Hoydølum er jú slætt sum á pannukøku
í Egearahavinum í 1956, og hon kravdi næstan 60 mannalív á Kykladeoyggjunum. Fólk á staðnum, sum sluppu undan flóðalduni á lívi, vildu vera við, at hon var umleið 20 metrar høg. Grikskir jarðfrøðingar [...] um væl við. Sambært Bergens Tidende eru ferðslubøturnar í Noregi munandi størri enn í øðrum londum. Egil Otter sigur við blaðið, at tað hevði verið munandi betur, um løgreglan vísti seg meiri á vegunum [...] bara londini í Asia, sum verða rakt av tsunami-flóðaldum. Tað hendir eisini í Miðjarðarhavinum av og á. Á jarðfrøðistovninum í Grikkalandi siga tey, at tað eru umleið 60 ár ímillum tær stóru flóðaldurnar
Hansen heldur ikki, at reinføri í samband við sjálva matgerðina hetta kvøldið hevur nakað við eitranina at gera, tí her var einki at seta fingurin á. - Handilin, sum seldi vøruna til salatina, tók vørurnar [...] vaskikonur, sum vaskaðu á stovninum hetta kvøldið, fingu eisini ein bita av heitu salatini, tá ið tær duttu fram við. Tórgerð sigur, at tær, sum løgdust sjúkar, vóru 5 kvinnur, ið starvast á teirri stovuni, sum [...] gevur búkilsku við fepuri. AndreasPetersen sigur, at bakterian vanliga gongur yvir av sær sjálvari og elvir ikki til varandi mein. Báðir læknarnir eru samdir um, at kvinnurnar á dagstovninum við Gøtugjógv hava
túr við skitfiskabátinum Gudmundi, gjørdist til 35 ár á sjónum. Hetta tíðarskeiðið sigldi hann við Gudmundi, línubátinum Niels Paula, trolarunum Niels Paula og Phønix, sum hann var síðsta túrin við fyri [...] hann heima aftur, fyri at passa familjuna, handilin og jørðina og tað sum annars var at taka sær av t.d. rógva út við 10 mannafarinum, sum hann átti saman við øðrum. Men sum hjá so nógvum var hugurin stórur [...] børn, 4 synir og eina dóttur. Tveir av synunum búgva her suðuri, Dánjal Jóhan sum býr á Tvøroyri, og Jákup, sum býr á Økrum, Eyðun, sum býr í Kvívík og Óli sum býr í Hoyvík, Kristianna, ið er yngst, býr
Men á jólum var liturin ljósareyður gentuliturin. - Eg gjørdi fýra slíkt sett á jólum. Og tey vórðu seld beinanvegin, sigur Joanna, ikki sørt errin á málinum. Hon er ein av teimum 22 brúkarunum á verkhúsinum [...] Strondum hevur úr at gera henda mánadagin á verkhúsinum. Á borðinum stendur ein seymimaskina og frammanfyri hana ein rúgva av toyi. Hon er beint nú í ferð við at gera baby-teppir, sum síðani skulu til [...] fer tvísporandi oman í handilin, og henni á baki ein annar av brúkarunum, Ann. Her gongur sjón fyri søgn, at tey duga væl at fáa nógv burtur úr tilfarinum, tey hava at arbeiða við. - Í dag skal eg seyma
Málningalist Miðvágur: Ein teirra sum við spenningi sær fram móti einum serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga [...] listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi at vera við. - Her frammanfyri mær havi eg átta málningar, sum eg ætli at hava við á framsýningini. - Og helst koma eini tvey verk aftrat, sigur hesin [...] úti og tekur skitsur, men málar sum oftast eftir fotomyndum. Hinvegin so er heim hansara eisini á tremur við sera vøkrum portrettum. Máling heldur enn fótbólt Soleiðis sum Petur Jacobi er sagt frá, so hevur
at býta vøruna, má hetta avtalast við seljaran, samstundis sum vøran verður keypt. Um tú sum handilsmaður vilt lata umbýtingarrætt, skal tað helst standa á notuni ella á skeltum í handlinum. Samstundis skal [...] orðið »garanti«, skal hann á teimum punktum, garantiið umfatar, seta brúkaran betur fyri enn eftir keypilógini. Tað merkir, at tá ein kundi keypir vøru við garantii, skal fyljga við eitt garantiprógv, ella [...] hesin handilin letur umbýtinarrætt, hevur kundin rætt til at fáa vøruna býtta, eisini sjálvt um hetta ikki stendur nakrastaðni. Umbýtingarrættur merkir, at tú sum kundi sleppur at býta um vøruna við eina
landi, lívur útsynningurin væl, og sunnan ættin lívir eisini fram við landi, sigur hann. Herman Petersen vísir á, at so stutt er út á góðar leiðir úr Skálavík, at tað ikki var óvanligt, at men tendraðu [...] fara nýggju fasilitetirnir eisini at koma væl við og sama verður, tá vit fáa bátafólk á vitjan í summarhálvuni, sigur Linjohn Christiansen. Tað var Palli á Mølini, Palli Dalsgaard, sum skeyt upp at hanga [...] bestu útróðrarplássum, og her er stuttur vegur út á nærmastu leiðir. Her nærindis er allur botnur, bæði sandbotnur, harður botnur og grynnur. Tað er serliga á vesturættunum, at leiðirnar út fyri bygdini eru
níggju mánaðir. Nú er hann 20 ár, hann er liðugur við sína skúlagongd, og starvast fyribils á dagstovninum við Landavegin í Havn. Hann elskar at arbeiða við børnum, men sum pedagogur ætlar hann sær kortini [...] Bogotá er ein stórur og modernaður býur við sínum 11 milliónum íbúgvum. Stórur munur er á høgum og lágum. Har finnast sera múgvandi fólk, men samstundis eru á leið 500.000 børn at finna í gøtunum hvønn [...] bara spanskt at byrja við, men tað er alt farið, og tí vil eg fegin læra meg málið av nýggjum. Og so minnist eg eisini onkur ting. Til dømis pleyguforeldrini, børn sum eg spældi við, vegir og ymiskt annað
Tað, sum øll útjaðarapláss stúra fyri, tá ið sambandið við ?umheimin3 batnar, er, at tað sindri av virksemið, sum er, verður flutt á tey størri plássini. Men soleiðis verður neyvan í Sumba fyri tað um [...] sumbingar fara til Vágs at keypa, nú tað er blivið lagaligari at koyra. Elna Poulsen, sum hevur handilin Á Ólafløtti, heldur ikki, at sølan er minkað nakað síðani tunnilin læt upp. ? Tað er ongin broyting [...] eingin munur á, hvar fólk keypa. Teir fyrstu dagarnar, tunnilin var opin, legði hann hevur tvørturímóti merki til, at uttanbíggja fólk, sum vóru komin ígjøgnum tunnilin at forvitnast, stukku inn á gólvið í