Raktar av herviligari mateitran

- Tann nógvi fepurin og búkilskan vardi í fyrsta lagi einar 2-3 dagar, men eftir tað vóru kvinnurnar, sum raktar vórðu, rættiliga ússaligar. Tað tók langa tíð hjá teimum at koma fyri seg aftur, sigur Tórgerð Hansen, leiðari á dagstovninum við Gøtugjógv

Mateitran

Gøtugjógv: Í januar vórðu 8 starvsfólk í dagstovninum við Gøtugjógv rakt av herviligari mateitran. Tað var ikki hissini umgangur, hesar kvinnur fingu. Sjúkan vardi í einar 8 dagar, og hesar dagarnar misti onkur heili 7 kg. ella næstan eitt kilo um dagin. Fepurin var eisini nógvur; onkur kvinna hevði yvir 40 stig, tá ið fepurin var mestur. Tað gekk av báðum endum, og fólk vóru ógvuliga illa til passar.
Tórgerð Hansen, leiðari á dagstovninum, sigur, at kvinnurnar løgdust sjúkar, 8. januar vóru ikki til arbeiðis aftur fyrr enn, 20. januar.
- Tann nógvi fepurin og búkilskan vardi í fyrsta lagi einar 2-3 dagar, men eftir tað vóru tær rættiliga ússaligar, og tað tók langa tíð hjá teimum at koma fyri seg aftur, sigur hon.

Skrúvusalat

Kvøldið fyri, at kvinnurnar á hesi eini stovuni løgdust sjúkar, høvdu tær havt fund.
- Tær høvdu gjørt sær ein heitan rætt við skrúvum,skinku, egg, osti og kryddaríum ? skrúvusalat, sum tað verður rópt. Tvær vaskikonur, sum vaskaðu á stovninum hetta kvøldið, fingu eisini ein bita av heitu salatini, tá ið tær duttu fram við.
Tórgerð sigur, at tær, sum løgdust sjúkar, vóru 5 kvinnur, ið starvast á teirri stovuni, sum hevði fund hetta kvøldið, eitt starvsfólk á eini aðrari stovu og so hesar báðar vaskikonurnar.
- Tilfarið til skrúvusalatina varð keypt til endamálið, og salatin varð etin so skjótt, hon kom úr ovninum. Vit hava kannað eftir og fingið staðfest, at eingin vøra, sum var í salatini, var útgingin, sigur leiðarin á dagstovninum.

Málið kannað

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur roynt at kannað, hvør orsøkin kann hava verið til, at hesar kvinnurnar gjørdust so sjúkar og ússaligar og sum skilst, hevur stovnurin fingið matrestir av tí, ið etið varð. Starvsstovan søkti sær hjálp úr Danmark til hesar kanningar.
Long tíð hevur gingið uttan, at nakað veruligt úrslit hevur fyriligið, men virkandi læknin í Gøtu, Gunnar Beckman, sigur, at tey kanningarúrslit, hann hevur sæð, benda ikki á, at talan hevur verið um salmonellaeitran.
Vit spurdu eisini Andreas Petersen, lækna, sum í løtuni er á tingi.
Hann gjørdi sær tann ómak at ringja til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna soseint sum fyrrapartin í gjár. Haðani fekk hann at vita, at ongar bakteriur vórðu staðfestar í teirra kanningum.
- Men eg havi skilt, at tað vóru meira íløtini, sum maturin hevði verið í, sum vórðu kannaði, enn maturin sjálvur. Mítt boð er, at kvinnurnar hava verið raktar av tí bakteriuni, clostridier, sum gevur búkilsku við fepuri.
AndreasPetersen sigur, at bakterian vanliga gongur yvir av sær sjálvari og elvir ikki til varandi mein.
Báðir læknarnir eru samdir um, at kvinnurnar á dagstovninum við Gøtugjógv hava verið ógvuliga óhepnar, men soleiðis kann tað ganga, tá ið illa vil til.

Starvsnæmingar

Tórgerð Hansen vísir á, at tey vóru í teirri hepnu støðu, tá ið tey 8 starvsfólkini løgdust sjúk, at tríggir skúlanæmingar júst tá vóru á stovninum í starvsvenjing.
- Hesir næmingar vóru okkum til stóra hjálp hesar dagarnar, sigur hon.
Tórgerð sigur, at endamálið við kanningini, sum tey settu í verk eftir mateitranina, fyrst og fremst var at staðfesta, hví fólkini gjørdust sjúk.
-Hevði hetta so samstundis gjørt, at onnur verða spard fyri tílíkari eitran, hevði nógv verið vunnið, leggur hon aftrat.
Tórgerð Hansen heldur ikki, at reinføri í samband við sjálva matgerðina hetta kvøldið hevur nakað við eitranina at gera, tí her var einki at seta fingurin á.
- Handilin, sum seldi vøruna til salatina, tók vørurnar av hillunum, tá ið tey frættu, hvussu vorðið var, sigur Tórgerð Hansen.