Foreldrini vóru Olantina F. Skaalum, Vestantún í Hvalba, og Danjal Johan Lisberg, úr Smiðjuni í Fámjin. Tey fingu tveir synir, Johan Eli og Trygva (ið var 3 ár yngri). Sum einans 11 og 8 ára gamlir mistu teir pápan, mamman gjørdist 92 ára gomul.
Johan Eli giftist í 1963 við Margit f. Midjord, frá Neyst í Hvalba, dóttur Kristionnu og Jákup Midjord, vanliga nevndur (Jákup hjá Nielsi). Margit og Johan Eli eiga 5 børn, 4 synir og eina dóttur. Tveir av synunum búgva her suðuri, Dánjal Jóhan sum býr á Tvøroyri, og Jákup, sum býr á Økrum, Eyðun, sum býr í Kvívík og Óli sum býr í Hoyvík, Kristianna, ið er yngst, býr í Havn.
Beiggin, Trygvi, var sjómaður alt lívið, til hann einans sum 45 ára gamal gekk burtur á sjónum, frá konu og tveimum børnum.
Eitt kann sigast um Johan Eli, at sera arbeiðssamur hevur hann verið øll árini. Sum faðirleysur, og elstur av beiggjunum, hevur hann lært at taka ábyrgd av øllum, sum gerast skuldi í heiminum. Og tað var ikki smáting, tí tey høvdu bæði seyð, neyt og handil.
Sum ungur var hann bæði á háskúla í Havn og í Danmark. Har fekk hann vinir og hevur samband við fleiri av teimum enn. Eisini var hann eitt skifti til skips, men eftir at vera giftur og familjan so smátt var farin at vaksa, var hann heima aftur, fyri at passa familjuna, handilin og jørðina og tað sum annars var at taka sær av t.d. rógva út við 10 mannafarinum, sum hann átti saman við øðrum. Men sum hjá so nógvum var hugurin stórur at sleppa aftur til skips og ein fyrispurningur um at loysa av ein túr við skitfiskabátinum Gudmundi, gjørdist til 35 ár á sjónum. Hetta tíðarskeiðið sigldi hann við Gudmundi, línubátinum Niels Paula, trolarunum Niels Paula og Phønix, sum hann var síðsta túrin við fyri hálvumøðrum ári síðani. Ein stóran part av tíðini til skips hevur hann verið kokkur, og hóast onga útbúgving á økinum hevur ligið væl fyri.
Mangan góðan fiskabitan hava vit fingið frá tær og hóast vit ofta sakna frikadellurnar og ræsta fiskin, so kanst tú við góðari samvitsku sita í lenistólinum og hyggja at sjónvarpi ella fáa tær ein blund. Tú hevur so sanniliga gjørt tína skyldu sum pápi, ja so nógv meira enn tað, altíð klárur at hjálpa bæði einum og øðrum.
Johan Eli kennir nógv fólk, kanska einamest frá skipstíðini, og ósmæðin sum hann er, tá tað kemur til at koma í prát við fólk, hevur hann m.a. fleiri vinfólk í Hanstholm, sum var ein føst landingarhavn gjøgnum fleiri ár.
Væl dámar honum, tá hann hevur alla familjuna rundan um seg, bæði børnini við makum og abbabørnini, tað er ikki lukkuligt, sum hann tá spyr um bæði líkt og ólíkt. Tað er eisini sera hugnaligt, tá hann fortelur onkra søguna frá fyrr, og úr Hvalba eru nógvar góðar søgur. Har hevur, er og hevur altíð verið nógv fólk, sum hava duga væl at spæla øðrum »eitt puss« og hava eitt sermerkt lyndi.
Vit kundu skriva fleiri síður afturat, men velja at steðga her, og fara at enda at ynskja tær hjartaliga tillukku á 70 ára degnum og alt tað besta í framtíðini, mamma fær eisini eina heilsu, uttan hana hevði onki verið sum tað er.
Gud signi tykkum bæði.
Heilsan frá okkum øllum. Børnini, við makum og abba/ommubørnini