- Mær dámar øgiliga væl at arbeiða. Og so er tað so gott fyri hendurnar eisini!
21 ára gamla Joanna Jarnskor Poulsen av Strondum hevur úr at gera henda mánadagin á verkhúsinum. Á borðinum stendur ein seymimaskina og frammanfyri hana ein rúgva av toyi.
Hon er beint nú í ferð við at gera baby-teppir, sum síðani skulu til sølu í sølubúðini í verkhúsinum.
Í dag liturin ljósabláur, og er hann tí ætlaður dreingjabørnum. Men á jólum var liturin ljósareyður gentuliturin.
- Eg gjørdi fýra slíkt sett á jólum. Og tey vórðu seld beinanvegin, sigur Joanna, ikki sørt errin á málinum.
Hon er ein av teimum 22 brúkarunum á verkhúsinum Stíggjur. Og her trívist hon sera væl, skilst á øllum brøgdum!
Bundið og seymað
Verkhúsið Stíggjur heldur til í rúmligum hølum í Saltangará. Hagar leitar Joanna sær hvønn dag, saman við starvsfelagum sínum.
Íalt eru 22 brúkarar knýttir at verkhúsinum. Felags fyri tey at tey búgva øll í Eysturoynni, annaðhvørt heima ella á bústovnum.
Byrjað varð við hesum húsinum fyri 13 árum síðani, og endamálið er at Joanna, Atli, Ann, Jákup, Magni, Ásbjørn og øll hini skulu føla seg væl og føla seg trygg innanveggja.
Tey skulu eisini føla at tey gera okkurt veruligt til nyttu, soleiðis at lívsvirðið teirra kann økjast. Og tað er júst hetta sum Joanna er eitt gott dømi um.
Umframt arbeiðið at gera baby-teppir hevur Joanna latið nógvar aðrar vørur úr hondum.
Errin vísir hon fram, tær taskurnar hon hevur bundið, ein part av tí hon hevur seymað og annars alt tað, sum stendur frammi í sølubúðini.
- Kom, sigur Joanna. Eg skal vísa tær alt úrvalið í handlinum!
Hon fer tvísporandi oman í handilin, og henni á baki ein annar av brúkarunum, Ann.
Her gongur sjón fyri søgn, at tey duga væl at fáa nógv burtur úr tilfarinum, tey hava at arbeiða við.
- Í dag skal eg seyma
Joanna er sera glað um at hon kann vera í hesum felagsskapinum saman við hinum á verkhúsinum Stíggjur.
Henda mánamorgunin var hon farin frá húsum kl. 20 minuttir yvir átta. Hon er í teirri hepnu støðu at tað er pápi hennara sum stendur fyri koyringini av brúkarunum á verkhúsinum.
Tá klokkan er vorðin einar 15 minuttir yvir níggju eru tey øll komin út í Saltangará. Saman við henni kemur eisini starvsfelagi hennara, Atli Petersen úr Skálafirði.
Joanna fer beinanvegin til arbeiðis. Ein partur av hesum arbeiðinum er at rudda av og vaska í køkinum, men í dag eigur hon ikki hetta tørnið.
Í dag gleðir hon seg til at sleppa framat seymimaskinuni, sum stendur klár á borðinum.
Og hon hevur sett sær ein ætlan fyri henda fyrsta dagin í hesi vikuni:
- Í dag ætli eg mær at seyma allan dagin. Tað er so gott fyri hendurnar, sigur hon hugagóð.
- Tað besta eg veit
Umboðið fyri tíðindatænastuna sleppur at órógva hana eitt sindur í arbeiði hennara. Men tað leggur hon einki í.
At henni dámar væl at práta við fólk sum kemur á gátt, tað ivast neyvan nakar í. Hetta merkja ikki minst tey, sum koma inn í sølubúðina.
- Eg haldi at tað er so stuttligt tá fólk kemur inn at keypa í handlinum.
- Tað er tað besta eg veit, sigur Joanna.
Hennara arbeiðsdagur er liðugur klokkan hálvgum fýra, tá tey fara heimaftur hvør til sítt.