Keypilógin og jólagávukeyp

Kundin hevur ikki av sær sjálvum umbýtingarrætt ella krav uppá at fáa pengarnar aftur

Í sambandi við jólgávukeypið, sum nú stendur fyri framman er av týdningi at vita, hvørji rættindi keypari og seljari hava. Ein lesari okkara hevur sent okkum hesa gjøgnumgongd av keypilógini:

Eitt keyp er ein bindandi avtala. Eingin møguleiki er at angra keypið. Summir handlar lata tó kundan sleppa at býta um vøruna innan ávíst tíðarskeið, t. d. fimm dagar, men hetta er eingin sjálvfylgja.

Sambært keypilógini er høvuðsreglan tann, at vørur, vit keypa í handlum, ikki uttan víðari kunnu býtast um ella returnerast.

Um ein kundi vil tryggja sær rætt til at býta vøruna, má hetta avtalast við seljaran, samstundis sum vøran verður keypt. Um tú sum handilsmaður vilt lata umbýtingarrætt, skal tað helst standa á notuni ella á skeltum í handlinum.

Samstundis skal undirstrikast, at um tað er væl kent, at hesin handilin letur umbýtinarrætt, hevur kundin rætt til at fáa vøruna býtta, eisini sjálvt um hetta ikki stendur nakrastaðni.

Umbýtingarrættur merkir, at tú sum kundi sleppur at býta um vøruna við eina aðra vøru. Tað ber eisini í ávísum førum til at fáa eitt tilgóðaprógv. Tað er tó ikki nakað, ið vit sum kundar hava krav uppá.

Letur slejari einum kundar eitt tilgóðaprógv uttan at avtala tíðarskeið, er tað galdandi í fimm ár.

Returrættur merkir, at kundin fær pengarnar aftur.


Vøruumbýti

Her skal havast í huga, at um ein kundi ynskir at býta eina vøru, skulu hesi krøv lúkast: Vøran skal vera í sama standi, sum við keypið, t. v. s. at vøran má ikki vera brúkt, og at plomberingar og líknandi ikki skal verða brotið. Eisini skal kundin hava við sær kvittan, har dagfesting og lýsing av vøruslag sæst. Harafturat ber til at krevja, at vøran verður returnerað í originalari innpakking.


Umvælingar

fyrsta árið

Vísir tað seg, at okkurt lýti er við vøruni, skal hetta bøtast, og tað kann t. d. verða við umvæling.

Umvælingin skal gerast fyri seljarans rokning og uttan vansa fyri keyaran, og umvælingin má ikki taka longri tíð enn hægst neyðugt.

Skuldi tað hent, at sama lýti vísir seg aftur, skal tað aftur umvælast. Skuldi tað hent, at seljarin ikki kann ella vil umvæla vøruna, hevur kundin krav uppá eina aðra vøru.

Kundin hevur bert skyldu at taka ímóti eini vøru, sum er púrasta lík vøruni, kundin keypti av fystan tíð. Seljarin kann bjóða vøru av øðrum merki ella sniðið. Men tað er kundin, sum eina og aleina ger hetta av.

Um vøran verður umbýtt, er eitt ára reklamatiónsfreist upp á nýggju vøruna, gald

andi frá tí degi, kundin fær vøruna.


Garanti

Vanligi brúkarin nýtir ofta orðini garanti og »reklamatiónsrætt« hvørt um annað. Men orðið »garanti« hevur ein heilt annan løgfrøðisligan týdning.

Tá ein vinnurekandi nýtir orðið »garanti«, skal hann á teimum punktum, garantiið umfatar, seta brúkaran betur fyri enn eftir keypilógini. Tað merkir, at tá ein kundi keypir vøru við garantii, skal fyljga við eitt garantiprógv, ella skal tað síggjast á notuni, at garanti fylgir við vøruni. Harafturat skal tað standa, hvat garantiið umfatar og hvussu leingi.

Strikað verður undir, at keypilógin gevur reklamatiónsrætt, men ikki garanti. Reklamatiónsrættur er, sum orðið sigur, kundans rættur at reklamera, um vøran ikki líkur væntaðu krøvini. Tað er brúkarin, altso kundin, sum skal prógva, at vøran ikki líkur krøvini.


Brúkaravegleiðingar

Vantandi brúkaravegleiðingar kunnu eisini vera ein mangul.

Sambært marknaðarføringslógini skal gevast nóg góð vegleiðing um eginleikarnar hjá vøruni, um vandar og um viðlíkahald, tá vøran verður seld vanligum brúkara. Vegleiðingin kann t. d. vera ein vørulýsing, góðkend symbol, munnlig vegleiðing, praktisk fyrivísan, ella ein skrivtlig vegleiðing, alt eftir hvør vøran er.

Vegleiðingin skal verða á føroyskum ella á einum skilligum norðurlendskum máli.