Fara ikki av bygd at keypa

Annar keypmaðurin í Sumba heldur, at politikararnir hava start seg blindar uppá bankakanningina, at teir heilt hava gloymt at føra vanligan, gerandispolitikk

Tað, sum øll útjaðarapláss stúra fyri, tá ið sambandið við ?umheimin3 batnar, er, at tað sindri av virksemið, sum er, verður flutt á tey størri plássini.

Men soleiðis verður neyvan í Sumba fyri tað um tey nú hava fingið tunnil.

Onki framleiðsluvirkið er í bygdini. Og at kalla einasta vinnulív, sum er, eru tveir handlar.

Men hvørki av handilsfólkunum stúrir fyri, at sumbingar fara til Vágs at keypa, nú tað er blivið lagaligari at koyra.

Elna Poulsen, sum hevur handilin Á Ólafløtti, heldur ikki, at sølan er minkað nakað síðani tunnilin læt upp.

? Tað er ongin broyting í tí, heldur hon.

Hon heldur ikki, at sumbingar fara til Vágs at keypa, uttan so at teir skulu hava okkurt útum tað vanliga, sum, sum ikki fæst í bygdini

? Men í eini bygd sum Sumba er nógv fólk, sum ikki hava bil, ikki minst eldri fólk. Og tey hava so ongar møguleikar uttan teir, sum eru í bygdini, heldur ikki at keypa.


Skuldu heldur útvega arbeiði

Heldur ikki hin handilsmaðurin, Leivur Kjærbo hevur lagt merki til minkandi umsetning síðani tunnilin kom.

? Vit eru limir í Samkeyp og hava tí góð tilboð árið runt. So tað er eingin munur á, hvar fólk keypa.

Teir fyrstu dagarnar, tunnilin var opin, legði hann hevur tvørturímóti merki til, at uttanbíggja fólk, sum vóru komin ígjøgnum tunnilin at forvitnast, stukku inn á gólvið í handlinum.

Annars heldur hann, at tað, sum hevur størri týdning fyri handilslívið, og trivnaðin sum heild, er, at fleiri arbeiðsplás verða skapt.

? Arbeiðsloysið er stórt. ? Í Sumba er onki arbeiðspláss. Og nógvir mans mistu arbeiði, táið tunnilin var liðugur.

? Tað manglar eitt stórt, støðugt, arbeiðsplás í syðru helvt í Suðuroy.

Hann sigur, at tey, smáu virkini, sum eru, muna ov lítið.

? Kemur ikki okkurt stórt arbeiðspláss í hesum árinum, vænti eg, at tað verður heilt galið.

? Ikki minst tí at fólk áv álvara eru við at missa stuðulin úr ALS, tí tey hava verið so leingi í skipanini.

? Og fólkið flytir av plássum, har ið ongin trivnaður er, tí har er ikki verandi.

? So eg eri eitt sindur spentur uppá, hvussu alt fer at ganga hesi nærmastu árini.

Leivur Kjærbo heldur, at tað vísir seg ikki sum um teir privatu hava dirvið, ella møguleika at fara undir nakað stórvegis.

? Tí haldi eg, at politikararnir skuldu vent kikaranum ímóti syðru helvt í Suðuroy og roynt at skapt okkurt.

? So finst ikki ein politisk loysn á trupulleikunum vænti eg ikki, at nakað hendir

Hann heldur, at nú í ov langa tíð hava politikarar mestsum gloymt tann dagliga politikkin, sum fær samfelagið at virka, tí øll hugsa bara um bankakanningina.

? Samfelagið skal ganga víðari. Og fólkið má fáa møguleika at klára seg. Og tað førir onga leið, bara at stara seg blinda uppá eina bankakanning, sum kanska onki gevur í síðsta enda.

Men annars heldur hann ikki, at tað hevði verið so galið um vit fingu eitt sindur avskrivað av uttanlandsskuldini so betri møguleikar vóru at ført ein politikk, sum bygdi nakað upp.