senda. Børn eiga at fáa at vita, hvar mørkini ganga, soleiðis, at tey sjálv læra at seta mørk. Og sum vaksin eigur tú eisini at seta mørk fyri, hvussu langt tú sjálvur fert. Tá er lættari at lesa hvønn annan [...] tú ikki børn, kanst tú heldur ikki vænta, at tey virða teg. Tað er avgjørt ein avbjóðing at arbeiða við børnum, at loysa tvístøður og at fáa børnini sjálvi at loysa trupulleikar. Sum vaksin skalt tú geva [...] søkti eftir hjálparfólki, eg søkti og fekk tað. Mær dámdi so mikið væl, at eg gjørdi av at halda fram, og valdi at fara at lesa til pedgog, sigur Karl Martin Samuelsen. - Eg havi lært nógv um børn, sum eg
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sipar m.a. til, at hetta kann føra til, at tað ikki fer at bera til at keypa fisk uttanlands til Føroyar at virka og at meiri fiskur fer óvirkaður av landinum, tí nú lønirnar [...] um virkini í Føroyum hava ráð at kappast við útlendsku virkini. Vilhelm M. Johannesen sigur, at eitt úrslit av hesum sáttmálanum er eisini, at hundraðtals milliónir fara at koma afturat í landskassan. [...] sigur, at teir sáttmálarnir mugu takast sum at tað er tann politiski viljin, at lønirnar skulu hækka munandi nú. ? Vit høvdu fingið ógvuliga sterkar ábendingar frá politiska myndugleikarnum um, at lønarlagið
sagt, at hann skuldi galda til á sumri í ár 2000, og soleiðis stendur tað framvegis á pappírinum. Men Jan Allan ætlar sær ikki at spæla til eftir túsund ára skiftið: ? Eg fari at biðja Svendborg um at sleppa [...] hevur verið við so mikið leingi, at hann í fótbóltshøpi kundi verið eldri enn at verið í besta fótbóltsaldri. Hann kom á besta liðið hjá VB í 1986, og tað vil siga, at tá hann um ein mánað setir fótbó [...] álopsspælara, so er tað sjálvandi við tí fyri eyga, at hann skal gera mál, og tá hann ikki megnar at gera mál, so er tað ein nátúrlig avleiðing, at hann verður settur á beinkin, staðfesti Jan Allan Müller
Danir bjóða sær nú at hjálpa føroyingum, skuldi tað hent, at føroyskir myndugleikar gera av at taka ímóti flóttafólki úr Kosovo. Á fundi í Keypmannahavn í gjár millum Torkild Simonsen, innanríkisráðharra [...] danski ráðharrin sær til at hjálpa føroyingum við ráðum o. ø. í sambandi við flóttafólkamálið. Tað var Torkild Simonsen, sum hevði biðið um fundin, har hann kom við einum tilboð um at geva føroyingum góð ráð [...] ráð og vitan um teirra royndir á hesum øki. Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at tað er upp til okkum, hvat vit ynskja av hjálp í so máta. Danir leggja seg ikki út í, hvussu og um vit taka ímóti flóttafólki
Tá Norrøna mánamorgunin legði at bryggju í Havn, vóru millum annað hesir sviarnir við, ið hava fest sær snotiligu bátar sínar á vogn aftur úr bilinum. Snøggir eru bátarnir og mangur mundi spíla eyguni [...] sindur hesa snimmu morgunstund á bryggjuni. Tað er Gøteborg Havfiskeriklub, ið er komin hendavegin at royna fiskieydnuna og njóta vøkru náttúruna. Talan er um einar 9 bátar, ið fara avstað aftur næsta
februar í ár, tá nevndin fór at geva loyvir. Tá avgjørdu vit, at vit bíða ikki longur, sigur Jenis av Rana Stórt tiltak Orsøkin til, at Lindin hevur valt at byrja 1. september er, at tá verður stórt tiltak í [...] lívið við Jesusi, framum at taka upp trúarspurningar. - Tað førir ikki til nakað gott. Vit ætla ístaðin at leggja dent á tað, ið vit vita er gott, tað at savnast um tað andaliga og at liva saman við Jesusi [...] ur, ið arbeiddi í landsstýrinum tá segði, at teir vóru glaðir fyri at hava fingið eina umsókn, tí so kundu teir byrja at arbeiða við málinum, so sigast má, at tað tók nógv ár, áðrenn loyvini komu, so vit
gekk fyri seg? ? Vit mugu vinna, og tí fara vit eisini at spæla álopsfótbólt. Men vit fara ikki at tveita alt ov nógv fólk fram, tí so er vandi fyri, at tað verður ov trongligt har frammi, samstundis sum føroyska [...] ongantíð longri enn á bonkin. Craig Brown heldur annars, at skotska liðið í dag er betri enn tað, sum var her fyri fýra árum síðani. ? Eg vóni, at vit fara at spæla betur enn vit gjørdu í Aberdeen, tá føroyska [...] afturat, at vit mugu vinna. Craig Brown var herfyri frammi í fjølmiðlunum, har hann iðraði seg eitt sindur um, at eitt nú svenski Henrik Larsson hjá Celtic ikki var skoti. Hann vísti á tað óhepna í, at so nógvir
fyrst og fremst siga, um spælararnir í B36 megna at halda dampinum uppi, samstundis sum hini liðini taka stig frá hvørjum øðrum, so ber til at ímynda sær, at uppflytingin verður veruleiki, áðrenn august mánaður [...] er eisini ein veruleiki, at HB framvegis heldur plássið sum botnproppur ? ein støða sum teir í felagnum neyvan eru fegnir um, men sum tað tykist vera torført at fáa fólk til at arbeiða seg burturúr. Toftamenn [...] serligt fyrstu umførini, men nú tykist glið vera komin á, og teir áttu at havt fólk til at hildið seg upp móti uppflytingarstrikuni. At teir triðju bestu í Gøtu eru væl við boðar frá stóra áhuganum fyri fótbólti
staðfesta, at úrslitini eru vorðin alt betri, og so er tað kanska onkur, sum hevur hug at koma til tað úrslit, at í morgin fara føroyingar at fáa stig og kanska at vinna. Tað er ikki púra óhugsandi, at tað skal [...] hevur tað serliga stóran týdning, at teir, sum eru á vøllinum, hava nógvar royndir og megna at halda høvdið kalt, og tí er tað sjálvsagt, at tað verður roknað við, at teir omanfyri nevndu taka stóra ábyrgd [...] boðar samstundis frá, at tað hevur eydnast at hava nógvar av teimum eldru við í hópinum og tætt at liðnum, samstundis sum nýggir spælarar eru vorðnir stuðlar og harvið uppløgd evni at vera millum teir fyrstu
møguleika at koma í endaspælið, sigur skotski venjarin. ? Men tað verður ikki lætt, leggur hann afturat, og ein hevur varhuga av, at hann ikki bert er fólkaligur, tá hann sigur tað. ? Vit fara at royna at leypa