Skotski hópurin kom til landið fyrrapartin í gjár, og hjá venjaranum Craig Brown telir bert eitt úrslit: ein sigur.
? Sum støðan í bólkinum er nú, mugu vit miðja eftir 2. plássinum í bólkinum, og so hava vit framvegis møguleika at koma í endaspælið, sigur skotski venjarin.
? Men tað verður ikki lætt, leggur hann afturat, og ein hevur varhuga av, at hann ikki bert er fólkaligur, tá hann sigur tað.
? Vit fara at royna at leypa á, og okkara viðhaldsfólk rokna heldur ikki við nøkrum øðrum. Men vit mugu ikki koyra alt ov nógv fólk fram, tí so verður tað ov trongt, og so er vandin fyri mótálopum eisini altíð til staðar. Men vit mugu vinna, sigur Craig Brown.
Vit hava meira frá skotska venjaranum og um landsdystin leygardagin í blaðnum í morgin.