Lindin fer at senda í september

Nýggj útvarpsstøð, Lindin, ið sendir andaligt tilfar, fer at senda 1. september, tá stórt heimsumfatandi tiltak eisini er á skránni

Dagfinn Olsen


Tann 1. september byrjar nýggj útvarpsstøð at senda. Lindin, ið skal senda andaligt tilfar, verður støð, har trúgvandi úr øllum samkomum sleppa framat og dentur verður lagdur á at taka upp boðskapin, ið øll eru felags um, og dagliga lívið við Jesusi, framum at taka upp trúarspurningar.

- Tað førir ikki til nakað gott. Vit ætla ístaðin at leggja dent á tað, ið vit vita er gott, tað at savnast um tað andaliga og at liva saman við Jesusi,sigur ein av stigtakarunum, Jens av Rana.

- Øll eru vælkomin at gera sendingar og støðin er grundað á sjálvbodna arbeiðsmegi, men ein leiðari verður og vit hava ein góðan mann í kikaranum, sigur Jenis av Rana, men hann vil enn ikki siga, hvør hesin er, men hann vísir aftur, at hann sjálvur er upp á tal.


Sum í Reykjavík

Jenis av Rana sigur, at Lindin væntandi kemur at senda alt samdøgrið.

- Vit hava eina fyrimynd, sum er ein líknadi støð í Reykjavík, ið eisini kallast Lindin, sigur Jenis av Rana, men hann leggur dent á, at føroyska støðin er ikki deild av íslendsku støðini, men at teimum dámdi væl navnið Lindin, ið er vakurt navn fyri keldu, sum vit eisini lesa í Bíliuni.

- Vit fáa tó alla hugsandi hjálp frá íslendsku støðini. Vit ætla ikki at byrja, fyrr enn vit eru til reiðar, og vit fáa kanska beinleiðis hjálp frá Lindini í Íslandi í byrjanini.Teir hava royndir frá 1995, tá teir sendu 16 tímar dagliga. Síðani fóru teir at senda alt samdøgrið og hava fyri einum ári síðani fingið nýggjastu tøknina, eina teldu, ið sjálv kann senda í tímavís. Henda verður longu skift út, og grundað á royndir fáa teir fáa eina nýggja teldu og vit fáa eina av sama slag, sigur Jenis av Rana.


Søktu í 1989

- Vit hava fingið loyvi til at koyra okkara antennu upp á mastrina hjá býráðnum, so at vit eisini røkka ein stóran part av Skálafjørðinum, sigur Jenis av Rana.

Enn er ikki greitt, hvar Lindin kemur at húsast, men hesum verður arbeitt við í løtuni og Jenis væntar, at innan stutta tíð verður hetta greitt.

Jenis sigur, at menninir aftan fyri Lindina vóru teir fyrstu, ið sendu umsókn um sendiloyvi til landsstýrið.

- Hetta var í 1989. Ein løgfrøðingur, ið arbeiddi í landsstýrinum tá segði, at teir vóru glaðir fyri at hava fingið eina umsókn, tí so kundu teir byrja at arbeiða við málinum, so sigast má, at tað tók nógv ár, áðrenn loyvini komu, so vit hava bíðað til februar í ár, tá nevndin fór at geva loyvir. Tá avgjørdu vit, at vit bíða ikki longur, sigur Jenis av Rana


Stórt tiltak

Orsøkin til, at Lindin hevur valt at byrja 1. september er, at tá verður stórt tiltak í Føroyum, sum eisini er um allan heim.

- Ein bóklingur kemur í hvørt hús í Føroyum, ið kallast "Frá minus til plus". Ein stór kampagna, ið vit eru við til at stuðla. Frá minus, tí ringa og til plus, tað góða, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at longu eru nógvir stuðlar og longu nú hava fleiri hvønn mánað í eitt ár goldið inn á konto hjá Lindini. Støðin verður ikki grundað á lýsingar, men aktiv trúgvandi fara væntandi at stuðla og so fáa feløg, handlar og fyritøkur møguleika fyri at sponsorera.

Jenis av Rana sigur, at teir fyri trimum vikum síðani sendu umsóknina, so hann væntar at fáa sendiloyvi nakað skjótt. Orsøkin til, at teir ikki hava sent umsóknina fyrr er, at byrjast skal innan ávíst tíðarskeið, eftir at loyvið er givið.

Formaður í nevndini fyri nýggju støðina er Preben Hansen. Hinir í nevndini eru Dánjal á Dul Jacobsen, Símun Hansen og Jenis av Rana.