Danir vilja hjálpa okkum at hjálpa flóttafólki

Danski innanríkisráðharrin Torkild Simonsen hevur á fundi við Anfinn Kallsberg, løgmann, boðið føroyingum hjálp og vegleiðing, um vit gera av at taka ímóti flóttafólki úr Kosovo

Danir bjóða sær nú at hjálpa føroyingum, skuldi tað hent, at føroyskir myndugleikar gera av at taka ímóti flóttafólki úr Kosovo. Á fundi í Keypmannahavn í gjár millum Torkild Simonsen, innanríkisráðharra, og Anfinn Kallsberg, løgmann, beyð danski ráðharrin sær til at hjálpa føroyingum við ráðum o. ø. í sambandi við flóttafólkamálið.

Tað var Torkild Simonsen, sum hevði biðið um fundin, har hann kom við einum tilboð um at geva føroyingum góð ráð og vitan um teirra royndir á hesum øki.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at tað er upp til okkum, hvat vit ynskja av hjálp í so máta. Danir leggja seg ikki út í, hvussu og um vit taka ímóti flóttafólki.

Landsstýrið hevur ikki tikið nakra endaliga støðu í málinum, men arbeiðir við tí, sum flokkarnir á tingi komu ásamt um.