Hann er sangari í virknasta og elsta popp-rockbólkinum í Føroyum, hevur verið við á óteljandi tónleikaupptøkum, er útbúgvin bilmekanikari og heldur framvegis eftir meiri enn 20 ár í fakinum, at tað er ein avbjóðing av fáa ein gamlan bil at ljóða sum nýggjur. Men tað er hvørki bilar ella popp-rock, Karl Martin Samuelsen úr Klaksvík, tekst við í hesum døgum, í øllum førum ikki fyrst og fremst. Síðsta summar byrjaði hann á pedagogskúlanum og nú hevur hann akkurát verið í starvsvenjing í tríggjar vikur í vøggustovuni á Norðasta Horn í Havn.
- Tað er í grundini av tilvild, at eg eri farin at arbeiða við børnum. Eg hevði ov lítið at gera sum bilmekanikari fyrstu kreppuárini, barnagarðurin í Klaksvík søkti eftir hjálparfólki, eg søkti og fekk tað. Mær dámdi so mikið væl, at eg gjørdi av at halda fram, og valdi at fara at lesa til pedgog, sigur Karl Martin Samuelsen.
- Eg havi lært nógv um børn, sum eg ikki visti áðrenn, sjálvt um eg eigi eina dóttur. Virðir tú ikki børn, kanst tú heldur ikki vænta, at tey virða teg. Tað er avgjørt ein avbjóðing at arbeiða við børnum, at loysa tvístøður og at fáa børnini sjálvi at loysa trupulleikar. Sum vaksin skalt tú geva tær far um tey signalini, børnini senda. Børn eiga at fáa at vita, hvar mørkini ganga, soleiðis, at tey sjálv læra at seta mørk. Og sum vaksin eigur tú eisini at seta mørk fyri, hvussu langt tú sjálvur fert. Tá er lættari at lesa hvønn annan av.
Sangur er samskifti
- Børnini í Klaksvík kenna meg, og meðan eg arbeiddi í barnagarðinum har, royndu tey alla tíðina at fáa meg at syngja og spæla. Og fólk halda, at tað er tað eg geri, tá ið eg eri til arbeiðis, syngi og spæli alla tíðina, men so er als ikki. Eg eri blivin meiri tilvitaður um at syngja fyri børnum og eri farin at hugsa meiri um, hvat tað gevur børnum. Tey smáu børnini hava einki mál, bara eitt innara mál, sum kann vera trupult at skilja. Tí er umráðandi at syngja fyri teimum, at søgur verða lisnar fyri teimum og at tosað verður við tey. Sangur vekir nakað í børnum, fær tey kanska lættari og skjótari at tosa. Sangur og rútma eru avgjørt mennandi, sigur Karl Martin Samuelsen.
Hvat upplivir tú í børnunum, tá ið tú syngur fyri teimum?
- Gleði fyrst og fremst. Tey eru forvitin, vilja sjálv sleppa royna at spæla.
Karl Martin Samuelsen heldur, at úrvalið av føroyskum sangum er rímiliga gott og fjølbroytt, men børnini vilja helst hoyra tað sama.
- Somu sangirnar um aftur og um aftur, tí teir eru børnini trygg við. Ongantíð ov nógvar endurtøkur, og sangirnir skulu helst framførast líka hvørja ferð. Tað kann verða rættiliga krevjandi.
Framíhjárættindi
Nýggjar norðurlendskar kanningar benda á, at børn, ið ganga á stovni, eru hepnari í menningini í barnaárunum og koma tískil betur fyri seinni í lívinum.
- Eg eri sannførdur um, at tann sosiali parturin á stovnunum er mennandi fyri børn, sigur Karl Martin Samuelsen, og tí himprast hann ikki við at siga, at børn, ið eru so heppin at sleppa í vøggustovu og barnagarð, hava nøkur framíhjárættindi fram um onnur, ið eru heima.
- Børn eru fødd sosial. Sosiala sambandið millum mammuna og barnið verður skapt í móðurlívi og fyrstu tíðina. Barnið hevur brúk fyri mammuni, ikki í líka stóran mun fyri pápanum, tað er beinleiðis bundið av henni fyrsta hálva árið. Skal barnið klára seg sum best - og tað ynskja jú øll foreldur, hevur tað tørv á sosialari menning og at vera við í ymiskum. Tað lærir at taka atlit til onnur og at virða onnur. Tað er gott at møta nógvum fólki, taka virkið lut í ymiskum, so sum ítrótti og skótum. Alt tað mennir barnið sosialt. Grundarlagið undir sosiala medviti barnsins verður lagt fyrstu árini.
- Børn, sum ikki ganga í vøggustovu ella barnagarði eru øðrvísi enn stovnsbørnini, og virka somuleiðis øðrvísi. Eg havi ikki nóg nógvar royndir til at siga, at børn, ið eru heima, eru verri fyri, men eg meini kortini, at stovnsbørnini eru hepnari og hava ein framíhjárætt. Tað er eitt privilegium at sleppa á stovn. Tíverri er hetta ikki unt øllum.
- Stovnsbørn senda greið signal út, siga, hvat tey hugsa, og eru sum heild ósmæðin. Hesi børnini eru lættari at avlesa enn tey tigandi børn. Tey friðaligu børnini gera ikki vart við sín tørv og ynski, og detta tí lættari niðurímillum.
Tætt foreldrasamstarv
Karl Martin Samuelsen hevur saman við fýra øðrum pedagog-lesandi skrivað eina uppgávu um foreldrasamstarv, sum varð løgd fram fyri flokkin og læraran ígjár.
- Tætt samstarv og samskifti millum foreldur og starvsfólk á stovninum er sera umráðandi. Foreldur vilja vita, hvat børnini gera á stovninum, hvat hendir og hvørt av sínum. Men tað er ikki altíð, at hesi starvsfólkini eru á stovninum, tá ið foreldrini koma eftir teimum. Eitt betri samstarv millum starvsfólkini kundi gjørt, at foreldrini fáa svar uppá tað tey vilja.
- Endamálið við einum góðum foreldrasamstarvi er at fáa
foreldrini meiri inn í gerandisdagin hjá børnunum á stovninum. Tað kann skipast við fleiri viðtalum, har ymiskt verður umrøtt. Foreldur hava lyndi til at halda, at um stovnurin ynskir viðtalu, er okkurt galið, men so nýtist ikki at vera.
Karl Martin Samuelsen heldur, at pedagogútbúgvingin er ógvuliga breið og umfatandi, og tað er umráðandi, tí tað eru so nógv brigdi í lívinum hjá smábørnum, ið skulu upp at venda.
Still going strong
Hóast tað eru 25 ár í ár síðani bólkurin Hjarnar, ið Karl Martin Samuelsen hevur sungið við øll árini, byrjaði at spæla, er tíðin eftir øllum at døma langt frá farin frá honum. Hann er enn virkin og nógv umbiðin. Nú summarstevnurnar byrja, er bólkurin úti um seg aftur og er biðin um at spæla til fleiri høvi.
- Tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu spæla, tí fleiri í bólkinum eru uppi í øðrum eisini. Men vit hava ongar ætlanir um at gevast. Vit eru ein bólkur av vinfólki, ið altíð hava kenst, og tað er ringt at gevast, sigur Karl Martin Samuelsen at enda.