steðgaði hjólið á 15.000 krónum - og streyk nakrar fáar seymir framvið reyða leypinum. - Vit prøva aftur, vóru boðini úr Hoyvík. Í aðru royndini gekk heldur betur - ella, tá eydnaðist tað Eyðuni Hilduberg [...] veksa um upphæddina við 5.000 krónum, tá hjólið hesaferð steðgaði á 20.000. - Jamen, vit prøva einaferð aftrat, vóru boðini hesaferð. Í triðju og seinastu royndini endaði Eyðun Hilduberg, har hann byrjaði [...] krónum. Og tað var hann slett ikki illa nøgdur við. - Ja, ja, tað er ikki so galið. Túsund takk fyri, vóru seinastu orðini úr Hoyvík í kvøld.
sunnudagin, tó hópur av børnum møttu til leikirnar, sum vóru frá kl. 14 til 16. Leikirnir vóru ætlaðir sum lítil sýnisgluggi til tað, vit kunnu íðka, tá vit frælsast. Eisini var endamálið at vísa vøllirnar fram [...] fram, tá nógv virksemi er í gongd samstundis. Leikirnir fyri børnini sunnudagin vóru skipaðir sum tríkampur, har hvør íðkari luttók í bóltkasti, longdarlopi og 60 m renning. Tíðir og longdir vórðu skrásettar
sum í Nóa Ark í fjósinum hjá Magnus Mikkelsen leygardagin, har eini 20 ymisk sløg av djórum vóru savnaði. Har vóru hestar, kálvar, fleiri sløg av hundum og kettum, dunnur, minifroskar, kaninir, kanariufuglar [...] Djórini, sum vóru við á framsýningini, høvdu eigararnir latið felagnum til láns ókeypis. Framsýningin var væl vitjað, og fyriskipararnir eru sera vælnøgdir við undirtøkuna. - Hetta fara vit at gera aftur [...] at felagsfjós skuldi byggjast, og søkt varð um grundøki á Norðoyri. - Enn er ikki alt greitt, men vit rokna við at fáa økið til keyps, sigur Ólavur. Djóradagurin leygardagin var eitt lið í arbeiðnum hjá
hjá okkum at siga. Onkur gramdi seg um pínu í eitt nú nakkanum, og vit vóna sjálvsagt, at alt spældi væl av, sigur vaktleiðarin. Sum vit hoyrdu fyrr í morgun, hendi eisini eitt ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum [...] ahúsið til kanningar. Leirvíkstunnilin var stongdur í ein stóran tíma, meðan fólkini, sum vóru í bilunum, vóru flutt í sjúkrabilin og til bilarnir, sum gjørdust partur av óhappinum, vórðu fingnir burtur [...] Og tó. Onkrar avbjóðingar vóru í ferðsluni í kavanum, sum var, men sum nú í morgun er kavin burtur á landsvegunum. Millum húsanna liggur nakað av kava enn. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun
uttan iva vóru hesir ætlaðir at halda bilinum, sum stóð í brekkuni. Debes Petersen, stjóri á H.H. Trans var umborð á flogfari, tá vit um døgurðaleitið ringdu til felagið, men av skrivstovuni vóru boðini greið [...] verður. Á hesum bilinum skuldi hetta eisini verið gjørt, men vit kunnu bara staðfesta, at hetta ikki er gjørt. Og tað er absolutt ikki nóg gott, vóru einastu viðmerkingar, sum Magnus Magnussen vildi gera um
var stílreint og tað var kelað fyri detaljunum. Teir vóru væl samanspældir og dugdi væl at upptraðka. Tað, at teir dyrkaðu tað so nógv gjørdi, at vit eisini dyrkaðu tað. Farna vikuskiftið komu Aggrasoppar [...] Bólkarnir, ið kappaðust í gjárkvøldið vóru: deiDei, Ása Helena Brynjarsdóttir, Nimbus Tópus, Eimyrja og Adrenaline at Tað var ein hárfín grensa millum bólkarnar, og dómararnir høvdu eina torføra uppgávu [...] uppgávu, men tá alt kom til alt, so vóru tað Nimbus Tópus og Eimyrja sum komu víðari. Grundgevingin hjá dómarunum var, at image’ið hjá Nimbus Tópus var gjøgnumført. Tað var ein trygg og sikkur framførsla. Ein
væl í Fuglafirði, tá vit taptu 3-1. Í 4-0 sigrinum á Argjum fyri einari viku síðani vóru vit dugnaligir at spæla okkum úr trongum støðum, og vit vóru stinnir í deyðbóltsstøðum. Tað er hugaligt, at Heðin [...] sigrinum ímóti TB. Tað varð ov tepurt hjá okkum, tá vit ikki skoraðu seinna málið fyrrenn í síðstu løtu, tí vit høvdu fleiri stórar møguleikar. Vit hava vunnið fyrr í ár á KÍ, men ta ferðina spældi KÍ [...] fótbólti vóru á skránni. Í fjør tapti KÍ 4-2 ímóti Víkingi, og í fyrraárið vann B36 2-0 á norðoyastevnu. Felags fyri bæði KÍ og ÍF er tað, at liðini síðsta vikuskifti vunnu fulla úrtøku: -Vit spældu væl
hetta er hent, meðan vit hava verið undir hesari lóg. Men tíðin broytist, og tað gera vit eisini. Tað at ein lóg er blivin fimti ára gomul og er bygd upp á tey viðurskifti, sum vóru fyrr, ein slík lóg eigur [...] framdu okkara heimastýrislóg, og sum fyri fimti árum síðan vóru greiðir yvir, at broytingar vóru neyðugar, og úrslitið bleiv so tann skipan, sum vit hava og sum hevur havt stóran týdning fyri okkara framkomna [...] loysingarflokkur, og tað vita teir, sum royna at órógva veljarar Javnaðarfloksins. Vit eru ein samríkisflokkur, sum veit, hvat vit hava og vilja fáa við einari framførdari heimastýrislóg, eina framførda lóg í
verið ótrúliga keðiligt, um vit ikki fingu fatur í honum, og eg var bangin fyri tí, beint áðrenn vit lupu á sjógv. ? Hann lá so langt úti, at vit máttu gera skjótt av, skuldu vit hava fatur á honum, og tíbetur [...] Hannus Kjartani fyri at vera so skilagóður. ? Hann var púra róligur tá vit komu til hansara, og hann gjørdi onga mótstøðu, tá vit tóku í hann. Tað gjørdi tað lættari at fara undir at svimja inn aftur, [...] hann kom upp á turt. ? Meðan eg svam inn eftir, merkti eg at eg byrjaði at troyttast, men av tí at vit vóru tveir, so bar til at koma inn ímóti, sigur Hannus. ? Nú eri eg bara glaður Sum vera man, so fara
Gott er at minnast aftur á tær góðu løturnar, vit høvdu saman í bátinum hjá pápa tínum, tá vit báðir vóru við gággulínu ella snellu. Somuleiðis vóru vit tríggir, pápi tín, eg og tú, eina náttina við línu [...] flenti tú at mær. Tað var tí at vit høvdu tjumsað so nógv við teimum báðum í bilinum og bátinum. Men sama gjørdi, vit fingu nakrar fiskar. Eisini minnist eg vit tríggir vóru við snellu. Tú dugdi so væl við [...] góði, at eg skuldi sita og skriva minningarorð um teg, tað var tað allarsíðsta, eg hevði væntað, tá vit skiltust á verkstaðnum hjá pápa tínum beint áðrenn eg fór avstað síðsta túr. Eg møtti tær við kirkjuna