Ja, ja - tað er ikki so galið

Eyðun Hilduberg í Hoyvík vann 15.000 krónur í gekka-spælinum í kvøld.

Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Jan Gardar.

Hetta var fyrstu ferð, hann hevði fingið fulla plátu, var sloppin ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 230.000 krónur, og Eyðun Hilduberg í Hoyvík valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 80.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum - og streyk nakrar fáar seymir framvið reyða leypinum.

 

- Vit prøva aftur, vóru boðini úr Hoyvík.

 

Í aðru royndini gekk heldur betur - ella, tá eydnaðist tað Eyðuni Hilduberg at veksa um upphæddina við 5.000 krónum, tá hjólið hesaferð steðgaði á 20.000.

 

- Jamen, vit prøva einaferð aftrat, vóru boðini hesaferð.

 

Í triðju og seinastu royndini endaði Eyðun Hilduberg, har hann byrjaði - aftur á 15.000 krónum.

 

Og tað var hann slett ikki illa nøgdur við.

 

- Ja, ja, tað er ikki so galið. Túsund takk fyri, vóru seinastu orðini úr Hoyvík í kvøld.

 

 

 

 

 

 

 

Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Jan Gardar.