Stoyttu saman á landsvegnum við Streymnes

Hóast kavin hesaferð lá í nakrar dagar, og dagarnir fyri kavan vóru kaldir og stundum høvdu svarthálku við sær, hevur ferðslan eftir umstøðunum gingið væl.

Og tó. 

Onkrar avbjóðingar vóru í ferðsluni í kavanum, sum var, men sum nú í morgun er kavin burtur á landsvegunum. Millum húsanna liggur nakað av kava enn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at eitt ferðsluóhapp hendi á landsvegnum í Streymnesi í gjár, har tveir bilar stoyttu saman.

Førararnir í báðum bilunum vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan heldur ikki, at talan var um álvarslig mein.

 

- Men, tað er sjálvsagt trupult hjá okkum at siga. Onkur gramdi seg um pínu í eitt nú nakkanum, og vit vóna sjálvsagt, at alt spældi væl av, sigur vaktleiðarin.

 

Sum vit hoyrdu fyrr í morgun, hendi eisini eitt ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum í morgun, har tveir bilar stoyttu saman, og fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Leirvíkstunnilin var stongdur í ein stóran tíma, meðan fólkini, sum vóru í bilunum, vóru flutt í sjúkrabilin og til bilarnir, sum gjørdust partur av óhappinum, vórðu fingnir burtur, og vegurin varð ruddaður.