Eg og Leon Gunnar høvdu nógvar góðar løtur saman. Tá ið vit vóru í føðingardegi hjá honum, spældu vit væl saman, vit beistaðust, flentu og stuttleikaðu okkum.
Vit vóru ofta í Sandvík fyrr hjá ommuni og abbanum. Vit vóru hjá seyðinum við abbanum, vit hoyggjaðu og koyrdu hoyggj við traktorinum hjá abba, tað hildu vit vera stuttligt.
Leygarkvøldið áðrenn ta óhugnaligu hendingina, tosaðu tú og eg saman í TB-húsinum, vit tosaðu um gamlar dagar, tá ið vit vóru í Sandvík, og um hvat abbin lærdi okkum. Teg lærdi hann at reka og fletta seyð, meg lærdi hann at binda, tá flenti tú.
Leon Gunnar var fittur og hjálpsamur drongur. Hann hjálpti til har, ið hann kundi, og hann segði aldri nei, um nakar bað hann um hjálp.
Leon Gunnar eitur eftir pápa mínum Leon. Eg eiti eisini eftir honum, tað er eitt av tingunum, vit høvdu felags.
Mánadagin tann 22. mars kendi ein óhugnalig hending. Eg trúði tí ikki, tá ið eg hoyrdi at tú ikki var ímillum okkum meira. Hvør vildi trúð, at ein so ungur og fittur drongur skuldi blíva tikin frá familjuni og vinum.
Eg vísi stóra samkenslu við Irdi, Teddy, Angeli og restini av familjuni. Má Gud styrkja tykkum í hesi stóru sorg.
Systkinabarnið Leona L. Johannesen