Djór hittast í Klaksvík

Leygardagin skipaði Norðoya Rossafelag fyri djóradegi í Klaksvík. Í einum fjósi á Uppsølum hevði felagið savnað um 20 ymisk sløg av djórum

Tað var næstan sum í Nóa Ark í fjósinum hjá Magnus Mikkelsen leygardagin, har eini 20 ymisk sløg av djórum vóru savnaði.
        Har vóru hestar, kálvar, fleiri sløg av hundum og kettum, dunnur, minifroskar, kaninir, kanariufuglar  - og enntá ein papageykur , sum dugir at tosa.
        Tað var Norðoya Rossafelag, sum skipaði fyri framsýningi. Felagið varð stovnað í 2000 og er í menning, sigur Ólavur Jóhannesen, formaður.
 
Væleydnað tiltak
 
Í fjør gjørdi felagaði av, at felagsfjós skuldi byggjast, og søkt varð um grundøki á Norðoyri.
- Enn er ikki alt greitt, men vit rokna við at fáa økið til keyps, sigur Ólavur.
Djóradagurin leygardagin var eitt lið í arbeiðnum hjá felagnum at savna pening til fjósið. Ætlanin er, at fjósið skal rúma 20 rossum.
Djórini, sum vóru við á framsýningini, høvdu eigararnir latið felagnum til láns ókeypis.
Framsýningin var væl vitjað, og fyriskipararnir eru sera vælnøgdir við undirtøkuna.
- Hetta fara vit at gera aftur eina aðru ferð, møguliga á
 norðoyastevnu, siga tey.