? Nú eri eg bara glaður

Tað sigur 18 ára gamli Hannus Petersen, sum saman við Høgna Mohr, bjargaði Kjartani Festirstein, tá hann datt á sjógv hósdagin

Tað kundi so lættliga spælt illa av, men av tí at Hannus og Høgni bóru so skjótt at, so vóru tað ikki feigdarboð, men gleðisboð, sum skuldu berast foreldrum Kjartans.

? Sjálvandi var eg bangin tá eg leyp á sjógv, men har var einki annað at gera, tí Kjartan var í dýrastu neyð, sigur Hannus Petersen, sum vísti seg at duga væl at svimja.

Men hvat fær ein 18 ára gamlan mann, at leypa beit á sjógv í slíkum illveðrið?

? Eg haldi ikki, at vit hugsaðu um veðrið. Eg hugsaði, at tað frægasta eg kundi gera var at svimja út eftir honum, tí eg dugi rímuliga væl at svimja. Tí gjørdi eg tað, sigur Hannus Petersen.


Rósar Kjartani

Eins og Høgni gjørdi tað, so rósar Hannus Kjartani fyri at vera so skilagóður.

? Hann var púra róligur tá vit komu til hansara, og hann gjørdi onga mótstøðu, tá vit tóku í hann. Tað gjørdi tað lættari at fara undir at svimja inn aftur, hóast tað var tungt, sigur Hannus.

Veðrið var ikki gott, og tað vóru rættiliga stórar aldur. Umframt tað, so er nógvur tari fram við Argjalandinum, og tað var ikki bara sum at siga tað at koma ígjøgnum.

Tað merkti Hannus eisini, tí hóast hann hevði gott tak á Kjartani, so var hann púra fyrilagstur tá hann kom upp á turt.

? Meðan eg svam inn eftir, merkti eg at eg byrjaði at troyttast, men av tí at vit vóru tveir, so bar til at koma inn ímóti, sigur Hannus.


? Nú eri eg bara glaður

Sum vera man, so fara tankarnir á rull aftaná eina slíka ógvusliga uppliving.

Hannus er einki undantak í so máta, og hóast hann var í skúla fyrrapartin fríggjadagin, so slapst ikki undan at tankarnir snaraðu um hendingina hósdagin.

? Eg eri bara glaður fyri, at alt gekk væl. Tað hevði verið ótrúliga keðiligt, um vit ikki fingu fatur í honum, og eg var bangin fyri tí, beint áðrenn vit lupu á sjógv.

? Hann lá so langt úti, at vit máttu gera skjótt av, skuldu vit hava fatur á honum, og tíbetur, sigur Hannus, sum saman við Høgna heilsaði upp á Kjartan, tá hann fríggjadagin bar teimum eina blómuheilsan við tøkk fyri teirra ómetaliga stóra bragd.