at dystast um, hvør skal vinna FM heitið fyri 2010. Verandi meistari er Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag. Hann verður ringur at taka men í billard er einki avgjørt fyrr enn seinasta umfarinum [...] Eftir eina sera javna og spennandi kapping eydnaðist tað oddaliðnum hjá Klaksvíkar Billardfelag at vinna gull. Havnar Klubbi, sum fekk silvur, gavst tó ikki fyrr enn til seinasta umfar var liðugt. Tá avtornaði [...] kappingarár. Úrslitið av FM kappingini varð annars sera javnt. Javnleikur var í stigum bæði um gullið og um bronsuna. So eyguni avgjørdu, hvør gjørdist vinnari. Aftasta liðið í kappingini var Tvøroyrar
uppskotini um sjey valdømi og uppskotið um fólkaatkvøðu, sum er ætlað at tryggja, at skipanin við einum valdømi yvirlivir. Misbrúk av fólkaatkvøðuni sum institusjón At hava fólkaatkvøðu um valskipan er í sjálvum [...] Óivað hava tær rætt, um metast skal um útlitini hjá teimum kvinnum, sum komu um tinggáttina við seinasta løgtingsval. Tær standa seg ivaleyst frægast við einum valdømi, heldur enn við fleiri. Men medsystrarnar [...] løgtinginum? Við fýra uppskotum um sama mál kann vera ilt at meta um, hvat ið kemur út aftur í hinum endanum, tá ið atkvøtt verður. Eyðsýnt er, at vandin fyri at fáa okkurt makkverk enn einaferð, sum fólk so mugu
Tí stóð nógv upp á spæl, tá liðini hittust aftur í gjárkvøldið. Men hesa ferð var talan um annan dyst, tí minni enn eitt korter var farið, tá Lionel Messi hevði skotið fyrsta málið. Hann rak fram við St [...] seinur at rósa Messi: – Hann er heimsins besti spælari, tí hann spælir undurfullan fótbólt og hevur ótrúliga stóran týdning fyri lið okkara, segði málskjúttin. At ikki einki var um hesi orðini, kundi Messi [...] brádligum skoti. Nú var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, samstundis sum eingin sum helst ivi var um, at Champions League-meistararnir frá undanfarna kappingarári saktans kunnu endurvinna kappingina –
kann vísa á eitt avlop á heilar 24 milliónir krónur eftir skatt fyri árið 2009, og hetta er út við tríggjar ferðir meiri enn í 2008. Síðani 2005 hevur roknskapurin víst eitt avlop, men tey hava verið rættiliga [...] samanfall av góðum veðri og lutfalsliga fáum skaðum og stórskaðum gjørdi sítt til, at árið eydnaðist væl. Tað fegnast vit um, sigur Jean Djurhuus. [...] Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Tryggingargjøldini í 2009 vóru tilsamans 92 milliónir krónur, og tað er ein hækking á 1,3 milliónir krónur samanborið við 2008, svarandi til 1,4%. Hesin vøksturin stavar lutvíst
Steinolvur Geyti og Tróndur Arge megnaðu báðir at kasta spjótið longri enn í fjør. Sjálvt um talan var um eitt spjót, sum vigaði 100 gram meiri enn spjótið, teir kastaðu í fjør, nú teir eru fluttir ein aldursbólk [...] klingruni. Væl er vant At enda var so kappingin í trístøkki, har Trygvi Laksáfoss betraði sítt met við yvir einum metri og er í nánd av at røkka upp á 11 metrar. Hallur Simonsen kom fyrstu ferð út um níggju metrar [...] seg eisini í trístøkki leygardagin, har hon kom út á 7,69 metrar. Hetta er fyrsta kapping í trístøkki hjá Hvirluni, so tí gjørdist talan um felagsmet hjá kvinnum. Samanumtikið vísti kappingin leygardagin
Kyndil-VÍF 29-30 (12-15): Enn er finaluplássið hjá VÍF ikki bókað, men tað er nær við. Fjórði sigurin av fýra møguligum við Haraldi Bjørgvin sum venjara kom til høldar sunnudagin, og nú er VÍF trý stig undan [...] fekk Kyndil enn ein møguleika, sum tó endaði við einum seinasta og úrslitaleysum tríggjametra-kasti. Finaluklárir Sigurin ber við sær, at VÍF nú er trý stig undan restini í kapprenningini um pláss í FM-finaluni [...] FM-finaluni, har Neistin er mótstøðuliðið. Og tað er øll orsøk at rokna við, at VÍF staðfestir hetta plássið, tá teir næstu ferð eiga heimadyst móti KÍF. Síðani venjaraskiftið hava vestmenningarnir verið
almenni yvirbygningurin er alt ov stórur, er Búskaparráðið ikki so avgjørt. - Har er talan meiri um ein politiskan spurning. Reint búskaparliga er tað ikki neyðturviliga ein trupulleiki. Er almenni sektorurin [...] ni, sum gjørligt. - Hetta er eisini galdandi fyri mvg-lógina og aðrar avgjaldsskipanir, tí tað ræður um at hava so reinar skipanir sum tilber, sigur Thomas Dam. Men tá talan er um almennu umsitingina, [...] hava, er ikki bert altjóða fíggjarkreppan, men hon kemst eisini av, at vit konsekvent hava lækkað um inntøkurnar, meðan vit hava vaksið um útreiðslurnar seinastu átta-tíggju árini. - Blokkurin er lækkaður
skotið 34 mál og tað eru einans FCK og Brøndby, sum hava gjørt hetta betri enn uppflytararnir. Munur á uppflytarum Er støðan góð í Silkeborg, so er hon munandi øðrvísi hjá hinum uppflytaraliðnum Køge. Teir [...] eftir dystin. – Ja, vit ivaðust leingi í, um tað yvirhøvur var ráðiligt at spæla dystin, soleiðis sum vøllurin sá út. Men nú kunnu vit ikki siga annað enn, at hetta er fantastiskt, segði sera fegni Christian [...] at tað hevur gingið so væl hjá okkum, heldur Christian Lamhauge Holst, sum vísir aftur, at talan er um hepni hjá uppflytarunum. – Vit eru ikki hepnir longur. Eftir góðu úrslitini eru vit farnir at trúgva
Seloy er tað blivið ein vani, at tey hava heiðursmerki av gyltum slagi hangandi um hálsin, tá tey koma heimaftur frá DM-kappingini. Henda kapping var í Skive um vikuskiftið, og enn eina ferð eydnaðist teimum [...] við í 1.500 metra renningini í sama bólki, har hon enn eina ferð rann frá øllum hinum og vann gull við tíðini 4.47,95 minuttir. Eingin ivi um, at hetta var eitt serstakliga gott avrik hjá henni báðar dagarnar [...] gullmerki. Talan er um blaðunga morskranesdrongin, Marnar Djurhuus, sum í heyst rann fullan marathontein, tá skúlarenning var á Strondum. Fyri tað fekk hann skreytblað og umrøðu á hesum síðum, tí hetta var merkisvert
í verandi samgongu tykjast at hugsa meira um fiktivt serføroyskt uttanríkisráð fyri 50 milliónir enn um trivnaðin hjá fólkinum í Føroyum. Álvaratos, man hetta ikki vera heimsins dýrasta táta so ruddiliga [...] kortini; alternativið er samgongan 1998-2003 – og tað er ræðandi. Myrk skýggj eru á luftini. Bakbitið, sum Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, fekk alment í bløðunum nú um dagarnar, er sera ódámligt. Tær [...] at barometrið er sloppið í tað føroysku orðabókina men ikki termometur og temperaturur? Og hví hava okkara fjølmiðlar útihýst varman í Føroyum? Hjá teimum er hiti í Føroyum 365 dagar um árið – og eingin