Lagt var fyri við spjótkasti, har sjey kappaðust. Helgi Geyti hevði sett sær fyri at røkka 40 metrar, men hóast tað ikki eydnaðist, kom hann so nær, at bara seks sentimetrar restaðu í at røkka málinum. Tann, sum tó hevði størstu framgongdina, var Hallur Simonsen, ið kastaði spjótið yvir fimm metrar longri, enn hann hevði gjørt áður.
Steinolvur Geyti og Tróndur Arge megnaðu báðir at kasta spjótið longri enn í fjør. Sjálvt um talan var um eitt spjót, sum vigaði 100 gram meiri enn spjótið, teir kastaðu í fjør, nú teir eru fluttir ein aldursbólk upp, so megnaði Steinolvur at kasta tveir metrar longri og Tróndur ein metur longri. Hanus Bergsson bøtti eisini um sítt persónliga met við hálvum metri.
Framgongd í klingru
Í vetur hava fleiri ítróttargreinar havt trupulleikar av nógva kavanum, sum hevur ligið leingi, og so hevur eisini verið í klingruvarpi, og tí vóru kanska ikki so stórar vónir um tey stóru úrslitini.
Men allíkavæl eydnaðist fleiri av íðkarunum at seta góð, persónlig met.
Serliga Helgi Geyti og Hallur Simonsen gjørdu ein ordans vørr. Helgi betraði bólkametið við yvir tveimum metrum, so hann bara var 23 sentimetrar frá at røkka út á 30 metrar, og Hallur gjørdi enn eina ferð størsta lopið í framgongd, tá hann betraði persónliga met sítt við yvir hálvumsjeynda metri. Hallur var leygardagin í øllum sínum vørpum væl betur enn gamla met sítt.
Eisini Hanus Bergsson betraði sítt persónliga met, eins og Tróndur Arge, Steinolvur Geyti og Trygvi Laksáfoss allir settu nýggj persónlig met, nú teir fyri fyrstu ferð kappaðust við hálvtannað kilo tungu klingruni.
Væl er vant
At enda var so kappingin í trístøkki, har Trygvi Laksáfoss betraði sítt met við yvir einum metri og er í nánd av at røkka upp á 11 metrar. Hallur Simonsen kom fyrstu ferð út um níggju metrar, og Tróndur var bara seks sentimetrar frá at røkka tað sama. Hanus Bergsson var fyri fyrstu ferð við í trístøkki, men kortini megnaði hann at koma út á 8,75 metrar.
Meifríð Hansen, sum mest fæst við klingruvarp, royndi seg eisini í trístøkki leygardagin, har hon kom út á 7,69 metrar. Hetta er fyrsta kapping í trístøkki hjá Hvirluni, so tí gjørdist talan um felagsmet hjá kvinnum.
Samanumtikið vísti kappingin leygardagin, at tey ungu hava vant væl í vetur, og í Hvirluni rokna tey við, at enn størri framgongd verður at síggja í summar. Eisini fegnast tey um, at Rógvi Højgaard er sloppin av við skaðan, sum hevur darvað síðstu tvey árini, so hann leygardagin hevði sítt longsta spjótkast síðani Oyggjaleikirnar á Rhodos í 2007.