Vit eru góðir

Christian Lamhauge Holst skoraði í sannførandi sigrinum hjá Silkeborg á Køge. Uppflytararnir liggja eftir vetrarsteðgin nummar fýra í SAS-deildini, og tað gevur sjálvsálit. – Nú er ikki longur talan um hepni. Vit eru góðir, sigur føroyski landsliðsleikarin

Silkeborg hevur tikið flest øll í Danmark á bóli. Christian Lamhauge Holst og hinir í Silkeborg spældu seinasta ár í næstbestu deildini, har teir ikki vóru serliga sannførandi.
Tað eydnaðist teimum kortini at spæla seg upp í SAS-deildina, har hava verið ógvuliga sannførandi og hava yvirraskað tey flestu, eisini seg sjálvar.
– Vit eru sera yvirraskaðir. Ikki minst tí, at vit upp á ongan máta imponeraðu seinasta kappingarár, men spæla frálíkan fótbólt nú vit eru fluttir eina deild upp, sigur Christian Lamhauge Holst.

Eru ikki hepnir
Tá danska fótbóltskappingin fór í vetrarfrí, lá Silkeborg á fjórða plássi. Um vikuskiftið vaknaði fótbóltsdanmark aftur úr dvala, og Silkeborg liggur framvegis á fjórða plássi.
– Tað hevði alstóran týdning, at vit fingu eina góða byrjan eftir steðgin. Ikki minst tí, at vit hava nógv at liva upp til, eftir at tað hevur gingið so væl hjá okkum, heldur Christian Lamhauge Holst, sum vísir aftur, at talan er um hepni hjá uppflytarunum.
– Vit eru ikki hepnir longur. Eftir góðu úrslitini eru vit farnir at trúgva upp á okkum sjálvar og spæla eisini væl. Øll hasi tingini hanga saman, so tað heila sær rættiliga skilagott út hjá okkum, sigur Christian Lamhauge Holst.
At okkurt er um tað, Christian Lamhauge Holst førir fram, sæst aftur á stigatalvuni. Silkeborg hevur vunnið níggju av sínum 19 dystum, spælt fimm javnleikir og hevur tapt hinar fimm. Somuleiðis hevur liðið skotið 34 mál og tað eru einans FCK og Brøndby, sum hava gjørt hetta betri enn uppflytararnir.

Munur á uppflytarum
Er støðan góð í Silkeborg, so er hon munandi øðrvísi hjá hinum uppflytaraliðnum Køge. Teir hava einans vunnið ein dyst. Eins og Silkeborg hevur Køge hálað fimm javnleikir í hús, men ósigurin fyri Holst og hinum í gjár, var nummar 13 hetta kappingarárið.
Leingi varð tó ivast í, um dysturin millum HB Køge og Silkeborg IF skuldi spælast í gjár. »Underlaget i Køge lignede noget, som ville blive afvist i Zulu Djævleræs. Is, mudder og vandpytter var fordelt ud over noget, der bedst kan betegnes som en pløjemark«, skrivaði danska heimasíðan spn.dk eftir dystin.
– Ja, vit ivaðust leingi í, um tað yvirhøvur var ráðiligt at spæla dystin, soleiðis sum vøllurin sá út. Men nú kunnu vit ikki siga annað enn, at hetta er fantastiskt, segði sera fegni Christian Lamhauge Holst, tá Sosialurin tosaði við hann eftir dystin í gjár.
Holst skoraði síðsta málið í dystinum, sum endaði 1-4 til Silkeborg. Føroyski landsliðsleikarin kom á vøllin í 57. minutti og ein minutt seinni, tá Holst nært bóltin fyri fyrstu ferð, fór hann í netið.