Hjá Bjørk Herup Olsen og Rúna Seloy er tað blivið ein vani, at tey hava heiðursmerki av gyltum slagi hangandi um hálsin, tá tey koma heimaftur frá DM-kappingini. Henda kapping var í Skive um vikuskiftið, og enn eina ferð eydnaðist teimum báðum at vinna kappingar og heiðursmerki.
Men eisini var stuttligt at síggja, at ungi morskranesmaðurin, Marnar Djurhuus, sum fyri kortum er komin upp í skipaðu renningina, eisini megnaði at vinna eitt gullmerki og annars gera vart við seg í teimum kappingum, hann var partur av.
Hetta boðar frá góðum fyri framtíðina, tí hesi trý saman við Rebekku Fuglø og Jan Elmari Sørensen eru ung og hava tíðina fyri sær. Øll fimm eru nøvn, vit kunnu vænta okkum at hoyra meira til, tá tað kemur til renning, bæði burturi og heima.
Gull og føroysk met
Bjørk Herup Olsen gjørdi bart í báðum kappingunum, hon var við í, so tí kemur hon nú heimaftur sum tvífaldur danmarksmeistari. Fyrra kapping hennara var í 3.000 metra renning fyri gentur 18-19 ár leygardagin. Har sprongdi hon føroyska metið við 14 sekundum, tá hon vann við tíðini 10.02,47 minuttir – umframt at hon var heili 25 sekund framman fyri næsta rennaran í kappingini!
Men har steðgaði Bjørk tó ikki, tí í gjár var hon við í 1.500 metra renningini í sama bólki, har hon enn eina ferð rann frá øllum hinum og vann gull við tíðini 4.47,95 minuttir. Eingin ivi um, at hetta var eitt serstakliga gott avrik hjá henni báðar dagarnar.
Eisini Rúni Seloy, sum kappaðist í bólkinum dreingir 15-16 ár, legði bragdliga fyri, tá hann leygardagin vann gull á 800 metra teininum, samstundi sum hann við tíðini, ið var 1.59,62 minuttir, fyri fyrstu ferð setti nýtt føroyskt met.
Sunnudagin kappaðist Rúni í einum eldri aldursbólki, dreingir 16-17 ár, men eisini har megnaði hann at vinna heiðursmerki og seta nýtt føroyskt innanduramet. Hann rann teir 400 metrarnar við tíðini 52,35 sekund, sum rakk til bronsu.
Marnar blandar seg
Tað gleðiliga við innandura kappingini í Skive var, at eitt triðja navn eisini blandaði seg uppí toppin og fór avstað við einum gullmerki. Talan er um blaðunga morskranesdrongin, Marnar Djurhuus, sum í heyst rann fullan marathontein, tá skúlarenning var á Strondum. Fyri tað fekk hann skreytblað og umrøðu á hesum síðum, tí hetta var merkisvert.
Í vetur hevur hann fyri fyrstu ferð vant regluliga saman við øðrum og verið við í kappingum, og nú hann fekk møguleikan í DM-kappingini, tók hann av, tí hann kemur heimaftur við tveimum heiðursmerkjum.
Marnar vann í gjár gull á 1.500 metra teininum í bólkinum dreingir 14-15 ár, og har gjørdist hann sostatt danskur meistari við tíðini 4.25,73 minuttir. Eisini leygardagin hepnaðist væl hjá honum, tá hann í sama bólki vann silvur á 800 metra teininum við tíðini 2.14,91 minuttir.
Hinir báðir rennararnir, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen, blivu bæði tvey nummar seks í sínum kappingum leygardagin. Í gjár rann Rebekka 400 metrar og Jan Elmar 1.500 metrar, men tey fingu ikki tíðir, ið rukku til heiðursmerki.