Mánadagin kunngjørdi Búskaparráðið sína hálvárligu búskaparfrágreiðing.
- Tað, sum vit gera í hesari frágreiðingini er, at vit taka tráðin upp frá frágreiðingini í heyst, tá vit ikki komu við nøkrum ítøkiligum tilmæli um, hvussu vit kunnu koma burtur úr teirri støðu, vit eru komin í, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Hann sigur, at orsøkin til ta kreppu, vit hava, er ikki bert altjóða fíggjarkreppan, men hon kemst eisini av, at vit konsekvent hava lækkað um inntøkurnar, meðan vit hava vaksið um útreiðslurnar seinastu átta-tíggju árini.
- Blokkurin er lækkaður og tað sama er skatturin, meðan útreiðslurnar samstundis eru hækkaðar munandi. Tað ber sjálvandi til, um tingini annars hanga saman, men at gera bæði tvey samstundis í longri tíð førir til, at vit fáa ein bygnaðarligan trupulleika. Tað vildu vit fegin stóð eftir í frágreiðingini, og tað haldi eg eydnaðist, sigur Thomas Dam.
Til hesa nýggju hálvárligu frágreiðingina, sum varð almannakunngjørd mánadagin, hevur Búskaparráðið serliga arbeitt við, hvørjar møguleikar ráðið sær fyri at koma burtur úr teirri støðu, vit eru komin í.
- Har vísa vit á tvey høvuðsting. Tað eina er, at neyðugt verður at halda aftur í almennum útreiðslum, og har mæla vit til, at almennu íløgurnar og raksturin ikki hækka meiri enn tvey prosent um árið, sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at talan tá verður um eina herðing í tálmanini, og tað vil siga, at neyðugt verður at spara, tí vanligur kostnaður og lønir plaga at hækka meiri enn tey tvey prosentini, og tí verður neyðugt at halda aftur í útreiðslunum.
Tillaging
Hetta merkir so aftur, at neyðugt verður at arbeiða við rationaliseringum.
- Tað vil siga, at vit mugu gera tað, vit gera, bíligari og betri, men tað verður eisini neyðugt við effektiviseringum. At kanna eftir, um vit gera tað rætta. Eru tænastur, ið okkum ikki tørvar longur, ella eru aðrar tænastur, ið vit eiga at seta á stovn, sigur Thomas Dam.
Hin parturin fevnir um nøkur ítøkilig tiltøk, sum hava trý sikti. Tað eina er ynski um, at vinnulívið skal hava somu treytir at arbeiða undir.
- Har hava vit víst á tilfeingisvinnurnar, oljuvinnuna, alivinnuna og eisini fiskivinnuna, sigur Thomas Dam.
Ein annar partur er at fáa neyðugu tillagingina í gongd innan fiskivinnuna soleiðis, at tann yvirkapasitetur, sum er, kann lagast til.
- Vit hava rættiliga nógv skip í mun til tað fiskatilfeingi, sum er, so spurningurin er, hvussu veiðiorkan betri kann svara til fiskitilfeingið, og harvið fáa meiri burtur úr tilfeinginum. Og har hava vit so nøkur tilmæli um, hvussu tað kann gerast, sigur Thomas Dam.
Triðja er, at Búskaparráðið hevur nøkur ítøkilig uppskot til, hvussu breiðkast og stabiliserast kann um skattaintøkuna hjá landinum.
- Og tað er har, at nógv umrøddi ognarskatturin er ein partur av uppskotinum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
Gjalda fyri tænastur
Eitt av uppskotunum hjá Búskaparráðnum er at avtaka sjómannafrádráttin, og tað er nakað, ið møtir mótstøðu frá fleiri síðum. Millum annað verður ført fram, at verður sjómannafrádrátturin avtikin, fer hetta at føra til eitt exodus av føroyskum sjómonnum til onnur lond.
- Sjómannafrádrátturin er nakað, ið varð sett í gildi fyri nøkrum árum síðani av ávísum orsøkum, men tað, sum vit hava lagt upp til er, at vit hava eina so reina skattaskipan sum gjørligt, sum ikki hevur slík undantøk. Og í hvønn mun ein avtøka av hesum frádráttinum verður við til at avgera, um fólk verða verandi í Føroyum ella ikki, so má tann trupulleikin takast upp til ta tíð, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið hevur í sínum lag lagt upp til, at avtaka so nógv undantøk í skattaskipanini, sum gjørligt.
- Hetta er eisini galdandi fyri mvg-lógina og aðrar avgjaldsskipanir, tí tað ræður um at hava so reinar skipanir sum tilber, sigur Thomas Dam.
Men tá talan er um almennu umsitingina, har fleiri meta, at føroyski almenni yvirbygningurin er alt ov stórur, er Búskaparráðið ikki so avgjørt.
- Har er talan meiri um ein politiskan spurning. Reint búskaparliga er tað ikki neyðturviliga ein trupulleiki. Er almenni sektorurin stórur, so er tað tí vit ynskja at veita nógvar almennar tænastur, og ynskja vit tað, siga vit samstundis, at vit góðtaka ein lutfalsliga høgan skatt, sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at vilja vit hava eitt samfelag á støði við grannarnar uttan um okkum, mugu vit eisini rinda ein skatt á teirra støði.
- Men neyðugt er at koma burtur úr teirri søtðu, at inntøkurnar støðugt minka, meðan útreiðslurnar vaksa, og tá er tað okkara skylda sum Búskaparráð at eftirmeta, um tað var rætt at lækka blokkin, um tað var rætt at lækka inntøkurnar, og hinvegin, um tað var rætt at hækka útreiðslurnar, sigur Thomas Dam.
Almenna spælir við
Føroyingar hava eina serliga avbjóðing av tí at vit eru so tengd at inntøkunum frá fiskivinnuni, sum er ein sera óstøðug vinna.
- Tað er rætt, at føroyski búskapurin er sera opin. Vit innflyta so at siga alt, sum vit brúka, meðan ein stórur partur av okkara framleiðslu verður útfluttur. Vit hava ein tilfeingisbúskap, sum svingar við fiskivinnuni, sum vit vita svingar nógv, sigur Thomas Dam.
- Vit hava eitt annað bein at standa á, sum eitur alivinnan, men hon svingar eisini nógv.
Tí er tað sera umráðandi hjá okkum at hava eina góða búskaparstýring, og at vit sleppa burtur úr at tillaga almennu útreiðslurnar eftir, hvussu støðan er í búskapinum. Tað hava vit havt alt ov nógv av, og harvið ger tað almenna útsvingini størri enn neyðugt, sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at Búskaparráðið í sínari frágreiðing vísir á, at vit upp gjøgnum 80-ini, tá tíðirnar vóru góðar, øktu um útreiðslurnar og gjørdu harvið uppgongdina størri enn hon átti at vera.
- Tá vit so koma inn í 90-ini og kreppuna, má tað almenna byrja at spara bæði upp á rakstur og íløgur, og ger harvið kreppuna verri. Nú hava vit so upplivað frá ár 2000 og frameftir, at tað almenna aftur hevur spælt við og økt um útreiðslurnar, meðan inntøkurnar eru lækkaðar, og harvið stimbrað um tann vøkstur, sum hevur verið, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið sigur tí í sínari frágreiðing, at tað almenna eigur at taka støðu til, hvat tað er fyri tænastur, ið ætlanin er at bjóða borgarunum, og so halda fast við tað.
- Vit eiga ikki at skrúva upp og niður fyri almennu tænastunum alt eftir, hvussu støðan er í búskapinum, men at tryggja, at javnvág er í yvir árini. Vit eiga at syrgja fyri, at gott avlop er í góðum árum og ikki freistast at nýta tað yvirskotið, men leggja tað til síðis. So kunnu vit betri góðtaka eitt hall í ringum árum, sigur Thomas Dam.
Tilfeingisgjald
Tað er eingin loyna, at serliga fiskivinnan hevur ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Hvussu væntar Búskaparráðið so, at serliga fiskivinnan hevur ráð at gjalda eitt tilfeingisgjald?
- Nú veldst um, hvussu eitt slíkt gjald verður snikkað til. Tað hava verið ógvuliga nógvir tankar uppi og vent, og vit hava ikki lagt okkum á nakað ávíst. Vit hava bara víst á, at tá tú hevur eina vinnu, sum troytir tað náttúru tilfeingi, sum er, og sum vit øll eiga, so er tað ræt,t at rindað verður fyri tað og ein ikki bara fær tað forerandi. Eisini tí vit síggja innan fyri fiskivinnuna, at til ber at selja hesi rættindi víðari, sigur Thomas Dam.
Hann vísi til, at innan oljuvinnuna er talan um ein kolvetnisskatt, sum er settur saman á ein serligan hátt, eisini soleiðis, at fær vinnan ein óvanliga stóran vinning, verður skattur rindaður eftir tí. Teir tankarnir hava eisini verið frammi í Búskaparráðnum.
- Í Ólavsøkupakkanum er eisini eitt uppskot um eitt víddargjald, sum eisini er eitt slag av tilfeingisgjaldi, og vit hava so gjørt okkum tankar um, at javnseta hesar vinnurnar soleiðis, at vit fáa eitt líknandi tilfeingisgjald fyri fiskivinnuna, sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at tað finnast fleiri mátar, sum hetta kann gerast upp á, men at skipanin er rættiliga fastløst fram til 2018, tá verandi loyvir ganga út.
- Tað ber ikki til at fara inn í tær avtalurnar, og tí hava vit lagt upp til, hvussu vit kunnu gera nakrar tillagingarloysnir, og hava nøkur uppskot til tað. Men tað er umráðandi, at goldið verður fyri tey loyvir, ið givin verða, sigur Thomas Dam.
Hann heldur, at júst við at loyvini verða seld til hægstbjóðandi tryggjar, at sunn kapping kemur í vinnuna, tí tað vilja til eina og hvørja tíð verða tey dugnaligastu reiðaríini, ið fáa mest burtur úr, sum ogna sær fiskiloyvini.
Almenn skuld
Eitt av tilmælunum hjá Búskaparráðnum er ognarskattur, men fyri at seta ein slíkan í verk er neyðugt, at ognirnar fyrst verða mettar í virði.
- Í dag finst eingin nøktandi skipa í Føroyum í so máta, og tí er tað ein fyritreyt, at ein almenn meting av virðinum á fastognum fæst í lag. Men tá tey viðurskiftini eru komin í rættlag er einki til hindurs fyri, at ognarskattur verður settur í gildi, sigur Thomas Dam.
Men eitt eru ymsu tiltøkini, sum skulu setast í gildi, eitt annað er, hvussu leingi tað kann draga út, áðrenn javnvág aftur kemur á fíggjarlógina.
- Tað, sum vit hava sagt, er, at tað er umráðandi at fáa tamarhald á støðuni. Tað er helst ógjørligt at umganga, at vit fáa eina ávísa almenna skuld, tí bara í ár fáa vit eitt hall á fíggjarlógini á 850 milliónir krónur, og tað eru ófatiliga nógvir pengar. Tað er ikki gjørligt at fáa eitt hall av teirri stødd burtur beinanvegin og tað vil so siga, at vit fara at hava eina skuld í nøkur ár fram, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið heldur tó, at av tí at almenna skuldin ikki er so stór at byrja við, tola vit at hava hall í nøkur ár.
- Men neyðugt verður at gera nøkur tiltøk beinanvegin soleiðis, at vit fáa tamarhald á hallinum og teirri vaksandi skuldini. Vit meta, at um hildið verður aftur upp á almennar útreiðslur og vit megna at gjøgnumføra tað slag av tiltøkum, sum Búskaparráðið mælir til, ber til at umganga, at almenna skuldin fer upp um 40% av BTÚ, ið er eitt mál, ið verður brúkt at samanlíkna almenna skuld millum lond, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.