Kyndil-VÍF 29-30 (12-15):
Enn er finaluplássið hjá VÍF ikki bókað, men tað er nær við. Fjórði sigurin av fýra møguligum við Haraldi Bjørgvin sum venjara kom til høldar sunnudagin, og nú er VÍF trý stig undan hinum fýra liðunum. Bara tveir dystir eru eftir, og tí er ein sigur í øðrum av hesum nóg mikið hjá vestmenningum, um teir aftur í ár skulu verða partur av FM-finaluni.
Seinnu umførini hevur VÍF eisini spælt sum ein komandi FM-biðil, og tað var ikki líkt til, at teir skuldu fáa teir heilt stóru trupulleikarnar av Kyndli.
Uppgerðirnar millum liðini hava mangan verið bæði harðar og intensar, men fyrstu 40 minuttirnar sást mest sum einki av hesum. Dómararnir hildu spælarunumr í stuttum tjóðri, soleiðis at spælið ongan tíð gjørdist harðligt, og leikliga var VÍF somikið greitt við yvirlutan, at spenningur at kalla ikki var í dystinum.
Ov seinført spæl
Hjá Kyndli gekk spælið hinvegin alt ov seint fyri seg, og tí munaði tað so lítið, at Magnus Matras hevði ein av sínum góðu døgum í málinum.
Í málum var munurin kanska ikki so ovurstórur, men vestmenningarnir komu munandi lættari til síni, og tá teir stutt eftir steðgin øktu munin til seks mál, mundu tey flestu halda, at nú var leyst og liðugt.
Í eini roynd at venda dystinum, valdi Kyndil at verja 4-2, soleiðis at Áki Olsen og Sámal Joensen vórðu mest sum tiknir úr spælinum. Og tað gav eisini at bíta hjá VÍF, sum nú av álvara kom í trupulleikar.
Eli Müller spældi tó ein branddyst í málinum, og hetta saman við nøkrum ordans høggum frá Magnusi Müller, tá mest stóð á, syrgdi fyri, at Kyndil ongan tíð kom framum, hóast trýstið var stórt. Tvær ferðir komu teir upp á javnleikin, men tað eydnaðist teimum ongan tíð at toga seg avgerandi málið framum.
Ógloymandi endi
Og so gjørdist talan um ein enda, sum tey fægstu munnu gloyma í bræði.
Kyndil hevði javnað til 29-29, tá Áki G. Olsen royndi seg við undirhondsskoti. Bólturin tók fyrst og vinstra og síðani í høgra stólpa, áðrenn hann rakti bakið á Erlendi Johannesen í Kyndils-málinum. Bólturin lá at kalla stillur, men tað visti málverjin ikki av, og tá hann skundaði sær at snara sær á, kom hann at skumpa bóltin í meskarnar. Ein mest sum syrgiligur endi á dystinum fyri Erlend, sum annars hevði mest sum lukkað málið av seinasta korterið.
Áki G. Olsen fekk løtu seinni møguleikan at køva allan spenning, tá hann fangaði bóltin, meðan Kyndil hevði skapt yvirtal við at skifta útispælara inn fyri málverjan. Men av miðum vølli tveitti hann bóltin við síðuna av málinum, og so fekk Kyndil enn ein møguleika, sum tó endaði við einum seinasta og úrslitaleysum tríggjametra-kasti.
Finaluklárir
Sigurin ber við sær, at VÍF nú er trý stig undan restini í kapprenningini um pláss í FM-finaluni, har Neistin er mótstøðuliðið.
Og tað er øll orsøk at rokna við, at VÍF staðfestir hetta plássið, tá teir næstu ferð eiga heimadyst móti KÍF. Síðani venjaraskiftið hava vestmenningarnir verið at kalla flúgvandi, og skal nakar skala annars suverena Neistaliðnum, so er VÍF í løtuni so nógv tað besta boðið.
Kyndil, KÍF, H71 og StÍF gerast mest sannlíkt ov stutt í hesi kapprenningini, men tað man vera ein lætti fyri hesi, at niðurflytingarspurningurin nú neyvan verður aktuellur.