Tað eru pengarnir, býtti

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur
--------

»It is the economy, stupid«. Soleiðis ljóðaðu slagorðini hjá Bill Clinton, tá ið hann rak valstríð móti George Bush Eldra í 1992. Vit eru mong, sum hava hug at siga tað sama, men við okkum sjálvi í sambandi við spurningin um Føroyar sum eitt valdømi, tí týdningurin av pengunum varð undirmettur, tá ið avgerðin varð skrumblað ígjøgnum í 2007.

Ávaringarnar vóru har.
Tað vóru tey, ið ávaraðu um, at pengarnir fóru at hava meira at siga, hvør ið varð valdur, fingu vit valskipan við bert einum valdømi.
”Verða Føroyar eitt valdømi, vera tað bara tey ríku og tey, sum selja seg sjálvi, ið hava nakran sum helst møguleika at verða vald á løgting. Verða Føroyar eitt valdømi, er tað ein stórur vandi fyri fólkaræðið. Og ein vandi er, at vanlig fólk fara ikki at hava nakran sum helst møguleika at klára seg í politikki. Tvørturímóti er neyðugt at vera antin ríkur, ella korruptur fyri at hava nakran møguleika at verða valdir.” Soleiðis varð Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur endurgivin fyri at siga á Trapputingi í Miðlahúsinum á heysti 2007. (Sosialurin 4. september 2007). Onnur søgdu nakað líknandi við sama høvi.

”Eg fór skeivur.”
Soleiðis tók ein tingmaður til, sum eg hitti í býnum herfyri. Hann hevði verið ein hin ídnasti forsprákarin fyri einum valdømi, men varð kløkkaður av, hvussu hundadýrt tað síðani bleiv at vera við í valstríði undir nýggju treytunum. Sjálvur hevði hann brúkt út við hundrað túsund krónur úr egnum lumma, men hann visti um fleiri sum høvdu brúkt oman fyri hálvu milliónina. Hann er ein av teimum tingmonnunum, sum hava skift støðu síðani heystið 2007. At pengarnir hava broytt politisku spælireglurnar, fekk hann undirstrikað við hesum lakoniska spurningi: ”Hví heldur tú, at vit ikki hava fingið nýval fyri langari tíð síðani?”

Týdningurin av pengunum
Sjálvandi. Tá ið tey, ið vald verða, skulu so langt niður í egnan lumma fyri at hava nakran møguleika í einum valstríði, so vilja tey, ið koma inn á ting, helst sita øll fýra árini á tamb, so at tað kann koma at hanga saman millum útreiðslur og inntøkur. Tankin um at noyðast í egnan lumma aftur so stutt aftaná at hava havt slík útlegg ræðir tingmenn frá at virka fyri nývali, har politiska støðan vanliga hevði kravt tað fyri at koma úr politiskari naggatódn.
Hetta rák verður væntandi sterkari, sum frálíður. Mong teirra, sum í dag manna tingið, kunnu klára seg við at vera sjónlig í politiska arbeiðnum, men hjá nýggjum fólkum, ið hava hug at bjóða seg fram, er eingin vegur uttan um egna lumma, uttan so at tey eru kend sjónvarpsandlit frammanundan. Flokkarnir hava ikki ráð til veruliga at stuðla teimum, teir rekrutéra, og vilja alt meira gerast innantómar valmaskinur, har pengamenn slota eftir, hvar frægast er at gera sína íløgu at vinna sær eina politiska karriéru.

Pengamenn vinna – einki eitur pengakvinnur
Vit hava orðið ´pengamenn´, men ikki eitt tilsvarandi fyri kvennkynið, ´pengakvinnur´ ella ´pengakonur´. Hóast vit hava javnstøðu á mongum økjum, so forðar tann kaldi veruleikin fyri, at eitt tílíkt orð kann fáa almenna meining.
Tá ið uppskotið um eitt valdømi var til viðgerðar á heysti 2007, tóku flest allar kvinnur undir við tí, tí mett varð, at tað fór at fremja kvinnuumboðanina á tingi. Og flest onnur, ið mettu um útlitini fyri kvinnuumboðan undir hesum treytum, vóru samd í hesari meting. Men tá varð spurningurin um pengarnar yvirhøvur undirmettur.
Ikki óvæntað so hava mótmælini móti at fara frá aftur tí eina valdøminum til fleiri verið harðmæld frá kvinnu síðu. Seinast við felags yvirlýsingini hjá kvinnum á tingi og í landsstýrissessum. Óivað hava tær rætt, um metast skal um útlitini hjá teimum kvinnum, sum komu um tinggáttina við seinasta løgtingsval. Tær standa seg ivaleyst frægast við einum valdømi, heldur enn við fleiri. Men medsystrarnar, sum seinni skulu royna at gera teimum bragdið eftir, vilja hava tað munin truplari í kapping við væl polstraðar pengamenn.
Afturat tí veruleika, at kvinnur sum heild ikki hava somu pengar at ráða yvir til íløgur í eina politiska karriéru, kanst tú eisini ivast í, um kvinnur høvdu vilja brúkt peningin eins glaðiliga og menn upp á slíkt.
Stutt eftir at eg hevði skift orð við umvenda tingmannin, ið var blivin kløkkur av, hvussu sterkt vald pengarnir tóktust at fáa, so spurdi eg ein kvinnuligan starvsfelaga, sum sat á løgtingi eitt skifti, meðan CHE-samgongan var, um hon ætlaði at stilla upp aftur við eitt komandi løgtingsval. ”Nei, eg havi ikki ráð”, kom svarið prompte.
Orsakað av pengunum so er tað rættuliga væl hugsandi, at skipanin við einum valdømi fer at roynast ein følsk trygd fyri dyggari kvinnuumboðan.

Smærru flokkar minni møguleikar.
Uppskotið um eitt valdømi tóktist at vera meira vælkomið millum smærru flokkarnar enn størru, tá ið tað kom fram. Treyðugt so. Tí tað slapp teimum undan tí baksinum at skula skipa listar í sjey valdømum, har tað var so sum so við lokalum feløgum. Og tað slapp teimum undan at verða frávaldir, tí veljarin vildi hava ávirkan á, hvørt av teimum valevnum, sum høvdu realistiskan kjans at verða valdømisvalt, skuldi sleppa á ting. Men spurningurin verður, sum frá líður við einum valdømi, hvussu nógvir pengamenn vilja leggja íløguna hjá smáum flokkum. Ivaleyst er Sjálvstýrisflokkurin meira útsettur í so máta enn Miðflokkurin, har rekrutéring, agitasjón og rakstur fer fram undir øðrum fortreytum enn hjá hinum flokkunum.
Eisini hjá smærru flokkum vil skipanin við einum valdømi roynast ein følsk trygd, sum frálíður.

Hvussu fer leikur frægast í løgtinginum?
Við fýra uppskotum um sama mál kann vera ilt at meta um, hvat ið kemur út aftur í hinum endanum, tá ið atkvøtt verður.
Eyðsýnt er, at vandin fyri at fáa okkurt makkverk enn einaferð, sum fólk so mugu liva undir næstu nógvu árini, so avgjørt er til staðar.
Tað hendi í 1978, har tað eydnaðist at skrúva eina skipan saman, sum verri enn so altíð gav størsta flokki flestar tinglimir. Ein skipan, sum kundi minka um tingumboðanina hjá flokki, ið annars fór fram. Ein skipan, sum læsti umboðanina hjá valdømunum fasta, og tí rættuliga skjótt kom at vissa mismun millum øki, heldur enn eitt rættvísandi lutfalsval millum øki. Bert fyri at nevna nakrar av grefligastu skeivleikunum.
Tað hendi aftur í 2007, har tað við eini populistiskari herferð móti lokaláhugamálum, følskum lyftum um landspolitikk og eini fyrigyklan um dyggari kvinnuumboðan eydnaðist at skrumbla ígjøgnum eina valskipan við einum valdømi uttan fyrilit fyri ávaringum um óhepnar avleiðingar. Millum hesar ávaringar var ávaringin um, at pengar fóru at fáa eitt nógv fastari tak á valstríðini. Nú vakna vit við kaldan dreym og mugu ásanna, at henda ávaringin ivaleyst var ein røtt profeti.
Læran frá mistøkunum í 1978 og 2007 má vera at fáa sett niður kommisjónina, sum tað eina uppskotið leggur upp til. Uttan mun til hvørja lagnu hini trý uppskotini fáa. Tað átti at borið til at fingið meiriluta fyri uttan mun til, hvørja støðu løgtingslimir annars hava til talið av valdømum. Tað hevði sømt seg øllum pørtum í hesum máli.
Uppskotið um fimm valdømi við Balinskiuppgerðarháttinum hevur avmarkaðar møguleikar politiskt, og er sum so heldur ikki telgt til at vinna eina politiska telving um talið av valdømum.
Tað veruliga stríðið kemur at standa millum uppskotini um sjey valdømi og uppskotið um fólkaatkvøðu, sum er ætlað at tryggja, at skipanin við einum valdømi yvirlivir.

Misbrúk av fólkaatkvøðuni sum institusjón
At hava fólkaatkvøðu um valskipan er í sjálvum sær misbrúk av fólkaatkvøðuni sum institusjón. Tíverri hava vit ikki greiðar reglur fyri, hvat ið fólkaatkvøður kunnu brúkast til, og hvussu tær eiga at fara fram, hóast tað hava verið ætlanir um fólkaatkvøður um bæði eitt og annað seinastu árini. Belærd av søguni hava onnur lond fest greiðar reglur fyri hvat og hvussu niður í sínar stýrisskipanir, tá ið umræður fólkaatkvøður. Og ikki minst, hvat ið fólkaatkvøður ikki kunnu brúkast til. Napoleon gjørdi seg til keisara við fólkaatkvøðu, og Hitler tryggjaði sær sítt Nazidiktatur á fólkaatkvøðu. Í Danmark eru t.d. avmarkingar, so tað ikki ber til at hava fólkaatkvøðu um spurningar, ið hava við fíggjarlóg og skatt at gera. So hóast tað kann ljóða so demokratiskt at hava fólkaatkvøðu, tí so sleppur meirilutin at ráða, so er tað blóðskeivt, tá ið tað snýr seg um valskipan. Ein valskipan skal ikki bert tryggja, at meirilutar kunnu skipast til at fremja politisk mál, men so sanniliga eisini at allir partar í samfelagnum kunnu koma til orðanna í politisku tilgongdunum. Menn og kvinnur, økini øll, høgur og lágur á samfelagsstiganum. Tí hevur fólkaatkvøðan einki við tvídráttin um valskipan at skaffa. Sum málið liggur, verður tað uppaftur meira groteskt, tí tað, fólk hava at fyrihalda seg til, verða í roynd og veru tvær óbrúkiligar valskipanir: Misfostrið frá 1978 og misfostrið frá 2007.

Nullstillið prosessina aftur til summarið 2007!
”…..við einum valdømi vera tað bara tey, sum hava ráð til at marknaðarføra seg sjálvar, sum fara at stýra landinum, og tey fara sjálvandi at sita á tingi at sæta sær sjálvum, og tí fara tey aldrin at góðtaka, at valskipanin verður broytt aftur.” Soleiðis verður táverandi løgtingslimurin Kristian Magnussen endurgivin frá Trapputinginum í Miðlahúsinum á heysti 2007. (Sosialurin 4. september 2009).
Eyðvitað, so má komast burtur úr skipanini, har pengarnir sleppa at stýra ótarnaðir, meðan tíð er. Longri tíð, ið fer; fleiri val, ið verða løgd aftur um bak, verri verður at koma aftur á beint.
Tí gevur tað meining at fara aftur til eina skipan við sjey valdømum meinlík gomlu skipanini frá 1978 og við øllum teimum lýtum, hon bar í sær ongantíð ov skjótt. Og tí er tað óðamannaverk at lata seg tøla av teimum røddum, sum rógva framundir at bíða og lata skipanina við einum valdømi sleppa at virka eina tíð, har royndir verða gjørdar yvir longri áramál við fleiri løgtingsvalum, og at tað síðani ber til at eftirmeta hana.
Gamaní er tað ikki at koma aftur á beint at fara aftur til ´78-skipanina við sjey valdømum. Tann avgerðin gevur ikki nakra meining, uttan at kommisjón verður sett niður um somu leið.

Uppgávan hjá kommisjónini
Kommisjónin eigur so at taka upp allar teir spurningar, ið hava verið havdir á lofti seinastu árini, og vísa á haldgóðar loysnir, har skipanir við einum ella fleiri valdømum fáast at virka eftir ætlan, og har neyðugu javnvágirnar fáa eina veruliga trygd. Bæði kyn, øki og støða í samfelagnum annars uttan at seta hesi fyrilit upp ímóti hvørjum øðrum.
Møguleikarnir eru næstan óteljandi, tí tað finnast fleiri enn tvey hundrað valskipanir í teimum pørtum av heiminum, har demokratisk val sleppa at virka. Ongar eru heilt líka, hóast summar líkjast. So royndirnar eru mangar og lærupengarnir somuleiðis. Tí kunnu bert arrogantir tápulingar skrumbla avstað og endurtaka mistøk, onnur longu hava gjørt. Í so máta er eingin umvegur, og eingin umbering heldur.
Arbeiðið hjá kommisjónini fer at verða nógv stýrt av orðaskiftinum um prinsippir. Eyðvitað so. Men teknikkurin má eisini vera í lagi, so ikki alt verður ein endurtøka av 1978 og 2007. Og væl virkandi teknikkur finst í ovurmát.
– Tað er at fara til verka. Og samstundis skriva føroyska søgu, men hesuferð fyri tað góða.