Barometrið og termometrið

Heri Mohr
--------

Fyri umleið 430 árum síðani uppfann ein italienari (ikki italiumaður) eitt tól, sum fekk heitið termometur: termo merkir nakað, sum hevur við varma ella temperatur at gera, og metur merkir tól til máting. Nøkur ár seinri uppfann ein annar italienari eitt tól, sum fekk heitið barometur: baro merkir lufttrýst. Hesi nøvn eru international, verða brúkt allastaðni, har danskt, norskt, svenskt, enskt, týskt, franskt o.a. verður tosað – eisini har føroyskt verður tosað, men tó við reservatión. Eftir øllum at døma er tað bannlýst at brúka heitið termometur og temperaturur í tí føroyska sjónvarpinum og útvarpinum og í skúlunum. Tað kundi verið stuttligt at sæð bílæt av so valdsmiklum persónum, sum ósmædnir lamskera ta føroysku tunguna ætlandi við teirri grundgeving, at termometur og temperaturur eru ”danismur” við ongum heimarætti í Føroyum. Men hvussu kann tað so bera til, at barometrið er sloppið í tað føroysku orðabókina men ikki termometur og temperaturur? Og hví hava okkara fjølmiðlar útihýst varman í Føroyum? Hjá teimum er hiti í Føroyum 365 dagar um árið – og eingin varmi. Harragud, siga vit ikki ’kom og verm teg,’ ella kunnu vit ikki týðum siga okkurt sálarleyst ’við ongum varma’? Og varmapúta er í flest øllum heimum.
Eitt av mínum mongu abbabørnum (7 ár) segði nú ein dagin við pápa sín: ”Babba, er tað heitt í Grønlandi?” – ”Hví spyrt tú um tað,” spurdi pápin. ”Tí, útvarpið sigur, at tað er hiti í Grønlandi,” svaraði hesin skilagóði smádrongurin.
Frá fullum monnum – og frá børnum kunnu vit hoyra sannleikan!
Her í Havn var siður fyri nógvum árum síðani at heingja eina ”stormkúlu” á eitt krosstræ á ”fýrin” á Skansanum. Tað var illa hugsandi, at havnarmen fóru í fjørðin við teirra smáu útróðrarbátum, meðan kúlan var uppi á Skansanum. Og í Geil – á horninum millum Eiriks Jarlsgøtu og Kopargøtu – stóð eitt lítið hús við ”nichu,” har eitt barometur og eitt termometur vóru væl vard við glasi (lesiglasi?). Her hittust havnarmenn javnan. Teirra dagliga breyð var í Nólsoyarfirði, á turkiplássum (klippfiskur) og á trøðni (hoygging/mjólkin) – og veðrið ráddi fyri øllum. Termometrið og barometrið vóru neyðug tól í teirra dagliga lívi.

Í framkomnum samfeløgum er umráðandi ongantíð at missa tamarhald á samfelagsins fíggjarviðurskiftum. Tað er neyðugt, at landsins gríma liggur í sterkum og tryggum hondum. Tey politisku amboðini til at røkja hetta týdningarmikla arbeiðið eru samfelagsins lóggáva, herundir fíggjarlóg, sundurliðað í smálutum og samsvarandi hesi lóg sundurliðing av landskassaársroknskapum. Álítandi hagtøl er gott amboð í almennari fyrisiting, meðan óálítandi, kryptisk hagtøl eru skaðilig og hættislig amboð. Mentalur tryggleiki í politiskari fyrisiting: loyalitetur er sjálvsagdur.
Hetta eru samfelagsins barometur og termometur í fluttum týdningi. Hjá okkum er tað løgtingið og landsstýrið, sum ansa eftir landskassans baro og termo.
Sum kunnugt fingu vit heimastýrislógina 1. apríl 1948 og við henni landsstýri við eini trilvandi – eyðkenni fyri allari byrjan – meginfyrisiting, við sera góðari manning: tveir sýslumenn, hámentaður verkfrøðingur og ein skilamaður av Sandi, gott og roynt fólk, væl upplærd á amtskontórinum, fútakontórinum og dómarakontórinum, umframt nøkur fá serútbúgvin fólk frá statsministeriinum. Og nakrir lógfrøðingar, sum høvdu fingið innlit í almennari fyrisiting á donskum ráðharrastovum. So við og við vaks tann almenna umsitingin orsakað av nýggjum økjum og nýggjum lógum, sum kravdu meira fólk. Tað tók løgtinginum 60 ár at økja fíggjarlógina frá nøkrum heilt fáum milliónum (13) til nakrar milliardir (5).
Í eina hálva øld eydnaðist tað løgtinginum og meginfyrisitingini (landsstýrinum) at hava tamarhald á landsins barometri og termometri, men so gjørdist alt truplari og fløkjasligt. Løgtingið misti tamarhald á lóggevingini, og her verður serliga hugsað um eitt ótal av lógum: landskassaveðhald, landskassaútlán, landskassastuðul, landskassastudning, upphøggingarstudning o.s.fr., sum innibar, at landskassin (løgtingið) noyddist at upptaka milliardalán í ymiskum londum.
Landskassans barometur var í permanentum lágtrýsti, og termometrið var læst fast á 41, til svullurin brast í oktober 1992 – tá stóð termometrið á 42!!

Í landskassans ársroknskapi 2008, síðu 250, er yvirlit viðvíkjandi løgtingsins ognum. Niðast í yvirlitinum er millum annað tilskilað, at ”Gjaldstovan kann bara staðfesta, at hetta kravið – sum ásett í roknskaparkunngerðini – ikki verður fylgt, tí er ognaryvirlitið eins mangulfult sum undanfarin ár.”
Tá ið løgtingið yvirtók skúlaverkið og almenna forsorg 1. januar 2002, fekk tað kostnaðarmiklar gávur frá stjórnini ”under forudsætning af de bevilgende myndigheders tilslutning”:
Føroya barnaheim
Dr. Ingridar barnagarð
Tekniskar skúlar
Skúlaheim
Føroya handilsskúli
Nú 9 ár eru liðin, eru hesar ognir ikki skrásettar í landskassans ársroknskapi. Vónandi hevur okkara myndugleiki ikki gloymt Føroya fólks vegna at takka fyri hesar stórfingnu gávur?

Í 1986 gjørdist meginfyrisitingin kaotisk. Nýggjar, fremmandar kreftir vístu seg á pallinum í Tinganesi, og royndir skrivstovustjórar vórðu koyrdir á síðuspor, og størv við ongum normeringum sóu dagsins ljós: ein multifrøðingur á hægstu rók, ymiskir frøðingar (6) fingu stjóraheiti, og fólk við ongari relatión til landsins umsiting fingu fulltrúastatus. Arbeiðsrutinur, sum skrivstovustjórin í Tinganesi og skrivstovustjórin á Føroya Gjaldstovu høvdu havt síðani 1948, vóru uttan orð og eið tikin frá teimum. Tann dugnaligi og dámligi skrivstovustjórin í landsstýrinum gavst um hetta mundi vegna aldur, meðan gjaldstovustjórin bað løgmann um at verða loystur úr embætinum, sum tá var mergsogið.
Tá ið landskassin fór á heysin í 1992, kom tað fram, hvussu álvarslig støðan veruliga var í landsins fyrisiting. Hon, fyrisitingin, og almenna fíggjarstøðan var tá so niðurundirkomin, at neyðugt varð, at fáa hjálp og ráðgeving úr Danmark, um okkara samfelag skuldi yvirliva.
Umráðandi var at byggja tað oyðuløgdu fyrisitingina heilt av nýggjum. Tað var tað, Norman Christensen varð biðin at gera. Men hvør slapp at betala rokningina fyri hetta umvælingararbeiðið? – Landskassin!
Harmiligt var tað tó, at skrivstovustjórin par excellence Johan Djurhuus ikki kundi vera saman við Norman Christensen í endurbyggingini av meginfyrisitingini, tí so hevði eitt og annað óivað verið eitt sindur øðrvísi í dag.
Hesar somu kreftir, sum forkomu eina annars vælvirkandi almenna fyrisiting, eru nú farnar at gera vart við seg. Tær tevja óivað nýval ella í øllum førum val í 2011. Og nationalistarnir í verandi samgongu tykjast at hugsa meira um fiktivt serføroyskt uttanríkisráð fyri 50 milliónir enn um trivnaðin hjá fólkinum í Føroyum. Álvaratos, man hetta ikki vera heimsins dýrasta táta so ruddiliga búgvin til Guinness? Ófatiligt, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin ganga við til slíkt. Og kortini; alternativið er samgongan 1998-2003 – og tað er ræðandi.
Myrk skýggj eru á luftini. Bakbitið, sum Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, fekk alment í bløðunum nú um dagarnar, er sera ódámligt. Tær destruktivu krefturnar frá 80-unum vita, hvussu almennir skrivstovustjórar skulu eliminerast.
Lat-meg-koma-upp-trongdin er ikki lítil.