LÆKNALOYSI Sandoyggin liggur enn eina ferð í læknaloysi. Síðani seinasti kommunulæknin í føstum starvi fór av oynni í starv í Havn seinasta heyst, hevur oyggin við nærum 2000 íbúgvum havt ymsar avloysarar [...] avloysarar, men til tíðir ongan lækna. Soleiðis er eisini statt hesa vikuna, til fríggjadagin, tá enn ein avloysari kemur í eina viku. - Vit eru alt annað enn nøgd og glað. Viðurskiftini eru ótolandi og sera [...] Skopun. Lítið munar hjá kommununum í oynni at leggja trýst á Almanna- og heilsumálastýrið um at fáa ein ella fleiri læknar í oynna sum skjótast. Í Almanna- og heilsumálastýrinum arbeiða tey av øllum alvi við
gloymt, at hetta er ikki fyrstu ferð at føroyskir myndugleikar, Landsstýrið og Løgting, hava biðið um peningaliga hjálp tá samanbrot og fallitt varð hóttandi. Og hvørja ferð, ið á stóð, hava teir fingið hjálp [...] bróðurhond!! Men veruleiki er eisini, at hvørja ferð umbiðin hjálp er fingin, so hava nationalistarnir leikað í og garterað. Soleiðis var tá, og soleiðis var hesaferð. Tann bilsni, kanska ovfarni hjálparin fekk [...] oddagrein í 14. skrivaði. Føroyar hava aldri síðan Grundlógina í 1848 verið uppfataðar sum koloni ella hjáland, men sum "norrøn bróðirtjóð", sum grundlógarmenninir málbóru seg. Tað kundi verið nevnt í
upp hesaferð. Mánadagin høvdu Kolumbus og Nornagestur umleið 200.000 pund inni, meginparturin upsi. Tey vóru til arbeiðis á Sandoy Seafood mánadagin og týsdagin, og væntandi verður arbeitt alla hesa vikuna [...] ógvuliga góðir útróðrardagar, ávikavist 12.000, 9.000 og 6.000 pund. Teir settu 20 stampar hvørja ferð. Aðrir bátar hava eisini fingið væl við línu. Teir, sum royna við snellu, hava ligið uppí 1800 pund
Í fyrradagin var næsti dysturin á skránni. Molde spældi ímóti norska meistaraliðnum Rosenborg. Hesa ferð gav Molde venjarin, Gunde Bengtsson, Jákupi Mikkelsen møguleikan millum stólparnar. Tað kunnu vit [...] hjá teimum í hinum Norðurlondunum eru soleiðis, at spurningurin er, um fótbúnin skal vera skoytur ella fótbóltsstivlar. Sum vit nevndu í gjár, so er landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen saman við liðfeløgunum [...] málverji. Á frágreiðingunum frá dystinum, sum vit hava sæð á tveimum heimasíðum, verður sagt lítið ella rættari einki um avrikið hjá Jákupi. Úrslitið var 4?1 til Rosenborg. Tróndheimararnir komu á odda
Rækjubáturin South Island úr Vági hevur hesa vikuna verið at sæð á Vágsfirði. Tað er ikki so ofta, at skipið vitjar, tí roynt verður sjálvsagt á fjarskotnum leiðum og landað verður oftast ikki í føroyskari [...] føroyskari havn, tí langt er at sigla. Men hesaferð hava teir landað í Vági. Rækjuvirkið á Oyri hevur keypt lastina, ið verður á goymslu í Vági, tí goymslurnar eru fullar á Oyri. Og tað er sjálvsagt kærkomið [...] Vágsfirði. Jóhannes Joen-sen, skipari, sigur, at leiðin nú liggur eystureftir, tað vil siga til Svalbard ella Barentshavið.
Síðani er eisini Jákup Veyhe komin uppí sum leikstjóri, men hann skuldi líka gerast leysur úr Klakvík. Hesa seinasta tíðina hevur verið vant tað mesta av degnum. Øll segl eru sett til, og tá arbeiðsdagurin [...] leikinum komu vit eitt sindur illa frá byrjan, og arbeiðsuppgávurnar vórðu býttar út sum best bar til. Hesaferð hava vit skilt millum leikfólkið og hini, ið hjálpa á ymsan hátt, soleiðis at vit sum leikarar hava [...] Síðani tóku vit tað harfrá. Leikritið er eisini so ótrúliga stuttligt, at vit flenna hvørja einastu ferð, ið vit lesa tað, sigur Jákup Veyhe. Hann letur væl at umstøðunum, sum hann heldur hava givið rættan
kappingarárinum. At bæði H71 og StÍF eru før fyri at spæla góðan hondbólt, er lítil ivi um, men hesa ferð vóru tað so bert strandingarnir, sum prógvaðu sín part. Dysturin í tølum H71-StÍF 31-35 (13-17) [...] um, hvussu leikur skuldi fara. Síðani farið varð undir endaspælið hava strandingar veruliga fingið ferð á, og sæð burtur frá tapinum seinasta vikuskifti fyri KÍF, so hevur pílurin hjá teimum mest sum peiggjað [...] staðfest leygardagin. Leikararnir hjá hoyvíkingum tykjast hava blandað ímillum vetrar- og summarfrítíð, ella hava teir í øllum førum slept øllum vónum um at gera seg galdandi hetta kappingarárið. Longu frá fyrsta
Fótbóltstos - Og soleiðis skiftu teir Torleif Sigurðsson út eftir einum minutti ? ella einum hálvum. Soleiðis tók orðstýrarin á aðalfundinum hjá FSF, Jógvan Arge, heldur skemtandi til, tá Dánjal Andreasen [...] nakrar tankar um, hvussu hann kundi hugsað sær, at FSF varð rikið. Eitt, sum hevur verið nógv frammi hesa seinastu vikuna, er, at Dánjal Andreasen í samrøðu við Útvarpið bar fram, at eftir hansara tykki átti [...] formaðurin hevur meint við hesum. Leggur hann eftir fráfarandi formanninum fyri væntandi samskifti, ella leggur hann eftir nevndini, har hann sjálvur hevur verið virkin í 15 ár? Vit hava sett nýggja formanninum
Vit hava í valskeiðinum ferð eftir ferð sæð løgmann og varaløgmann draga hvør sína línu og nú kemur so landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum og fortelur okkum, at tað uppskotið til eina eftirlønarskipan [...] lyftum, sum samgongan hevur givið hesa seinnu tíðina, fáa helst somu lagnu sum pensiónirnar. Her er ikki peningur at gjalda við, uttan skatturin verður hækkaður ella tikið verður av fullveldisbókini. Tað
Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív limur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta [...] eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, andakt og frásøgn um eina ferð í Avstralia, við Kjartan Mørkøre, presti. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Hvítusunnusamkoman [...] mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd