LÆKNALOYSI
Sandoyggin liggur enn eina ferð í læknaloysi. Síðani seinasti kommunulæknin í føstum starvi fór av oynni í starv í Havn seinasta heyst, hevur oyggin við nærum 2000 íbúgvum havt ymsar avloysarar, men til tíðir ongan lækna. Soleiðis er eisini statt hesa vikuna, til fríggjadagin, tá enn ein avloysari kemur í eina viku.
- Vit eru alt annað enn nøgd og glað. Viðurskiftini eru ótolandi og sera ótrygg. Støðan er undir alt lágmark og vit kunnu ikki liva við hesum. Okkurt má og skal henda nú, soleiðis at vit fáa fastan kommunulækna. Tað er als ikki nøktandi heldur at hava skiftandi avloysarar, sigur Gerard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.
Lítið munar hjá kommununum í oynni at leggja trýst á Almanna- og heilsumálastýrið um at fáa ein ella fleiri læknar í oynna sum skjótast. Í Almanna- og heilsumálastýrinum arbeiða tey av øllum alvi við at útvega læknar til ósettu kommunulæknastørvini í Føroyum.
- Vit vita, at viðurskiftini eru ótolandi, men tað er ómetaliga trupult at útvega kommunulæknar. Vit royna alt vit kunnu, lýsa eftir læknum alla tíðina, og seta okkum í samband við læknar, men lítið nyttar, sigur Maria á Dul, starvsfólkaleiðari í Almanna- og heilsumálastýrinum.
Støðan versnað
Fyri nøkrum árum síðani vóru tveir kommunulæknar í Sandoynni, og teir høvdu viðtalu í fleiri bygdum í oynni. Síðani fór annar læknin og eftir tað, varð læknaviðtalan miðsavnað.
- Læknaviðurskiftini eru bara versnað síðani. Frá at hava tveir læknar, til nú, vit ongan hava í heilum. Trupulleikin er sjálvsagt, at tá ið vit hava ein fastan lækna í oynni, møða vit hann inn at beini í arbeiði. Hann skal verða tøkur alt døgnið alla vikuna og sleppur í grundini ikki av oynni ella aðra staðni, tí arbeiðið er so bundið og køvandi. Til endans vita teir sær bara ein útveg og tað er at sleppa sær avstað. Tí meta vit, at tað er skilabetri, at aðrir læknar í landinum avloysa kommunulæknan í vikuskiftinum, sigur Gerard Lognberg.
Borgarstjórin í Skopun fílist á, at tá læknaavloysari kemur í oynna, verður læknaskrivarin, sum hevur arbeitt í yrkinum í nógv ár og kennir fólk og viðurskifti, send til hús.
- Hevur læknin konu, sum er eitt nú sjúkrasystir, skal hon røkja skrivarastarvið og fasti læknaskrivin verður sendur heim. Hetta halda vit ikki er rætt og rímuligt, sigur Gerard Lognberg.
Í bíðirøðina
Hava fólk í Sandoynni brúk fyri lækna her og nú, mugu teir venda sær til kommunulækna í Havn. Har koma fólk síðani í bíðirøðina, sum er har.
- Vit kunnu ikki annað enn vísa til grannalæknarnar. Samferðsluviðurskiftini eru so mikið góð í dag, at fólk rímuliga skjótt kunnu fáa læknahjálp, um á stendur. Teistin siglir, eisini í vaktarskipan um kvøldið, næturnar og vikuskiftið, og tyrlan kann eisini nýtast. Metir læknin í Havn, at fólk hava tørv á lækna beinanvegin, verður tyrlan brúkt, sigur Maria á Dul.
Arbeiðsbólkur, sum er samansettur av fólki úr Almanna- og heilsumálastýrinum og kommunulæknum, arbeiðir í løtuni við at gera eina vaktarskipan, sum tekur atlit at øllum læknaviðurskiftunum í landinum.
Lønandi
Sandoyggin hevur framvegis tveir læknastørv.
- Málið er sjálvsagt, at bæði størvini verða sett. Arbeiðsbyrðan í Sandoynni svarar til eitt kommunulæknastarv, men tvey størv eru normerað orsakað av vaktarbyrðuni. Í mun til aðra staðni fær kommunulæknin í Sandoynni betri løn enn aðrir kommunulæknar í landinum. Hann fær nevniliga dupult grundgjald frá tí almenna, tí vaktarbyrðan svarar til tvey størv, sigur Maria á Dul.
Fríggjadagin avloysir Annfinn Rubek Nielsen læknastarvið í Sandoynni. Hann verður í eina viku, tá ið ein dani kemur. Hesin verður fyribils í tríggjar mánaðir.
- Tíðarskeiðið er avmarkað til tríggjar mánaðir, tí læknin hevur ikki verið í Føroyum fyrr, sigur Maria á Dul.
Í Klaksvík eru tvey av fýra kommunulæknastørvum ósett. Fjóðra kommunulæknastarvið í Klaksvík er játtað, men er ongantíð lýst leyst orsakað av vantandi hølum. Í triðja starvinum er avloysari av og á. Eitt ósett kommunulæknastarv er á Eiði.