Jákup fekk møguleikan ímóti Rosenborg

Men hóast Molde hevði ikki so lítið av spælinum, so smurdu norsku meistararnir úr Tróndheimi teir av

ÚTISETI

Meðan tað her á klettunum ríður um frostmarkið, og kavin ? sum ein parsienna ? rullar oman og niðan, so eru tað 14?15 stig í La Manga í Spania. Tað hevur m. a. við sær, at tað ber til at spæla fótbólt á góðum grasvallum á ibirisku hálvoynni, meðan umstøðurnar hjá føroyskum fótbóltsspælarum heima á klettunum og hjá teimum í hinum Norðurlondunum eru soleiðis, at spurningurin er, um fótbúnin skal vera skoytur ella fótbóltsstivlar.
Sum vit nevndu í gjár, so er landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen saman við liðfeløgunum í Molde á venjingarlegu í La Manga í Spania. Har eru fleiri norsk og svensk fótbóltslið saman við fleiri eysureuropeiskum feløgum.
Vit søgdu í gjár, at Jákup Mikkelsen var á beinkinum, tá Molde í fyrsta dystinum, sum var mánadagin, spældi ímóti russiska Anzhi. Eddie Gustafosson vardi Molde málið, og úrslitið var málleysur javnleikur.
Í fyrradagin var næsti dysturin á skránni. Molde spældi ímóti norska meistaraliðnum Rosenborg. Hesa ferð gav Molde venjarin, Gunde Bengtsson, Jákupi Mikkelsen møguleikan millum stólparnar. Tað kunnu vit ikki tulka øðrvísi, enn at venjarin framvegis ikki hevur avgjørt, hvønn av teimum báðum málverjunum hann ætlar at hava í málinum, og hvønn hann ætlar at hava á beinkinum, tá kappingarnar í Noregi koma fyri. Jákup Mikkelsen hevur málverjutroyggjuna við eitt talinum á rygginum, meðan svenski kappingarneytin hevur troyggjuna við tólv talinum á rygginum. Men tað ber tað neyvan til at leggja so nógv í.

Fýra ferðir í meskarnar
Spurningurin er so, um Jákup Mikkelsen mikudagin styrkti um sína støðu í telvingini um at gerast fyrsti málverji. Á frágreiðingunum frá dystinum, sum vit hava sæð á tveimum heimasíðum, verður sagt lítið ella rættari einki um avrikið hjá Jákupi.
Úrslitið var 4?1 til Rosenborg. Tróndheimararnir komu á odda í fyrsta minutti, og tað málið hevði Jákup Mikkelsen einki við at gera. Eftir at ein roynd hevði rakt stólpan, var ein av RBK álopsmonnunum fyrstur á returinum.
Molde hevði fyrsta hálva tíman yvirvág í spæli. Men mótsatt mótstøðumonnunum so høvdu teir sera ilt við at fáa úrtøku burturúr yvirvágini. Beinanvegin í 2. hálvleiki økti Rosenborg. Ta ferðina var talan um eitt brotsspark. Jákup Mikkelsen hevði einki við tað at gera, men teir í Molde vóru ikki nøgdir við dómin, sum teir mettu vera tunnan, sum tað plagar at vera tikið til.
Fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Harald Brattbakk, økti til 3?0, tá ein tími var farin. Hann stútaði eitt innlegg í málið. Síðsta málið hjá RBK kom í síðsta minutti, og aftur var talan um innlegg úr borðinum og umseting úr fimm metrum. Í sovornum støðum verður ofta mett um, um málverjin átti at havt verið úti og tikið ella boksað bóltin burtur, men tað vita vit einki um í hesum førunum. Einasta Molde málið kom, tá tað restaðu trettan minuttir. Tað varð skorað uppá brotsspark.
Molde skal aftur í eldin í morgin. Tá verður mótstøðuliðið Örgryte. Svenska liðið vann mánadagin á Rosenborg, so talan verður um ivaleysa stóra mótstøðu hjá Molde. Um tað verður Jákup Mikkelsen ella svenski Eddie Gustafsson, sum fer at verja málið hjá Molde vita vit ikki, men tað frætta vit meiri um týsdagin.