Rein komedia

Leikbólkurin Spírar er nú klárur við enn einum sjónleiki. Hesaferð er talan um reinan skemtileik ? eina reina komediu, sum hóvar kræsnu áskoðarafjøldini. ?Renn fyri vívinum? hevur seinastu mánaðirnar verið miðpunktið í sjónleikatilveruni hjá unga leikbólkinum

Í hesum døgum er lív í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað eru Spírar, sum fylla húsið og hava fylt húsið teir tann seinasta mánaðin. Á skránni er sjónleikur. ÍÌ hesum førinum leikurin ?Renn fyri vívinum? eftir enska rithøvundan Ray Cooney. Leikurin er upprunaliga á enskum og eitur Run for your wife. Leikurin er skrivaður í 1984, og hann er sera nógv spældur m.a. í Onglandi og í Danmark. Ray Cooney er sjónleikari, leikstjóri og rithøvundur, og talan er um ein ordiligan enskan skemtileik. Leikararnir eru átta í tali.
Í stuttum ber til at siga, at leikurin snýr seg um ein ógvuliga óhepnan hýruvognsførara, sum hevur tvær konur, og hann gerst fløktur ímillum tær, tá hann endar á sjúkrahúsinum. Hann verður kallaður fyri ein ósekur bigamistur av leikarunum.
Byrjaðu tíðliga
Tað hevur tikið sína tíð at fáa alt alt upp á pláss, soleiðis at hurðarnar kunnu lætast upp, og áskoðararnir sleppa innum til fyrstu sýningina. Tað var væl áðrenn, tú kundi skriva 2002, at leikararnir so smátt byrjaðu at savnast. Tað var tíðliga í november seinasta ár, at sjálvar venjingarnar fóru í gongd, og tað tók ikki langa tíð, áðrenn tey leikandi dugdu handritið. Síðani er eisini Jákup Veyhe komin uppí sum leikstjóri, men hann skuldi líka gerast leysur úr Klakvík. Hesa seinasta tíðina hevur verið vant tað mesta av degnum. Øll segl eru sett til, og tá arbeiðsdagurin er liðugur streymar tað við áhugaðum fólki í Sjónleikarhúsinum.
Tað eru Spírar, sum seta leikin upp og spæla. Rætta navnið er áhugaleikbólkurin Spírar, men hetta heitið er ein farin tíð, verður sagt, tí nú eru tey bara Spírar. Talan er um bólk av leikarunum, har tey flestu kunnu bólkast undir at vera ung. Spírar pallsettu seinasta vár leikin Músafellan, ið víðagitna Agatha Christie hevur skrivað. Undirtøkan tá var eitt sindur misjøvn, men Spírar halda seg ikki aftur av hesari orsøk, og tey siga seg hava ein góðan lærdóm við sær til arbeiðið við hesum leikinum.
- Í seinasta leikinum komu vit eitt sindur illa frá byrjan, og arbeiðsuppgávurnar vórðu býttar út sum best bar til. Hesaferð hava vit skilt millum leikfólkið og hini, ið hjálpa á ymsan hátt, soleiðis at vit sum leikarar hava nóg mikið av rásarúmi til at leggja alla orku í leikin, sigur Hallur Hjalgrímsson, ið er ein av berandi kreftunum í Spírum.
Og hjálparum tykist tað eisini at vera nógvir av. Henda dagin vit vóru á gátt gekk hurðin rættiliga, og hjálparar eins og vinfólk stukku inn á gólvið. Tað skulu nógvar góðar kreftir til at frá eina tílíka sjónleikaverkætlan at hanga saman, og leikararnir eru eisini so hjartaliga takksamir fyri hjálpina, ið teir siga seg ikki kunnu hava verið fyri uttan.
Nógvu og longu dagarnir við eitt sindur og hvørjum, og nógva stríðið og trýstið við tíð og pengum, er ikki nakað, ið fær Spírararnar at setast aftur.
-Tað er hetta, ið Spírar eru, sigur Hallur Hjalgrímsson.
Fobi
Sum áður nevnt hava Spírar fingið hendur á Jákup Veyhe til at vera leikstjóri. Hann leikstjórnaði eisini Músafelluna, og hann var so mikið væl dámdur, at hann varð spurdur aftur. Jákup Veyhe, sum telist millum tey meira kendu innanfyri leik og serliga skemt í Føroyum, hevur valt at leggja arbeiðið til rættis upp á gamla máta, sum hann tekur til.
-Tað fyrsta hjá leikarunum var at læra handritið uttanat. Síðani tóku vit tað harfrá. Leikritið er eisini so ótrúliga stuttligt, at vit flenna hvørja einastu ferð, ið vit lesa tað, sigur Jákup Veyhe.
Hann letur væl at umstøðunum, sum hann heldur hava givið rættan karmin fyri at venja og spæla sjónleik. Tað mesta av pallinum varð klárt í góðari tíð, og hetta hevur hjálpt nógv. Pallurin, ið verður nýttur, er ein av teimum kendu skrápallunum. Sjálv pallmyndin er rættiliga einføld, har tað eru tvey rúm í einum, so at siga.
Jákup Veyhe heldur, at tað hevur verið spennandi at leikstjórna ?Renn fyri vívinum?, og hann letur væl at leikarunum, sum hann kallar fyri royndar við tí rætta hugburðinum, og teir eru við uppá tað, sum hann tekur til.
Teir átta leikararnir hava eina strævna uppgávu í ?Renn fyri vívinum?, tí tað er nógv ferð á, og áskoðarin verður mestsum blástur aftur í stólin, ljóðar tað frá Jákupi.
- Eg haldi, tú skalt koma at hyggja at leikinum fyri moralin. Leikurin er øgiliga enskur við enskum humori, og hetta er ótrúliga stuttlig, har fleiri modernað tema eru við sum bøssafobi og annað gott. Leikurin er ein rein komedia, sigur Jákup Veyhe.
Jákup veit at siga, at skemtileikir eru vorðnir ein góð søluvøra í Føroyum, og hann hevur eisini góðar vónir um henda leikin.
?Renn fyri vívinum? verður frumframførdur í kvøld, leygarkvøldið, og verður spældur eina tíð fram.