Vit hava í valskeiðinum ferð eftir ferð sæð løgmann og varaløgmann draga hvør sína línu og nú kemur so landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum og fortelur okkum, at tað uppskotið til eina eftirlønarskipan, sum hann lovaði føroya fólki at leggja fyri løgtingið áðrenn útgangin av oktober mánaði 2001, nú verður av ongun. Tað er ikki ideologisk semja um at seta uppskotið fram, sigur landsstýrismaðurin.
Pensiónistarnir leggja helst lítið í, hvørjar ideologiskar hugleiðingar, íð forða fyri at bøta um teirra viðurskifti. Samgongan hevur givið eitt lyfti um í hesum valskeiðinum at koma við eini eftirlønarskipan, sum skuldi stilla okkara pensiónistar betri enn í okkara grannalondum.
Men samgongan var heldur ikki her før fyri at halda orð. Bert tóm lyfti og tað er væl skiljandi, tí annars skuldi sama samgonga út at fortelja veljarunum, hvussu hon bæðið kundi skerja blokkin við 360 mió. kr. og samstundis brúka pening til pensiónir, eldrarøkt, sjúkrahús, skúlar og m.a.
Hetta er í veruleikanum ein fyrsta játtan frá samgonguni, at skerjan av blokkinum hevur kostað vælferð. Nógv av teimum gyltu lyftum, sum samgongan hevur givið hesa seinnu tíðina, fáa helst somu lagnu sum pensiónirnar. Her er ikki peningur at gjalda við, uttan skatturin verður hækkaður ella tikið verður av fullveldisbókini.
Tað hevur ofta verið luturin hjá Sambandsflokkinum at taka upp eftir øðrum. Hetta gjørdu vit í 1994 og hetta koma vit at gera aftaná næsta val eisini og tað merkir millum annað, at vit mugu halda nøkur av teimum lyftunum, sum fullveldisflokkarnir hava givið men ikki klára at hildið aftaná 3 ár og 10 mánaðar við róðrið.
Sambandsflokkurin ætlar sær í samgongu aftaná valið, um veljarnir geva honum mandat til tað og tá fara vit ? hóast skerdar fíggjarligar møguleikar ? at arbeiða fyri, at okkara pensiónistar fáa somu livilíkindir sum í londunum rundan um okkum. Hetta er partur av okkara stevnuskrá og okkara sosiala engagement skal m.a. brúkast til í komandi valskeiði at fáa hesi viðurskifti upp á pláss.
Sambandsflokkurin fer tí aftaná valið at arbeiða fyri
-Hækkan av pensiónunum
-At orða ein generellan politikk á almanna- og heilsuøkinum
-Tilboð um meira ansing og røkt ? alt samdøgri
-Styrking av sambýlum í nærumhvørvinum
- At útbyggja og dagføra okkara sjúkrahús
- Tað skal vera mannsømiligt fyri øll at gerast eldri í Føroyum
Hetta eru stór, ambitiøs og kostnaðarmikil mál, men við Sambandsflokkinumvið róðrið kunnu tey røkkast.