Fótbóltstos
- Og soleiðis skiftu teir Torleif Sigurðsson út eftir einum minutti ? ella einum hálvum.
Soleiðis tók orðstýrarin á aðalfundinum hjá FSF, Jógvan Arge, heldur skemtandi til, tá Dánjal Andreasen uttan atkvøðugreiðslu varð kosin at vera nýggjur formaður í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin.
Hóast hetta gekk bæði skjótt, væl og lætt fyri seg, so er tað neyvan nøkur løtt uppgáva, sum nýggi formaðurin hevur fingið, nú hann skal stjórna fótbóltinum í Føroyum komandi tvey árini, og kanska nakað væl afturat.
Skal ikki misskiljast
Tað tykist heldur ikki, sum um nýggi formaðurin hevur roknað við eini serliga lættari uppgávu, og hesar seinastu mánaðirnar hevur hann eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu hann kundi hugsað sær, at FSF varð rikið.
Eitt, sum hevur verið nógv frammi hesa seinastu vikuna, er, at Dánjal Andreasen í samrøðu við Útvarpið bar fram, at eftir hansara tykki átti samskiftið ímillum FSF og føroysku feløgini at betrast. Hetta er follið nógvum fyri bróstið, og spurnartekin hava verið sett við, hvat nýggi formaðurin hevur meint við hesum. Leggur hann eftir fráfarandi formanninum fyri væntandi samskifti, ella leggur hann eftir nevndini, har hann sjálvur hevur verið virkin í 15 ár? Vit hava sett nýggja formanninum spurningin.
- Nei. Ætlanin hjá mær við hasum úttalilsinum hevur ongan tíð verið at lagt eftir Torleif. Vit hava ígjøgnum nógv ár havt eitt gott samstarv, og eg havi onga sum helst orsøk til at leggja eftir fráfarandi formanninum, er fyrsta staðfestingin hjá Dánjali Andreasen um hetta.
- Tað er bara soleiðis, at seinastu tíðina hevur onkun tíð verið graml at hoyrt um, at samskiftið ikki hevur verið nóg gott. Er tað veruliga soleiðis, so mugu vit hyggja eftir, hvat vit kunnu betra í hesum sambandi, og sum so skal hetta ikki skiljast øðrvísi enn tað sama.
- Tað var í hesum sambandi, at eg nevndi, at ein møguleiki kundi verið ein árligur fundur við formenninar í feløgunum, har vit viðgjørdu teir lutir, sum nú vóru uppi í tíðini. Hetta er framvegis ein loysn, sum eg gangi inn fyri, og tað er so eisini ætlanin hjá mær, at slíkri fundir skulu vera fastir tættir framyvir, sigur Dánjal Andreasen.
- Tað eigur jú ongan tíð at vera soleiðis, at feløgini ikki kunnu til FSF við kritikki. Nakað sum feløgini annars hava tókst at verið bangin um, tí hetta møguliga kundi skaða tey í aðrar mátar. Tað er jú soleiðis, at tað eru feløgini, sum eiga FSF. Vit eru her fyri at umboða feløgini og ikki sum ein mótpartur.
- Tað, sum eg segði um samskiftið millum feløgini og FSF, skal endiliga ikki misskiljast, og lat meg enn eina ferð sláa fast, at tað er fullkomuliga burturvið, at eg skal leggja eftir nøkrum í hesum sambandi, sigur Dánjal Andreasen.
Spurdur, hvørt tað eisini eru aðrir lutir, sum hann hevur ætlanir um at broyta innanhýsis í FSF, heldur Dánjal, at kanska er tørvur á onkrum broytingum í nevndararbeiðinum.
- Eitt nú hava vit hoyrt uttanífrá, at feløg hava verið misnøgd við arbeiðið hjá kappingarnevndini í fjør, og er tað so, so skal hetta betrast, men hetta hongur so eisini saman við tí, sum eg havi nevnt um samskiftið.
Tórsvøllur
Eitt av teimum málum, sum í løtuni tykjast sera aktuel, er liðugtgerðin av bygninginum við Tórsvøll. Ein bygning, sum FSF higartil hevur nýtt sjey milliónir til, og sum eftir ætlan fer at kosta sambandinum aðrar tvær milliónir. Hvørja áskoðan hevur nýggir formaðurin hesum viðvíkjandi.
- Her er mín fatan stórt sæð hin sama, sum hjá fráfarandi formanninum. Vit hava sum er nýtt sjey milliónir, og skal nytta fáast úr hesum, má bygningurin gerast liðugur.
- Eg kann leggja afturat, at tær báðar milliónirnar, sum aðalfundurin nú hevur givið heimild at nýta, eru maksimum fyri, hvat hetta kann kosta FSF. Mær hevði sjálvandi dámt best, um vit á komandi aðalfundi kundu víst á, at vit einki høvdu nýtt av hesum, men tað fáa vit at síggja.
- Sum sagt, so meti eg tó, at vit eiga at fáa gjørt bygningin lidnan. Málið skal loysast, so Tórsvøllur kann fáa endaliga góðkenning, og skilnaður eigur at gerast millum húsið, sum FSF skal eiga, og vøllin.
Skulu hava fótbóltshøll
Aloftast er tað so, at nýggir leiðarar koma við nýggjum ætlanum, og soleiðis er eisini við Dánjal Andreasen. Tí tá vit at enda spyrja hann, hvørt hann hevur nakrar ítøkjuligar ætlanir fyri, hvat næsta stigið hjá føroyskum fótbólti er, er hann skjótur at svara.
- Tað er neyðugt hjá føroyskum fótbólti at vit fáa eina fótbóltshøll. Skal ein framhaldandi menning vera, er neyðugt, at vit eisini fáa spælt um veturin.
Hetta er ikki nakað, sum hevur verið umrøtt á fundum hjá FSF áður, men kortini tykist nýggir formaðurin ikki at halda, at hetta er nakað, sum liggur alt ov langt frammi í tíðini.
- Nú dugi eg ikki at siga, akkurát, hvar ellla hvussu ein slík høll skuldi verið gjørd, men tað er av stórum týdningi at hon kemur, og at hon liggur soleiðis fyri, at so stórur partur sum gjørligt av landinum fær gleði av henni. Ein møguleiki kundi kanska verið at innilokað vøllin á Toftum.
Um fíggingina av slíkum vølli, sigur formaðurin, at UEFA letur stuðul til slíkar ætlanir, so talan verður als ikki um eina íløgu upp á tíggjutals milliónir, sum Fótbóltssambandið skal gera, sigur hann.
Um stutta tíð skulu føroyingar annars til Íslands, har ein slík høll skal takast í nýtslu. Sjálvur hevur Dánjal í drúgt áramál verið limur í landsliðsnevndini hjá FSF, og hann útilokar ikki, at hann verður við á hesi ferðin.
- Tað kann væl vera, men vit hava eisini áður spælt í slíkari høll. Bæði í Finnlandi og í Svøríki varð dystur leiktur innandura. Talan var um graslíkisvøllir við sandi í, sum væntandi verða góðkendir av UEFA, og tað riggaði heilt væl.
- Mín vón er so tann, at slíkir dystir eisini verað gjørligir um ikki so langa tíð her hjá okkum, sigur nýggi føroyski fótbóltsbossurin at enda.