South Island stevnir aftur á fiskileið

Rækjuskipið South Island er farið aftur til fiskiskap, eftir at hava ligið eina lítla viku á Vági, har skipið hevur landað. Hóast rækjuflotin ikki hevur sínar bestu dagar í løtuni, eru vóninar umborð hampuligar

Rækjubáturin South Island úr Vági hevur hesa vikuna verið at sæð á Vágsfirði. Tað er ikki so ofta, at skipið vitjar, tí roynt verður sjálvsagt á fjarskotnum leiðum og landað verður oftast ikki í føroyskari havn, tí langt er at sigla.
Men hesaferð hava teir landað í Vági. Rækjuvirkið á Oyri hevur keypt lastina, ið verður á goymslu í Vági, tí goymslurnar eru fullar á Oyri. Og tað er sjálvsagt kærkomið hjá manningini, at skipið liggur í Vági, haðani skip, eigarar og manning er í stóran mun, hóast manningin nærum er úr øllum Føroyum.
Jóhannes Joensen, skipari, sigur, at vóninar eru ikki so góðar, um ein hugsar stutt tíðarskeið fram, men enn livir vónin um betri tíðir fyri framman.
- Hevur ein ikki vónina, so kann ein blaka frá sær. Sjálvsagt vóna og halda vit, at tað fer at ganga hinvegin aftur, spurningurin er bara nær og um vit eru til tá, sigur skiparin um vánaligu støðuna, rækjuflotin tykist vera í, eftir drúgva tíð við lágum prísum og heldur høgum oljuprísum.
Hann vísir á, at ljósglottar eru. T.d. er oljuprísurin lækkaður við hálvari krónu, í mun til í fjør, og alt ger mun.
Mikudagin sást South Island stevna útaftur av Vágsfirði. Jóhannes Joen-sen, skipari, sigur, at leiðin nú liggur eystureftir, tað vil siga til Svalbard ella Barentshavið.