Keðiligt uttan spenning

H71-StÍF 31-35 (13-17):
Strandingar høvdu fyri tað mesta fult tamarhald á støðuni, tá teir leygardagin vitjaðu hjá H71

Hondbóltur ? menn

Tá farið varð undir endaspælið, vóru teir báðir fremstu kandidatarnir til bronsumerkini H71 og StÍF.
Leygardagin hittust tey bæði liðini á Hálsi, men tað var valla ein farri av spenningi undan dystinum um, hvussu leikur skuldi fara. Síðani farið varð undir endaspælið hava strandingar veruliga fingið ferð á, og sæð burtur frá tapinum seinasta vikuskifti fyri KÍF, so hevur pílurin hjá teimum mest sum peiggjað beint uppeftir.

Eingin vilji
Hjá hoyvíkingum hevur støðan verið júst hin øvugta, og tað var rættiliga skjótt, at orsøkin til hetta var staðfest leygardagin.
Leikararnir hjá hoyvíkingum tykjast hava blandað ímillum vetrar- og summarfrítíð, ella hava teir í øllum førum slept øllum vónum um at gera seg galdandi hetta kappingarárið.
Longu frá fyrsta bríksli sást, at leikarar løgdu lítið í dystin. Lítið bit var í álopsroyndunum, og í verjupartinum tóktist tað ikki bila nakað, at strandingar í øðrum hvørjum álopi sluppu at renna beint ígjøgnum tunnu verjuna.
Úrslitið var sjálvandi, at StÍF rættiliga skjótt vann sær eina hampuliga trygga leiðslu, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Munurin vaks kanska ikki, men hinvegin vóru heldur ikki líkindi til, at hoyvíkingar upp á nakran máta høvdu nakrar ítøkjuligar ætlanir um at taka seg saman, so eitt sindur av spenningi kundi koma í dystin.
Tað var tó um reppið, at spenningur kortini kom í dystin. Tá hovyíkingar ikki tóktust motiveraðir, fullu strandingar skjótt í grøvina, har teir tóku sær av løttum. Hetta sá bara út til at ganga heilt væl, men seinastu løtuna var um reppi, at hetta gekk galið. Fýra minuttir fyri leiklok var munurin komin niður í eitt mál, og brádliga hómaðist ein neisti í hoyvíkingunum, men gleðin var tó stokkut. Við tveimum skjótum málum køvdu strandingarnir seinastu vónina, og so var leyst og liðugt seinastu løtuna.

Alt er avgjørt
Hóast einki enn er avgjørt við 100% vissu í hondbóltsoddinum, so hevur støðan seinastu vikurnar verið tann, at býtið av heiðursmerkjum hevur verið mest sum fastlagt. Vestmenningar endurvinna uttan iva meistaraheitið, og eins ivaleyst fara neistamenn við silvurmerkjunum.
Triðja plássið, sum eitt skifti tóktist at gerast spennandi, má sigast at vera farið inn á Strendur, og tí er spruningurin eisini, hvussu nógv liðini hava at spæla fyri í løtuni. Hetta speglaðist eisini aftur í dystinum, og fyri áskoðaran má hesin mangul upp á spenning sigast at vera stórt spell. Í øllum førum var hetta viðvirkandi til, at dysturin leygardagin gjørdist ein hin keðiligast í langa tíð, men vónandi verður hetta ikki galdandi fyri allar dystirnar, sum eru eftir av kappingarárinum. At bæði H71 og StÍF eru før fyri at spæla góðan hondbólt, er lítil ivi um, men hesa ferð vóru tað so bert strandingarnir, sum prógvaðu sín part.

Dysturin í tølum
H71-StÍF 31-35 (13-17)
Málskjúttar:
H71:
Bjarni Wardum 13(1), Halgir Dahl Olesen 6, Finnur Hansson 5(1), Kristjan Petursson 4, Olaf Vestergaard 2, Rúni Patursson 1
StÍF: Artur Johansen 8, Andre F. Danielsen 8, Costin Dumitrescu 6(2), Sveinur Justinussen 6(1), Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 2, Janus Trygvason 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 4
Útvísingar: H71 5, StÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Høvdu eina lætta uppgávu.