líkt var til, at tær høvdu hug at økja um munin, longur inn tær komu. Eitt skifti vóru tær meir enn eina bátslongd frammanfyri Teistan, men í endaspurtinum royndi Teistin av øllum alvi at hótta Sílið. Sílið [...] sum flest øll mundu tosa um undan fyrsta róðrinum, var, at bert tvær bátsmanningar vóru við í tveimum av róðrunum, og hetta bleiv av nógvum mett at vera rættiliga óheppið. Hvussu var og ikki, so skuldi rógvast [...] Sílið megnaði tó at halda leiðsluni allan vegin, og munurin gjørdist at enda ein hálv bátslongd niður til Teistan av Argjum. Tryggir sigrar til Jarnbard og Hvassa Í 5-mannaførum við gentum vóru seks bátar
vera tí, at teir meina at hettta góða orð kann hava ymsan týdning, alt eftir hvar í samfelagnum tú stendur? Ella var tað so, at stættastríðið bleiv avlýst? Í hvussu so er í hesum valskeiði? So at “spekulatión” [...] pengarnar? Hvat hevði gjørt hann fortjentan til at fáa eina góða mánaðarløn frá øllum arbeiðsførum, at kalla hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum? Kanska var tað tí, at samgongan ikki loyvir ”spekulatión”, men [...] spekulatión? Ella er tað bara tí, at stættastríðið er avlýst, í hvussu er í talum og politikaratosi. Ella, tey sum eiga, teimum skal meira vera givið? Tíðindi siga, at sami leikur verður framførdur aftur
føroyskt mál og føroyska mentan. Hann eggjaði okkum til at viðgera og skriva um alt tað, sum hevði við føroysk viðurskiftir at gera. Hann gav mær hugskotið at kanna málstríðið í føroyska skúlanum. Og han var [...] visti hann frá mannalagnum at siga. Á Norðurlendska lærustovninum í Odense fekk hann sítt lívsstarv. Og har tók eg vegin av honum. HF-lærarar í Vági høvdu eggjað mær til at leggja leiðina tann vegin. Og [...] ein savnandi miðdepil, sum føroyingar fylktust um! Fyri umleið 30 árum síðani minnist eg, at Hans skeyt upp at festa allar føroyskar bókmentir á mikro-film. So kundu bókmentir okkara ognast øllum lesandi
um, at tað vóru stórar vónir til mín í hesari kappingini. Men eg var øgiligar skuffaður, eftir at eg hevði tapt teir fyrstu singledystirnar í kappingini. Men vóru tað vónir til mín, so haldi eg, at eg livdi [...] mítt spæl var gott. Men tá ið dysturin er so langur, so visti eg, at hann fór at koma í gongd fyrr ella seinni, og tað gjørdi hann. Men at enda fekk eg so vent dystinum aftur. Kanska bleiv tað í so tætt [...] borðtennis, og vit fara í studio at spæla eina fløgu inn. Ætlanin er at geva fløguna út, og vit skulu sjálvir standa fyri øllum, sigur Thomas Rasmussen. So hann fer næstu tíðina at halda meira í trummustikkarum
teir fyrru at fáa mál. Á hinari síðuni taldi tað sjálvandi ógvuliga nógv, at teir undan uppgerðini á heimavølli móti TB í síðsta umfarinum hava fingið vissu fyri, at ÍF eisini næsta ár fer at verða partur [...] bóltspælararnir Bárður á Lakjuni og Hanus Eliasen royndu at stuðla honum í hvør sínum borði. Bárður á Lakjuni spældi ta einu ferðina Sylla leysan, uttan at mál spurdist burturúr. Men í 24. minutti eydnaðist [...] størsta sigurin. Teir vóru teir einastu, sum vunnu við trimum málum, og tað er ikki á hvørjum ári, at teir vinna so stórt á heimavølli móti ÍF. Eftir 26. umfari er FM møguleikin hjá NSÍ - hóast trivaliga
Atlantshavið. Hjørleif hevði ætlað sær at fara undir útbúgving niðri, men heimurin var so ótryggur í 1939, at hann gjørdi av at flyta aftur til Føroya. Túrin eftir, at Hjørleif hevði verið við skúlaskipinum [...] Børge Simonsen, settur afturat honum. At vera einsamallur tollari í Klaksvík í fimmti árunum og harvið at hava vakt alt samdøgurðið og alt árið var ikki bara sum at siga tað. Umframt mongu skipini úr Klaksvík [...] stillførur og fryntligur, og tað vóru góðar dygdir at hava, tá ið nógv var at gera, og tá ið boð vóru eftir honum bæði tíðliga og síðla. Fyrru árini var hann at síggja á súkklu, so var hann á prutli, og tey
hvítt: Eg eri sloppin inn at lesa løgfrøði. Fyrst nú hómast eitt smíl um varrar hansara. Og fyrst nú gáar hann um, at øll hini hava hugt bara eftir honum. Nú sær hann eisini, at við eitt borð situr ein kedd [...] Danmark, og nú er tíðin komin til at vita, um svarið er játtandi ella noktandi. Postverkið er vanliga ikki opið leygardag. Men í dag hevur tað, sum eina eyka tænastu, sagt frá, at tey lestrarhugaðu kunnu heinta [...] postkvinna er til arbeiðis henda dagin, saman við fleiri øðrum starvsfólkum, sum hava havt úr at gera við at sortera allan henda postin. Hesin ungi maðurin sigur navnið við álvarsamari rødd. Spenningurin
Tað er ikki keðiligt at kenna Eivind. Bráður sum hann er, er einki við at bíða við nøkrum, til tað liggur fyri at avgreiða tað. Tá hann heldur, at tað skal gerast, so er bara at vera klárur. Telefonin [...] skipum. Millum øðrum línubátinum Gamla Andrasi. Hetta sum liður í at læra slíkt skip at kenna, tí hann hevði saman við øðrum í hyggju at lata skip av sama slagi smíða í Noreg. Í 1961 var Eivind í Noreg [...] heimsbardaga og sigldi eisini undir krígnum. Fekk at kenna álvaran í hesi tíðini, tá einasti bróðurin, Gudmund, fórst við Sólarris undir Íslandi. Men Eivind helt á at sigla. Hann var seinni í smiðulæru og á m
neyvan nakar, ið væntaði, at teir fóru at koma afturíaftur. Tættari eftir steðgin Í seinna hálvleiki kom VÍF nakað fyri seg, men tó var tað ongantíð soleiðis, at teir fóru at nærkast Kyndli og spenningur [...] til tess, er ilt at meta um, men helst var tað ein blanding av báðum. Avgjørdu fyri steðgin Tað var bert fyrsta korterið av dystinum, at nakar spenningur var í, tí tað var skjótt, at heimaliðið Kyndil [...] størsti denturin verður lagdur á at hugna sær. Hinvegin eru kyndilsmenn óivað sera fegnir um at hava vunnið so greiðan sigur á føroyameistarunum, og sigurin merkti eisini, at Kyndil framvegis er eitt stig
kunnu vera tøkksom fyri henda spurning-in. Hann vísir, at Jesus av sonnum hevur áhuga í tí, vit vanliga kalla sosialar spurningar. Og at Hann vil, at lærusveinar Hansara skulu hugsa um tað. Tað var ein øgiliga [...] ikki nakað at eta. Ein smádrongur var komin aftaná fyri at sleppa av við nøkur byggbreyð og tveir fiskar og fáa nøkur oyru fyri tað. Men tað munaði so lítið hjá so nógvum. Hetta var orsøkin til, at Jesus kom [...] ikki tað, sum var setningur Hansara í heiminum. Ikki »at loysa trupulleikar heimsins við at útvega alt, hvat ið vit menniskju kunnu treingja til fyri at eta okkum mett og stilla tann tørv, vit annars hava