Hjørleif er ættaður úr Húsavík. Foreldrini vóru Magnus Magnussen, sum var ættaður úr Húsavík og var lærari frá 1914 og til 1957, og Alvilda, fødd Wægter og ættað av Bakkahellu í Havn. Tey áttu átta børn: Manni, sum búði á Als, Gunnvør, sum býr í Randers, Brynhild, sum búði á Sandi, Hjørleif, Kjartan, sum býr í Húsavík, Erling, sum búði í Húsavík, Hákun, sum búði í Havnini og Elinborg, sum býr í Havnini.
Sum flestu føroysku dreingir í tríati árunum, so fór Hjørleif til skips, tá ið hann hevði fingið prestsins hond á høvdið. Í 1938 fór hann til Danmarkar, og hann var við skúlaskipinum Danmark, sum eitt nú var hinumegin Atlantshavið. Hjørleif hevði ætlað sær at fara undir útbúgving niðri, men heimurin var so ótryggur í 1939, at hann gjørdi av at flyta aftur til Føroya. Túrin eftir, at Hjørleif hevði verið við skúlaskipinum, varð tað tikið í USA.
Eftir at hann var komin aftur til Føroya, fór Hjørleif upp á skúla, og saman við fýra øðrum leyk hann stýrimansprógv í oktober 1943. Hjørleif sigldi síðani sum bestimaður við snurruváðsbátinum Eliana. Farbróður hansara, Jóhan Petur, átti og førdi bátin, sum eitt nú fiskaði í Norðsjónum. Eisini sigldi Hjørleif við Borglín og Jóhonnu Sofíu.
Hjørleif giftist 12. januar í 1947 við Olevinu, kallað Ulla, fødd Hansen og ættað úr Árnafirði. Foreldur hennara vóru Guttorm Johannes Hansen og Anna Julie, fødd Sørensen, ættað av Grømma á Viðareiði. Ulla var næstelst av teimum fimm børnunum hjá teimum. Hon vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík hjá fastur síni, Helenu, og manni hennara Michael Sólheyg. Ulla fylti 85 ár 28. januar í ár. Ulla og Hjørleif bygdu á Vágsheygnum. Har hava tey búð í góðum og snøggum heimi, og har búgva tey framvegis. Ulla og Hjørleif eiga trý børn - Bjørg Fjalsbak, Myrna Sørensen og Magnus Magnussen. Bjørg og Magnus búgva í Klaksvík, og Myrna býr í Húsavík. Hjørleif eigur seks barnabørn og tvey langabbabørn.
Lívsstarvið hjá Hjørleifi var at vera tollari. Eftir at Føroyar í 1948 høvdu fingið heimastýri og Gjaldstovan var yvirtikin, vórðu seks tollarar settir í alment starv. Ein var settur í Klaksvík, og tað starvið fekk Hjørleif, sum tók við starvinum 1. januar í 1949. Hann var einsamallur tollari í meiri enn tíggju ár. So varð svágur hansara, Børge Simonsen, settur afturat honum. At vera einsamallur tollari í Klaksvík í fimmti árunum og harvið at hava vakt alt samdøgurðið og alt árið var ikki bara sum at siga tað. Umframt mongu skipini úr Klaksvík og aðra staðni frá úr Føroyum, sum vitjaðu á Vánni, vóru tað eisini nógvir norskir línubátar og eingilskir trolarar, sum vóru á Klaksvík og krokaðu og avgreiddu ørindir.
Hjørleif er stillførur og fryntligur, og tað vóru góðar dygdir at hava, tá ið nógv var at gera, og tá ið boð vóru eftir honum bæði tíðliga og síðla. Fyrru árini var hann at síggja á súkklu, so var hann á prutli, og tey síðstu tollaraárini koyrdi hann í bili.
Nú eru tað fimtan ár síðani, at Hjørleif í 1990 fall fyri aldursmarkinum og fór úr tollarastarvinum. Hann er framvegis væl fyri, og hann fæst framvegis við seyðin, sum alla tíðina hevur verið frítíðarítrivið hjá honum.
85 ára dagurin verður í morgin, og tá verður møguleiki at heilsa upp á Hjørleif millum klokkan 4 og 7 hjá Bjørg og Odd Fjalsbak, sum búgva á Nýggjavegi.