Óðinshædd: Tað er ein álvarsom løta við stóra Posthúsið í Havn. Klokkan er júst farin av 13 henda leygardagin eftir ólavsøku.
Uttanfyri einar dyr aftanfyri Posthúsið stendur ein kø av ungum fólkum. Tey eru øll komin hagar við einum og sama endamáli: At heinta ein stóran hvítan brævbjálva við donskum frímerki á.
Væl frammanundan hava tey øll sent eina ella fleiri umsóknir til einhvønn danskan lærustovn við fyrispurningi um upptøku við skúlaársbyrjan 1. september.
Nú eru svarini send úr Danmark, og nú er tíðin komin til at vita, um svarið er játtandi ella noktandi.
Postverkið er vanliga ikki opið leygardag. Men í dag hevur tað, sum eina eyka tænastu, sagt frá, at tey lestrarhugaðu kunnu heinta svarini henda seinnapartin millum kl. 13 og 15.
Tí standa tey í kø, og tí kann ein síggja og merkja spenningin, sum er innan í teimum. Hesin eini hvíti brævbjálvin kann gerast tann avgerandi løtan fyri framtíðina.
Ein avgerandi løta í valinum av starvsleið restina av lívinum.
Tøgn og álvarsemi
Ein bilur kemur niðan móti køini. Ein drongur kemur úr bilinum, og gongur álvarsamur yvir móti inngongdini.
Nú kemur hann fram til diskin og spyr eftir hesum avgerandi brævbjálvanum í hondini.
Tú sært beinanvegin á honum at hetta er ein álvarsom løta fyri hann og framtíð hansara.
- Hvat er navnið?, verður spurt hinumegin diskin. Ein blíðsníðað postkvinna er til arbeiðis henda dagin, saman við fleiri øðrum starvsfólkum, sum hava havt úr at gera við at sortera allan henda postin.
Hesin ungi maðurin sigur navnið við álvarsamari rødd. Spenningurin er í luftini. Hjá honum valdar tøgn. Her skal ikki sigast so nógv annað enn bara navnið.
- Hevur tú nakað bevís um tað?, spyr hon aftur. Hon roynir uttan iva at avdramatisera hesa løtuna mest møguligt.
Jú, hann fer í lumman eftir koyrikortinum. Í spenninginum fløkist hondin í jakkalumman, men umsíðir kemur so mappan fram og við koyrikortinum í.
Postkvinnan nikkar samtykkjandi, og fer í tann stóra bunkan við hvítum brævbjálvum eftir tí einasta eina brævbjálvanum, sum hevur nakað at siga fyri henda unga mannin.
- Ger so væl, sigur hon.
Upplatingin
Hann tekur brævbjálvan fer út aftur í frísku luftina, framvið eini 20 øðrum ungdómum, sum eru har í somu ørindum sum hann.
Tann stóri spurningurin er nú: Skal hann lata brævbjálvan upp seinni ella beinanvegin?
Hann hevði frammanundan avgjørt, at hann skuldi lata hann upp heima við hús. Hóast hann býr í hinum endanum av býnum, so vildi hann geva sær sjálvum ta tíðina tað kravdist at venja seg við tankan um innihaldið í brævinum.
Men nú, hann stendur við brævbjálvanum í hondini, kann hann snøgt sagt ikki bara sær: Hann má!
Varliga letur hann brævbjálvan upp, og øll hini eygleiða reaktiónina: Var tað eitt ja ella eitt nei!
Blandaðar kenslur
Hann gevur sær góða tíð, og lesur brævið einaferð enn. Enn letur hann ikki nakað við seg koma.
Jú, jú. Tað stendur har svart uppá hvítt: Eg eri sloppin inn at lesa løgfrøði.
Fyrst nú hómast eitt smíl um varrar hansara. Og fyrst nú gáar hann um, at øll hini hava hugt bara eftir honum.
Nú sær hann eisini, at við eitt borð situr ein kedd genta við tárum á kinn. Og nakað hagani stendur ein onnur genta og tosar í fartelefon.
Hann hoyrir hana rópa av gleði: - Hey babba. Eg slapp inn!
So er í hesi verð: Onkur fær gleðistíðindi. Og onkur annar minni góð tíðindi.
Hann má eisini fara at ringja til sína kæru og síni kæru, at siga teimum frá somu góðu tíðindum. Tey eru eisini so spent.
Here we come, Keypmannahavn!