Úr Keypmannahavn var hann komin – norðurlendskur frøðingur um ein háls - tá ið lærdi háskúlin í Odense hevði boð eftir góðum fólki.
Sprottin úr krepputíðum, visti hann frá mannalagnum at siga.
Á Norðurlendska lærustovninum í Odense fekk hann sítt lívsstarv.
Og har tók eg vegin av honum. HF-lærarar í Vági høvdu eggjað mær
til at leggja leiðina tann vegin. Og rætt høvdu tey! Hans var ein sera fyrikomandi maður. Neyðars eg, sum kom úr Føroyum! Eg skuldi “evaluerast“ og “emanciperast”! Fleiri dagar gingu, áðrenn eg visti, hvat tey tosaðu um! Tá var Hans annar maður! Danska mál hansara var báði mergjað og fólksligt.
Hann hevði ein positivan hugburð til føroyskt mál og føroyska mentan. Hann eggjaði okkum til at viðgera og skriva um alt tað, sum hevði við føroysk viðurskiftir at gera. Hann gav mær hugskotið at kanna málstríðið í føroyska skúlanum. Og han var mær ein framúrskarandi vegleiðari! Á Lærda Háskúlanum í Odense (Odense Universiteti) var Hans ein savnandi miðdepil, sum føroyingar fylktust um!
Fyri umleið 30 árum síðani minnist eg, at Hans skeyt upp at festa allar føroyskar bókmentir á mikro-film. So kundu bókmentir okkara ognast øllum lesandi... og síðani allari verðini! Tá var einki, sum het internet!
Hitt sokallaða: “Týsdagsuniversitetið” var víða gitið.
Hvønn týsdag var fyrilestur frá 10-12. Har fekk Hans kendar fyrilestrar-
haldarar at leggja leiðina fram við Odense... og greiða okkum, studentum, frá ymiskum áhugaverdum. Men tað besta við hesum fyrilestrum var tað, sum kom aftaná! Tá fóru øll í kantinuna. Har kundi tú tosa við fyrilestrarhaldaran sjálvan. Spyrja og fregnast eftir øllum tí, tú ikki rættiliga tordi at spyrja um í stóra auditorium.
Minniligar eru hesar løtur. Tá ið m.o. fyrrverandi forseti Íslands, Kristian Eldjarn, sáli, segði frá um grøv Jón biskups, “tá ið himmalin græt”! Og tá Peter Foote og Michael Barnes, professarar úr London og okkara menn av Fróðskaparsetrinum vitjaðu og knýttu vinarbond, sum standa við!
Tá Miðaldarlaboratoriið í Odense skipaði fyri sokallaðum “Symposions” var Hans eisini ein av undangongumonnunum. Og minniligir eru Kingo-Dagarnir til heiðurs fyri mæta sálmaskaldið.
Eg kom tíðliga at kenna Hans og Elsu, konu hansara og børnini, sum óalmindiliga fitt fólk og vitjaði tey heima, báði í Skt. Klemens og í Brændekilde! Eisini tey fingu høvið – sum teir Føroyavinir, tey vóru – at vitja í Vági. Á kaiini við flakavirkið syfti Elsa summarseiðir, og Sverri Dahl, sáli, tók av. “Takk og prís!” Tá var gaman at liva!
Hans var katolikkur. Og tað duldi hann ikki fyri.
Einaferð á Flatlandsferð hevði eg ta æru at fara til sunnudags morgun-messu í kleystrinum í Dalum, har Burla, prestur, prædikaði.
Burla er kendur maður í Havn. Hann búði tá sum emeritus í íbúð við kleystrið í Dalum. Hann skuldi bara prædika, um hann var væl fyri.
Nonnurnar gingu honum til handa. Eftir gudstænastuna bjóðaði Burla okkum báðum Hans inn á gólvið.
Tað var sum at koma inn í eina føroyska stovu! Myndirnar á vegginum
vóru klassisk føroysk listaverk. Og stórur var blíðskapurin!
Hans var ikki bara ein vinsælur professari, hann var eisini mær og okkum føroyingum ein sera hollur vinur. Tá ið eg fylti í fjør, var hann í telefonini, blíður og skemtingarsamur, sum altíð.
Við hesum orðum fari eg at lýsa frið yvir minnið um vinmannin, Hans Bekker-Nielsen, professara.
Harrin styrki tykkum, Elsu og børnini, sum eftir sita.
Så reise vi til vort Fædreland.
Der ligger ej Dag i Dvale.
Der stander en Borg, saa prud og grand,
med Gammen i gyldne Sale.
Saa frydelig der til evig Tid
med Venner i Lys vi tale.
Arnfinnur Thomassen