Ársins seinasta útgáva av klassikaranum millum Kyndil og VÍF gjørdist als ikki tað, sum vit eru von við at síggja, tá ið hesi bæði lið hittast. Vestmenningar høvdu longu tryggjað sær FM-heitið, og tí tóku teir sær eitt sindur av løttum, meðan kyndilsmenn hinvegin fegnir vildu hava uppreisn fyri seinastu ósigrarnir móti arvafíggindunum.
Karmarnir til dystin vóru heldur ikki teir somu sum vanligt, tí einans 100 áskoðarar vóru. Um tað var manglandi spenningurin í kappingini ella kavaveðrið, sum vóru orsøk til tess, er ilt at meta um, men helst var tað ein blanding av báðum.
Avgjørdu fyri steðgin
Tað var bert fyrsta korterið av dystinum, at nakar spenningur var í, tí tað var skjótt, at heimaliðið Kyndil legði sjógv millum seg og mótstøðumenninar. Tað var ógvuliga týðuligt, at tað var stórur munur á motivatiónini hjá liðunum báðum.
Kyndil setti av álvara ferð á, tá ið farið var um fyrsta korterið, meðan VÍF steðgaði fullkomiliga upp. Heimaliðið var á odda 12-11, tá ið tíggju minuttir vóru til hálvleiks, men seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Kyndil átta ferðir, meðan VÍF einki mál fekk afturat fyri steðgin.
Tí var dysturin í veruleikanum avgjørdur, tá ið komið var til hálvleiks, tí tá var Kyndil á odda 20-11, og hóast vestmenningar hava eitt serstakliga gott lið, so var tað neyvan nakar, ið væntaði, at teir fóru at koma afturíaftur.
Tættari eftir steðgin
Í seinna hálvleiki kom VÍF nakað fyri seg, men tó var tað ongantíð soleiðis, at teir fóru at nærkast Kyndli og spenningur kom í aftur. Kyndil helt munin til føroyameistararnar, men í mun til fyrra hálvleik megnaðu teir nú ikki at økja støðugt um leiðsluna.
Vestmenningar tóktust ikki serliga ávirkaðir av dygga ósigrinum, men tað tóktist heldur sum um, at teir nú bara bíða eftir komandi leygardegi, tá ið teir fáa steyp og heiðursmerkir handað í Vestmanna, og teir síðani kunnu halda gullveitslu, áðrenn farið verður í summarfrí.
Innsatsturin hjá VÍF sunnudagin á Hálsi kundi meiri samanberast við summarhondbólt, har størsti denturin verður lagdur á at hugna sær. Hinvegin eru kyndilsmenn óivað sera fegnir um at hava vunnið so greiðan sigur á føroyameistarunum, og sigurin merkti eisini, at Kyndil framvegis er eitt stig framman fyri strandingar á silvurplássinum.
Tá ið seinastu dystirnir á árinum verða leiktir komandi leygardag, skal Kyndil spæla móti grannunum úr Neistanum, meðan VÍF í Vestmanna fær vitjan av steypavinnarunum úr StÍF. Hjá báðum liðum verður óivað talan um truplar dystir.
Neistin var ógvuliga sannførandi í Hoyvík sunnudagin, og teir vunnu eisini seinasta dystin móti Kyndli.
Í Vestmanna ætla vestmenningar sær neyvan at taka sær so mikið av løttum, sum teir gjørdu í Havn sunnudagin, tí teir mongu trúfastu áskoðararnir vilja fegnir enda árið við einum sigri, og tað vilja spælararnir ivaleyst eisini.
Kyndil-VÍF 35-27(20-11)
Kyndil: Josef Abrahamsen 7(2), Høgni Klein 7, Finnur Hansson 7, Hans Áki Dal-Christansen 4, Jakob Jónsson 4, Janus Einar Sørensen 4, Rókur Akralíð 2
VÍF: Harald Bjørgvin 5, Áki Olsen 5(2), Daniel Rapa 4, Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, John Zachariassen 2, Jákup Súni Andreasen 2, Sjúrður Poulsen 2, Áki G. Olsen 1, Johnny Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 4(2), VÍF 3(2)
Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 6
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Kristian Johansen
Áskoðarar: 100