NSÍ gjørdi størsta hálið

ÍF, sum ofta hevur staðið seg væl í Runavík, legði bragdliga fyri, men misti alt á gólvið eftir lítlari løtu í 1. hálvleiki

NSÍ-ÍF

Fuglfirðingar kundu bæði smílast og pínast, tá ið teir sunnudagin fóru til hús eftir vitjanina í Runavík. 4-1 tapinum áttu teir ógvuliga stóran lut í, hóast teir vóru teir fyrru at fáa mál. Á hinari síðuni taldi tað sjálvandi ógvuliga nógv, at teir undan uppgerðini á heimavølli móti TB í síðsta umfarinum hava fingið vissu fyri, at ÍF eisini næsta ár fer at verða partur av bestu deildini.
Hjá NSÍ hevur tað gingið sum eftir ánni síðani summarsteðgin. Undantøkini hava verið 4-4 á Sevmýri og 5-2 tapið á heimavølli móti EB/Streymi. Hesa ferð vann NSÍ størsta sigurin. Teir vóru teir einastu, sum vunnu við trimum málum, og tað er ikki á hvørjum ári, at teir vinna so stórt á heimavølli móti ÍF.
Eftir 26. umfari er FM møguleikin hjá NSÍ - hóast trivaliga sigurin - burtur. Møguleikin hevur støðugt lúrt, men kappingarneytarnir hava verið støðugir nú upp undir endan, og í NSÍ staðfesta teir, at tey fimm stigini, sum teir síðani summarsteðgin hava mist móti TB og EB/Streymi, hava kostað FM møguleikan.
ÍF skoraði fyrsta málið í Runavík. Sylla var einsamallur á toppinum, meðan góðu bóltspælararnir Bárður á Lakjuni og Hanus Eliasen royndu at stuðla honum í hvør sínum borði. Bárður á Lakjuni spældi ta einu ferðina Sylla leysan, uttan at mál spurdist burturúr. Men í 24. minutti eydnaðist tað við somu uppskriftini. Sylla gjørdist leysur innanfyri NSÍ verjuna, og hann setti bóltin framvið Jens Martini Knudsen.
NSÍ fór kortini ikki niður við nakkanum. Heldur spentu teir seg meiri út, og tólv minuttir eftir, at ÍF hevði lagt seg á odda, var heimaliðið frammanfyri 3-1. Útjavnandi málið átti Helgi L. Petersen. Eftir nakrar ferðir aftur og fram og ÍF bjarginarroyndir, sum kortini ikki vóru nóg avgjørdar, fekk Helgi, sum aftur hesa ferð var sentralur miðvallari, bóltin í málið.
NSÍ fagnaðurin var stórur, og hann var ikki meiri enn tagnaður, so var aftur orsøk at fegnast - bæði yvir 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var talan um brotsspark, sum dómarin dømdi móti miðverjanum Símuni Eliasen. Innlegg úr borðinum rakti í armin. Nógvir dómarar bríksla ikki fyri brotssparki í sovornum førum, men tað gjørdi dómarin hesa ferð, eftir at linjuverjin hevði veittrað væl og leingi. Andy Olsen, sum hesa ferð var miðvallari í høgru, var tryggur úr ellivu metrum, og lítla løtu seinni var tað Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði til 3-1 og harvið legði seg upp á síðuna av Sorin Anghel ovast á máltindinum.
Eftir steðgin var eingin orsøk hjá heimaliðnum at spenna álopsbogan. ÍF setti Bartal Eliasen, sum fyrra umfarið hevði verið á beinkinum, millum teir fremstu. Tað kundi kanska havt borið meiri tyngd við sær, um ikki besti framrættaði bóltspælarin hjá fuglfirðingum, Bárður á Lakjuni, var komin á vøllin eftir steðgin. Tað gjørdi hann ikki.
ÍF álopsparturin var kortini ikki støðugur. NSÍ hevði fleiri møguleikar, og miðskeiðis í 2. hálvleiki øktu teir til 4-1. Málinum syrgdi ÍF miðverjin Símun Eliasen fyri. Hann man hava verið mest støðugi ÍF spælarin í ár. Sunnudagurin 16. oktober 2005 í Runavík fer tó ikki at standa millum teir glæsiligastu hjá veteraninum. Andy Olsen sendi innfyri, og áðrenn bólturin náddi til NSÍ álopsspælaran, var ÍF veteranurin fyrstur á, og so var 4-1 til NSÍ, sum framvegis hevur møguleika at vinna bronsumerkini leygardagin. Tá skulu teir spæla í Klaksvík, har teir fyri trimum árum síðani fyri fyrstu ferð vunnu heiðurskrónur - úr silvuri.
Fuglfirðingar hava tryggjað sær plássið í bestu deildini. Leygardagin vera teir við til at gera av, um TB ella kanska GÍ skal flyta niður.