Veðrið var ikki so galið, tá fyrsti kappróðurin á árinum bleiv skotin í gongd á Norðoyastevnuni leygardagin. 43 bátsmanningar høvdu boðað frá luttøku, men tá alt kom til stykkis, vóru tað bert 39 bátar, sum blivu flotaðir í Klaksvík.
Tað, sum flest øll mundu tosa um undan fyrsta róðrinum, var, at bert tvær bátsmanningar vóru við í tveimum av róðrunum, og hetta bleiv av nógvum mett at vera rættiliga óheppið.
Hvussu var og ikki, so skuldi rógvast undir øllum umstøðunum, og á leið kl. 13 skeyt startdómarin fyrsta skotið á árinum, og so settu manningarnar í 5-mannaførum við dreingjum á.
Tveir sigrar til Sílið
Fyrsti róðurin henda dagin gjørdist eisini ein av mest spennandi róðrunum. Tveir bátar fylgdust mest sum allan vegin úti á fjørðinum. Størsta partin av teininum hevði Sílið helst munin á Havfrúnni, og tað gjørdist eisini 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum dró longra stráðið. Teir megnaðu at halda Havfrúnni aftanfyri seg í endaspurtinum, og á málinum vóru teir skutin frammanfyri bátin úr Vestmanna.
Hetta gjørdist tó ikki einasti sigurin hjá Sílinum henda dagin. Hjá 5-mannaførum við kvinnum var tað eisini Sílið, sum fekk bestu byrjanini. Tær løgdu seg á odda alt fyri eitt, og líkt var til, at tær høvdu hug at økja um munin, longur inn tær komu. Eitt skifti vóru tær meir enn eina bátslongd frammanfyri Teistan, men í endaspurtinum royndi Teistin av øllum alvi at hótta Sílið. Sílið megnaði tó at halda leiðsluni allan vegin, og munurin gjørdist at enda ein hálv bátslongd niður til Teistan av Argjum.
Tryggir sigrar til Jarnbard og Hvassa
Í 5-mannaførum við gentum vóru seks bátar við í kappingini, men hesin róðurin bleiv ongantíð spennandi. Hvassi úr Sunda Róðrarfelag legði seg á odda alt fyri eitt, og inn eftir fjørðinum gjørdist munurin bara størri og størri niður til næstu bátarnar.
Komnar á mál vóru genturnar norðan úr Sundalagnum heili tríggjar bátslongdir frammanfyri Tambar úr Róðrarfelagnum Knørri.
Hjá 6-mannaførum við kvinnum var heldur eingin ivi um úrslitið. Her vóru bert Jarnbardur og Kollfirðingur við í kappingini. Jarnbardur fekk nógv betri byrjan enn báturin hjá kollfirðingum, og munurin bara vaks og vaks, sum tær nærkaðust málinum. At enda var Jarnbardur var Jarnbardur heili 31 sekund frammanfyri Kollfirðing.
Róðrarfelagið NSÍ vann síðstu róðrarnar
Næstsíðsti róðurin á skránni henda dagin var róðurin hjá 8-mannaførunum. Her vóru fimm bátar við í kappingini, og frá byrjan av vóru tað Heiðabáturin og Ørvur, sum drógu frá hinum bátunum. Argjabáturin royndi at hanga í, men fyrstu løtuna gekk ikki so væl.
Komnir nakað inn eftir fjørðinum byrjaði Heiðabáturin veruliga at draga frá Ørvi, og sum teir nærkaðust málinum bleiv munurin bara størri og størri. Skjótt gjørdist greitt, at Heiðabáturin kundi ikki takast henda dagin, og teir vunnu eisini ein tryggan sigur, heili 14 sekund frammanfyri næsta bátin.
Kappingin um annað plássi gjørdist hinvegin rættiliga hørð, og í endaspurtinum megnaði Argjabáturin at fara fram við Ørvi, so teir endaðu á øðrum plássi.
Runavíkin tók sær eisini av sigrinum hjá 10-mannaførunum. Her vóru bert tveir bátar við í kappingini, og eingin ivi var um sigurin. Vestmenningur hevði stutt og greitt ikki tað, sum skuldi til, fyri at fylgja við Eysturoyingi, sum vann 10-mannafarsróðurin í stórum stíli.
Sostatt er fyrsti róðurin í árinum komin at enda, og flestu sigrarnir fóru til Havnar og Runavíkar.










