saman við onkrum av børnunum og teirra familjum. Um hon skal arbeiða millum jól og nýggjár, veit hon ikki enn. ? Um tað verður nakað arbeiði, so arbeiði eg. Um ikki, so havi eg frí, sigur Malena Purkhús brosandi [...] allatíðina, og tað dámar henni avbera væl. ? At kunna arbeiða við hús er sera frítt. Tú gert sjálv av, nær tú setir teg, og nær tú gevst. Tað er deiligt, sigur Malena. Kontórið er í dag eitt lítið rúm, har Malena [...] real. Beinanvegin komu boð frá J.J. Jacobsens handli um at fáa hana til arbeiðis at passa bøkurnar, sum hon sjálv tekur til. ? Ja, eg varð biðin um at koma til arbeiðis hjá teimum, so har stóð eg í læru
fingið hendur á fototólinum á eini heimsframsýning í London í 1850, um hann sjálvur var har, ella um hann fekk keypt tað gjøgnum aðrar, veit eg ikki. Fototólið varð ikki sett í eitt skáp. H.C. Müller gjørdist [...] scannaðar. Tá tað velst um aðrar myndir, so er tað Ólavur Øster, sum hevur skil á tí. Hann hevur seinastu mongu árini bygd myndasavnið upp og tað gongur ikki drúgv tí frá tú hevur spurt hann um okkurt, til hann [...] Føroya Fornminnissavni, sitir nú og ger hesar myndir teldutøkar. Tað er um Haldane og myndirnar hendan greinin í høvuðsheitinum snýr seg um. ? Myndirnar hjá H.C. Müller eru absolut tær elstu myndirnar vit eiga
hjá hondbóltsmálmonnum, at tú gerst so tvørur, at tú setir tær fyri, at tú skalt gjøgnum pínuna. Grót og aftur grót Bárður Lava Olsen sigur seg altíð hava havt ein dreym um at hava egið virki, og fyri [...] Ternurygg at tosa við Bárð, um hvørjar møguleikar hann sá í at arbeiða við gróti. Nógv vatn er runnið í ánni, síðan speisku viðmerkingina í Degi viku frá Bárði Lava Olsen um, at gravsteinar ongantíð fóru [...] javnaldrar hjá Bárði valdu at fara í Hoydalar at lesa um Aristoteles, týskar hvørjumfalls bendingar og at loysa líkningar, var ungi havnarmaðurin ikki í iva um, at meitilin, hamarin og grótið skuldi gerast hansara
fólk tosa um at fara út at sigla við seglum. "Hatta er líka skeivt, sum um tú segði, at tú fert út at ganga við beinunum", plagar hann at taka til. Fert tú at stima, er tað við motori, fert tú at rógva [...] brúka gomlu føroysku heitini um teir ymsu bátslutirnar. Orðini, tú brúkar, eru ein týdningarmikil partur av fakinum, og ansar tú ikki eftir, eru tey horvin, áðrenn tú veit av, tí ongin brúkar tey, ella [...] rógva, brúkar tú árar, og fert tú at sigla er tað also við seglum, greiðir Terji frá og letur ongan iva vera um, at føroyskt bátasmíð er meir enn bara eitt handverk. Gamal dreymur Terji smíðar bátar eftir gamla
eina jólaheilsan. Hýrurin á fólki er góður. Prátið snýr seg um jólini, børnini og um hesir nýggju prísirnir hjá DAT kunnu brúkast til nakað. Hóast útisetar í stríðum streymi fylla flogfør til Føroya, so [...] skal siga. Eg vil ikki hava, at fólk hoyra meg, ljóðar tað frá nøkrum. ? Ger tað nakað, um eg sendi eina heilsu, sjálvt um eg fari heim til jóla, er eisini ein vanligur spurningur. Hugagóði teknikarin, sum [...] sohvørt fólkini fara at hugsa um, hvønn tey skulu minnast til at heilsa, og hvør nú hevur givið teimum hvat og hvønn sóu tey nú einaferð í summar? ? Kann mann hoyra meg, um eg teski honum í oyra, hvat hann
politikki. ? Tá ið tú ert við í politikki, kanst tú ikki rokna við, at tú altíð skal sita á trúnuni. Við hvørt endar tú eisini í minniluta, og hóast tú ikki hevur somu ávirkan har, sum tá ið tú ert borgarstjóri [...] ætli mær ikki bara at sita og grenja um meirilutan, sum eg haldi, at minnilutin seinastu fýra árini hevur gjørt alt ov nógv av. Tá ið tú ert valdur í býráðið, hevur tú skyldu at gera títt besta fyri borgaran [...] aftur, og tað fegnist eg um, sigur Jan Christiansen. Og gamlaárskvøld kann hann skjóta eitt nýtt ár inn, og samstundis siga farvæl til tey fýra sum borgarstjóri. Og hvør veit, um hann ikki sjálvur futtar
má tað vera tekin um, at vit ikki vænta at nakað kemur frá hjartanum longur. Og tað er øgiliga syrgiligt og fátæksligt og sigur ikki so lítið um heimin, vit liva í, sigur Knút undrandi. ?Havsglóð? er bersøgin [...] hesin skilnaðurin verður uppaftur meir tankavekjandi, tá tú hugsar um, at hann hvørki hevur støði í Bíbliuni ella søguliga. Søgan yðjur jú í dømum um menniskju, sum hava úttrykt sina gleði yvir at vera kristin [...] ringasta er, at tað sær ikki út til at órógva okkum stórvegis. Eg veit ikki, um vit eru so kúgaði, at vit ikki longur vita av tí, ella um vit bara eru líkaglað. Í hvussu er, er tað onki sum bendir á, at
hugsað mær, sum leikmaður í kirkjuni og ein, ið hevur fingist nakað við kirkjuligt arbeiði, at gjørt nakrar viðmerkingar til greinina. Tú vísir á, at urgan er bert umleið 100 ára gomul í føroysku kirkjuni [...] Undir yvirskriftini "At seta við" rør tú framundir, at summir urguleikarar sita so fastir á urguni, at yngri kreftir hava ilt við at sleppa framat. Eg býti merki í, at tú ikki nevnir kirkjuráðið í hesum sambandi [...] venda sær til, um ein kundi hugsað sær venjing á kirkjuurguni við tí fyri eyga at spæla til gudstænastu. Á ársfundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir fyri nøkrum árum síðani kom spurningurin um nýggjar ur
Jógvan Fríðriksson, prestur, harmast um, at tað í dag tykist sum um at sorg er nakað, sum á ein ella annan hátt bara skal skundast í gjøgnum. Tað ræður um at fáa fólkini í gjøgnum hana sum skjótast, so [...] Sorgin er ikki ein ítøkiligur lutur sum til dømis gips. Um tú brýtur beinið, so fært tú hjálp, verður gipsaður og einar seks vikur seinni parkerar tú gipsið, ella koyrir tað í skrell. Men soleiðis er ikki [...] sorgarmiðdepli høvdu øll møgulig fólk kunna veitt teimum, ið eru rakt av sorg, hjálp. Og her hugsar hann ikki bara um professionell fólk. Jógvan veit nevnliga um fleiri dømi, har eitt nú lærari, systkin ella
góðan heys, og spurdi um hann visti at siga honum nakað um harðasta streym, og táið hann svaraði Ólavsvøkumysingin, froysti Evensen útúr, og bað hann ikki óttast nakað, heldur hugsa um lærusveinarnar hjá [...] soleiðis skal tað vera. Føroyingar fara at stríðast um tað sama í komandi ári, sum vit stríddust um í árinum, sum nú fór, og sum vit stríddust um í farnum árum. Um mentanarspurningar. Harið ósemjurnar halda fram [...] globala meldrinum. Vit fara at kjakast um objektivitet og orku hjá fjølmiðlunum, um ginusøgur eru vandamiklar fyri fólkasálina, um skaldskapurin er nóg dyggur, um fólkaskúlin er eitt nóg gott menningarreiður