- Eg áni ikki, hvat tað vil siga at vera cool og tjekkaður. Og eg má skuffa teg, um tú heldur, tað býr okkurt aftanfyri, at eg havi klipt mær og fingið nýggjar brillur.
Knút Háberg Eysturstein, sum vit kenna best sum keyboardleikarin í Gestum við tí síða fruntinum, tungu brillunum og álvarsama andlitsbránum hevur hug at flenna, tá eg spyrji, hví hann hevur valt sær sær eitt so nørdut image.
- Heilt erligt, so er hatta ikki nakað, eg havi gjørt mær stórvegis tankar um. Eitt image er bara myndin úteftir, og verðin er jú sjáldan tað, hon sær út til at vera ...
Er verðin ikki tað, hon sær út til at vera, er popp/rockverðin tað uppaftur minni. Og kanska er tað júst orsøkin til, at fløgan ?Havsglóð?, sum Knút gav út fyrr í ár, kom so óvart á nógv. Við orðum sum ?djørv? og ?hjartanemandi? skýrdu ummælarar ?Havsglóð? alt fyri eitt ársins mest sermerktu fløguútgávu ? mest av øllum, tí hon hevði nakað uppá hjarta.
Pláss fyri tí ófullkomna
- Tað er okkurt ótrúliga løgið í, at ein fløga verður hildin at vera djørv og sermerkt, tí hon hevur nakað uppá hjarta. Onkusvegna má tað vera tekin um, at vit ikki vænta at nakað kemur frá hjartanum longur. Og tað er øgiliga syrgiligt og fátæksligt og sigur ikki so lítið um heimin, vit liva í, sigur Knút undrandi.
?Havsglóð? er bersøgin, húðleyst erlig og aftrar seg ikki við at seta orð á tað, vit helst ikki tosa um ella við at seta barnsligar, næstan bláoygdar spurningar um alt frá deyða, Gud og meiningina við øllum. Men fløgan var ikki ætlað sum ein tilvitað provokatión, sum skuldi fáa fólk at rakna við.
- Hatta er bara mín máti at gera tónleik og skriva sangir. Hevði eg gjørt tað øðrvísi, hevði tað ikki verið mín fløga longur. Meðan eg tók løgini upp, hugsaði eg nógv um, at tað í grundini er ein andsøgn í geva nakað so persónligt út á fløgu til øll onnur at lurta eftir. Men hinvegin, eg eri ikki tann einasti í verðini, sum havi upplivað sorg og sakn, og eg eri heldur ikki tann fyrsti, sum seti orð og tónleik til hesar kenslur. Kanska hetta er mín máti at vísa, at tað í okkara grunnskygdu glitriverð eisini finnast ófullkomin og ivandi menniskju við veruligum kenslum. At tað er í lagi at vera kiksaður - hvat tað so enn merkir ...
Eitt andahol
Bara 16 ára gamal misti Knút mammu sína, og hann dylur ikki yvir, at sorgin og saknurin er ein afturvendandi íblástur til nógvar av tekstunum á ?Havsglóð?. Mamman var bara 37 ár, tá hon doyði av krabbameini eftir at hava verið sjúk í umleið eitt hálvt ár, og slíkt setur síni spor, kanska ikki beinanvegin, men Knút er sannførdur um, at tað hevur havt týdning fyri hansara persónsmenning seinni.
- At verða konfronteraður við eina so ógvusliga síðu av lívinum sum tannáringur ger, at tú verður noyddur til at taka støðu til ella fyrihalda teg til spurningar, tú annars neyvan hevði gjørt tær so nógvar tankar um í hasum aldrinum. Millum annað hevði tað við sær, at eg seinni byrjaði at undrast yvir, hvussu skjótt alt gongur, og hvussu nógv vit bara taka sum givið uttan at geva okkum far um, at alt kann verða tikið frá okkum eftir eini evarska lítlari løtu. Onkustaðni í Grisku gudalæruni verður nevnt, at ?Gudarnir øvunda menniskjum, at tey doyggja?, tí tað ger jú bara lívið meir intenst og vakurt, men so leingi vit halda okkum vera ódeyðilig, fáa vit jú ikki virðismett lívið.
Hesir tankar eru kanska mest týðiligir í lagnum ?Fireworks?. Hóast sangurin er ein ásannan av, at lívið er við at renna út, ganga fýrverkarí og candyfloss aftur, sum sorgblíðar myndir uppá vakurleikan, sum er treytaður av, at hann hvørvur líka skjótt, sum hann kom.
- Í mínum eygum og oyrum er tað einfalda mangan eisini tað vakrasta, og tað gongur eisini aftur uppá ymsar mátar á fløguni. Til dømis var upprunaligi tankin við lagnum ?Havsglóð? at geva tí ein vøgguvísudám fyri á tann hátt at raka nakað einfalt, góðvarið og upprunaligt samstundis. Okkara fyrsta tónleikaliga uppliving stavar jú sum oftast frá eini vøgguvísu, og uppá ein máta er fløgan ein roynd at endurskapa nakað friðsælt og vakurt, har tú kanst sleppa at vera eina løtu uttan at verða órógvaður. Eitt andahol í eini tilveru, har ongin hevur tíð at steðga á og hugsa.
Trúgv og list
Knút er sannførdur um, at evnini at skapa tónleik er ein gáva, hann hevur fingið frá Gudi, eins og øll list onkusvegna er ein endurspegling og játtan av Guds skapanarverki. Tí undrar tað hann stórliga, at kristindómurin hevur so ilt við at geva listini pláss og ofta heldur hana hoyra heima á einum lægri verðsligum støði
- Øll hendan løgna uppbýtingin av tí andaliga og tí verðsliga er eftir mínum tykki fullkomiliga burturvið. Og hesin skilnaðurin verður uppaftur meir tankavekjandi, tá tú hugsar um, at hann hvørki hevur støði í Bíbliuni ella søguliga. Søgan yðjur jú í dømum um menniskju, sum hava úttrykt sina gleði yvir at vera kristin við at skapa fantastisk listaverk, men eg dugi illa at ímynda mær, hvussu vit í dag skuldu gjørt pláss fyri Michelangelo, Bach ella Haydn innafyri trongu karmarnar í okkara kirkjum og samkomum.
- Eitt er, at modernaði kristin tykjast at hava mist sambandið millum trúnna og listina úr eygsjón. Vit megna eftir øllum at døma heldur ikki at rúma listini uttan so, at hon hevur eitthvørt nýtsluvirði. Ein sangur skal til dømis helst kunna umvenda so og so nógv menniskju, áðrenn hann hevur uppiborið eitt pláss innan kirkjugátt ella í eini samkomu. Í grundini er tað rættiliga óhugnaligt, at kristindómurnin soleiðis hevur yvirtikið ein nyttumoral, vit annars helst seta í samband við ídnaðarkollveltingina, hugleiðir Knút.
Sjálvur heldur Knút fast við at brúka tónleikin sum ein máta at prísa skapanarverkinum og vakurleikanum. Eisini tær løtur, tá ivin og uppgerðin spøkja, sum til dømis í lagnum ?Shine?
- ?Shine? er ein uppgerð við tann Gud, sum verður borðreiddur fyri mær allastaðni, men sum als ikki er tann sami, sum eg lesi um í Bíbliuni. Eitt tað størsta mistakið, menniskjan hevur gjørt, er at royna at billa sær inn, at átrúnaður og trúgv er tað sama. Úrslitið, er at vit standa eftir við nøkrum innantómum stovnsfestum reglum og siðvenjum, sum vit tvíhalda um í berari ræðslu fyri at hyggja at okkum sjálvum. ?Shine? er also mín uppgerð við royndina hjá menniskjum at redusera trúnna á Gud til eitt sosialt reglusett ella okkurt slag av klisturmerkjatrúgv, uttan innihald.
Knút dylur ikki yvir, at hann í løtum heldur tað vera trupult at vera trúgvandi í einum samfelag, har sambandið millum tað, sum Bíblian fortelur honum og tað, sum tíðarandin vil hava hann at jagstra, er horvið.
- Sum øll onnur, standi eg og eygleiði eitt samfelag, har líkasælan og materialisman hava tikið ræðið, men sum eg onkusvegna eisini skal vera partur av. Fyri meg er loysnin mín Gudstrúgv, og í mínum hugaheimi verður Jesus hvørki minni sannur ella vakur fyri tað, um eg ikki kann prógva, at hann er til. Eg havi tað, sum Dostejevski, sum segði, at sjálvt um onkur prógvaði fyri honum í morgin, at Gud ikki var til, hevði hann framvegis valt at trúð uppá hann. Fyri summi kann ein slík sannføring uttan iva tykjast bláoygd, desperat og beinleiðis snævurskygd, men fyri meg letur hon heldur upp fyri nøkrum størri, við tað at hon ásannar, hvussu avmarkaði vit eru sum menniskju.
Doyvdir føroyingar
Við trúnni fylgir altíð ein ábyrgd fyri at geva tær far um tað, sum hendir rundan um teg, heldur Knút, og tí aftrar hann seg heldur ikki við at blanda seg uppí almenna politiska kjakið. Og beint eftir seinasta løgtingsval mundu fleiri eisini varnast, at keyboardleikarin í Gestum, var vorðin ein av høvuðspersónunum í einum drúgvum orðadrátti um fullveldisgongdina.
- Eg havi ongantíð fjalt út yvir, at eg kendi tað sum eitt stórt vónbrot at síggja, hvussu støðið spakuliga men áhaldandi bleiv máað undan teimum kreftum, sum høvdu stungið fullveldiskósina út í kortið. Hetta kjakið snýr seg ikki bara um, hvussu ósunt og niðurbrótandi tað er, at eitt land ikki hevur evstu ábyrgdina fyri sínum fíggjarligu og rættarligu viðurskiftum. Eg stúri eisini av álvara fyri, hvat hetta fer at gera við okkum sum menniskju sum frá líður, tí uppá fleiri mátar líkist okkara politiska støða onkrum slag av narkomani: Vit eru vorðin so bundin og doyvd av fíggjarliga stuðulinum frá Danmark, at vit fáa ikki liva uttan longur, tíansheldur ímyndað okkum, hvussu støðan kundi verið øðrvísi. Eins og misnýtarar desperatir leita eftir rúsevnum, hevjar føroyskur politikkur seg sjáldan longur upp enn til eitt ørkymlað klandur um pengar, sigur Knút, sum heldur tað vera bæði hugstoytt og pínligt at síggja, hvussu føroyingar fara at piprast við tankan um, at okkara methøga livistøði skuldi lækka eitt vet.
- Fyri mær sær tað út til, at vit føroyingar eiga ongan stoltleika í okkum longur, og tað ringasta er, at tað sær ikki út til at órógva okkum stórvegis. Eg veit ikki, um vit eru so kúgaði, at vit ikki longur vita av tí, ella um vit bara eru líkaglað. Í hvussu er, er tað onki sum bendir á, at vit eru til reiðar at stríðast fyri nøkrum øðrum enn tí, sum rakar okkara pengapung, sigur Knút, sum heldur ongantíð hevur skilt ráðandi hugburðin um, at ?Vit hava tað jú fínt, sum er.?
- Tað tykist sum at fólk halda, at tey harvið hava tryggjað seg móti broytingum. Men øll samfeløg broytast, uttan mun til, um vit vilja tað ella ikki. Vit kunnu lata standa til, og harvið lata onkran annan gera av, hvagar leiðin skal ganga, ella vit kunnu rópa varskó og ganga okkara egnu leið. Men tað avgerðina er tað bara vit sjálvi, sum kunnu taka, sigur hugsunarsami tónleikarin at enda.