Tá ið klokkan gamlaárskvøld slær tólv, fýrverkið bleiktrar yvir Havnini, og fólkini ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, er tað ein maður, sum eitt sindur sorgblíður kann siga farvæl til ikki bara eitt farið ár, men fýra farin ár sum borgarstjóri í Havn.
Og millum mongu neyðrakettirnar, sum verða skotnar upp í loft hetta kvøldið, kann hann kanska fáa eygað á sín avloysara. Í øllum førum varð Heðin Mortensen í gjár valdur til »Árins neyðrakett« av lesarunum hjá Dimmalætting.
? Tað er við sorgblídni, at eg farið frá, men eg eri hvørki ein óður ella bittur maður, nú eg má gevast sum borgarstjóri. Eg veit, hvussu treytirnar eru í politikki, og tað viðurkenni eg, hóast eg kundi hugsa mær, at skiftið av borgarstjóra fór fram eitt sindur meira erligt, enn tað gjørdi, sigur Jan Christiansen.
Hann var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1985 og hevur verið partur av kommunalpolitikkinum í Havn síðani. Seinastu fýra árini hevur hann verið borgarstjóri í landsins størstu kommunu, og ætlanin var eisini, at hann skuldi halda fram í fýra ár afturat.
Svikin av teirra egna
Tað var eitt ordans rok, sum gjørdi av við tíðina hjá Jan Christiansen sum borgarstjóri í Havn á hesum sinni.
Eftir valið samdust Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin um, at flokkarnir skuldu halda fram við samstarvinum næstu fýra árini, og tá lá meira enn í kortunum, at Jan Christiansen skuldi verða borgarstjóri.
Men so hendi tað, sum hevur verið so nógv umtalað síðani. Sambandsmaðurin Heðin Mortensen skifti part, koppaði javnvágini, gjørdist Javnaðarmaður og verður nú borgarstjóri í Havn. Harvið enda Jan Christiansen og hansara partur í minniluta.
? Tú kanst altíð koma út fyri, at tú missir tín politiska meiriluta, men hesaferð kendist tað, sum ein av okkara egnu, ið vit høvdu samstarvað við í fýra ár, sveik okkum øll fyri at sleppa at verða borgarstjóri. Tað var ikki serliga hugaligt, sigur Jan Christiansen.
Havnin við fullari ferð
Tað hava verið fýra sera hendingarrík ár, sum Jan Christiansen hevur verið borgarstjóri í Havn. Samfelagið hevur stóran part av tíðini riðið á eini fíggjarligari góðari bylgju, og ikki minst Havnin hevur verið merkt av vøkstri og framgongd hesi seinnu árini.
? Tað er ein stór avbjóðing at koma inn av gøtuni og gerast stjóri fyri helst størsta arbeiðsplássinum í landinum, sum hevur eini 800 fólk á lønarlistanum. Harafturat skal tú eisini verða politiskur leiðari fyri eini meiriluta, sum hevur sett sær nógv mál. Tað hevur verið øgiliga áhugavert, men eisini strævið, sigur Jan Christiansen.
? Eg eri fegin um, at vit hava sett nógv í gongd, vit hava loyst trupulleikarnar við barnaansingini, vit hava verið lokomotivið í samanleggingini av kommunum, og vit hava lagt dent á at føra ein tilvitaðan fíggjarpolitikk, hóast vit ongantíð áður hava havt so nógv virksemi í Havnar kommunu sum hesi árini.
Jan Christiansen harmast tó um, at hann ikki kundi halda fram í fýra ár afturat.
? Eg hevði einki havt ímóti at verið borgarstjóri í fýra ár afturat, og eitt, sum er keðiligt við at fara frá nú, er, at tú sleppur ikki at heysta fruktirnar av tí, sum tú hevur sátt. Vit hava sett nógv ymiskt í gongd, sum eg fegin hevði viljað sloppið at gjørt liðugt, sigur hann.
Stór ábyrgd at umsita pengar hjá øðrum
Málini hjá einum borgarstjóra eru mong og sera fjølbroytt, onkur nøs hevur eisini verið givin hesi seinastu árini, men fram um alt annað heldur Jan Christiansen, at virðingin fyri borgarunum hevur størstan týdning.
? Størsta ábyrgdin við at vera borgarstjóri er, at tú verður settur at umsita pengar hjá øðrum. Tað er eitt sera stórt álit at fáa, og eg havi altíð havt í huga, at pengarnir hjá borgarunum skulu umsitast sum best, sigur Jan Christiansen.
Hóast hann nú fer frá at verða borgarstjóri til at vera ein vanligur býráðslimur í minniluta, so hevur hann ikki mist áhuga fyri politikki.
? Tá ið tú ert við í politikki, kanst tú ikki rokna við, at tú altíð skal sita á trúnuni. Við hvørt endar tú eisini í minniluta, og hóast tú ikki hevur somu ávirkan har, sum tá ið tú ert borgarstjóri, so ætli eg mær at arbeiða konstruktivt og royna at fáa ávirkan.
? Eg ætli mær ikki bara at sita og grenja um meirilutan, sum eg haldi, at minnilutin seinastu fýra árini hevur gjørt alt ov nógv av. Tá ið tú ert valdur í býráðið, hevur tú skyldu at gera títt besta fyri borgaran og tínar veljarar, sigur Jan Christiansen.
Aftur í gamla starvi
Tað fær ikki bara politiskar avleiðingar, tá ið meirilutin í einum býráði broytist, og nýggjur borgarstjóri skal fram at. Tað fær eisini persónligar avleiðingar fyri sjálvan borgarstjóran, tí hann missir sítt starv.
? Eg eri í teirri hepnu støðu, at eg var lærari, áðrenn eg gjørdist borgarstjóri, og mær dámdi sera væl tað starvið. Tá ið tú ert í almennum starvi, kanst tú fáa farloyvi, og tí bíðar eitt starv eftir mær nú, sigur Jan Christiansen, sum fer aftur at undirvísa á Sernámsdeplinum í Havn.
? Tað verður gott at koma aftur á gamla arbeiðsplássið og síggja teir gomlu starvsfelagarnar, so eg síggi eisini nakað positivt við støðuni, sum hon gjørdist.
? Tað er krevjandi starv at vera borgarstjóri, og tú hevur so at siga onga frítíð. Tí havi eg forsømt vinir og familjuna eitt sindur seinastu fýra árini, men nú fái eg betur tíð til tey aftur, og tað fegnist eg um, sigur Jan Christiansen.
Og gamlaárskvøld kann hann skjóta eitt nýtt ár inn, og samstundis siga farvæl til tey fýra sum borgarstjóri.
Og hvør veit, um hann ikki sjálvur futtar eina neyðrakett av í túninum í Hoyvík fríggjakvøldið.