Tónleikur í kirkjuni

Viðmerking til grein í Krung 22. desember 2004

Felagið fyri Kirkjuráðslimir
Edvin Joensen formaður
?????????????????

Súni Kristiansen, sum er urguleikari í Skála kirkju, hevði beint fyri jól áhugaverda grein um tónleik í kirkjuni í blaðnum Krung, ið KFUM í Havn gevur út. Greinin er umskrivað endurgivin í Sosialinum 29. desember.
Súni er fakmaður á økinum, hann er góður tónleikari við stórum innliti og drúgvum royndum. Eg eri ikki tónleikari og eri ikki førur fyri at viðgera tað tónlistarliga í greinini, men eg kundi hugsað mær, sum leikmaður í kirkjuni og ein, ið hevur fingist nakað við kirkjuligt arbeiði, at gjørt nakrar viðmerkingar til greinina.
Tú vísir á, at urgan er bert umleið 100 ára gomul í føroysku kirkjuni, og at einki skuldi verið í vegin fyri, at onnur ljóðføri í framtíðini skuldu avloyst hana. Eg dugi væl at fylgja argumentatiónini, men eg haldi ikki spurningurin er heilt so einfaldur. Urgan, eisini kallað drotningin millum ljóðføri, hevur í øldir leitt sálmasongin í kirkjunum úti í heimi, og kirkjuligir myndugleikar bæði her á landi og í grannalondum okkara hava miðvíst stuðla urgubygging til kirkjur. Uttan henda stuðul var hetta gamla handverk helst langt síðani farið í søguna. Eg haldi tó ikki, at urgan eigur at vera einasta ljóðføri, ið sleppur inn í kirkjuna. Í Christianskirkjuni plagar Klaksvíkar Hornorkestur at spæla til serlig høvi bæði sjálvstøðugt og saman við urguni, og hetta haldi eg vera sera hátíðarligt.
Undir yvirskriftini "At seta við" rør tú framundir, at summir urguleikarar sita so fastir á urguni, at yngri kreftir hava ilt við at sleppa framat. Eg býti merki í, at tú ikki nevnir kirkjuráðið í hesum sambandi. Kirkjuráðið er kirkjuligi myndug-leikin á staðnum, og tað setir kirkjutænarar. Tað er tí kirkjuráðið ein eigur at venda sær til, um ein kundi hugsað sær venjing á kirkjuurguni við tí fyri eyga at spæla til gudstænastu.
Á ársfundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir fyri nøkrum árum síðani kom spurningurin um nýggjar urguleikarar fram. So mong tóku orðið, at hetta gjørdist høvuðsevnið á fundinum tað árið. Tað var týðiligt, at hetta er ein trupulleiki, hjá stórum parti av limunum. Ein arbeiðsbólkur varð settur at kanna hvat gerast kann, og kom hann við eini tilráðing árið eftir. Mælt varð til at fáa samstarv við musikskúlan, har musikskúlalærarar kunnu undirvísa verandi urguleikarum og áhugaðum næmingum í kirkjuni og at kirkjan rindar luttøkugjaldið. Hetta hevur verið gjørt á nøkrum plássum, men ikki í tann mun ein hevði vónað.
Orsøkin til, at mælt varð til hesa mannagongd var, at tað einans er kirkjuráðið, ið kann nýta pening til hesa uppgávu. Tað merkir ikki, at peningur ikki er til. Ein og hvør sum hevur hug til at útbúgva seg til urguleikara kann venda sær til kirkjuráðið um hetta. Tað sama er galdandi fyri nótabókina, tú nevnir, tað er bara at biðja kirkjuráðið keypa hana, so gera tey tað. Eg kenni stóran part av kirkjuráðslimunum í landinum, eisini tykkara kirkjuráð, og eg veit at tey eru dugnafólk, ið fegin vilja samstarva.
Tá hesin háttur at útbúgva urguleikarar ikki hevur verið nøktandi, er orsøkin helst, at kirkjuráðini, afturat øllum tey annars sjálvboðin gera, ikki hava orku til at fara út at finna hesar komandi urguleikar-ar. Tað kundi tí verið eitt hugskot, at Felagið fyri Kirkjuráðslimir og Áhugafelagið fyri Urguleikarar komu saman fyri at finna út av, hvussu vit kunnu hjálpa í hesum máli.
Eg vil fegin takka tær Súni, fyri at tú reisir hesar spurningar. Sum J. Fr. Øregaard, sáli segði: "Tvey høvd eru altíð betri enn eitt..." Tað hevði helst verið rættari at spurningurin um urguleikarar var komin fram meira alment, so kirkjutænarar og kirkjufólk annars við áhuga kundu verið til at funnið eina loysn.
Gott nýggjár.