Góði omma og abba ?

Jólaheilsanir í útvarpinum hoyra føroyskum jólum til. Siðurin at senda jólaheilsanir í útvarpinum er ein mansaldur gamal, og einki bendir á, at tøknin hevur yvirhálað siðvenjuna Vit eru við, tá jólaheilsanir verða tiknar upp

Presturin legði í sínari prædiku dent á, at jólini eru nakað støðugt.
? Undrið, tá Jesus varð føddur, er nógv størri enn bert tann eina løtan. Undrið uppliva vit hvønn dag, segði Bergur Jacobsen millum annað í sínari prædiku.
2. sunnudag í advent er føroysk gudstænasta í Holme kirke í Viby. Byrjað verður føroyska tíð. Einar 15-20 minuttir eftir at tað er kunngjørt at skula byrja. Men hvat ger tað ein dag sum hendan. Vanligt er at byrja við einari gudstænastu. Bergur Jacobsen er komin úr Keypmannahavn at prædika fyri føroyingum í eystur Jútlandi. Jónhild Abrahamsen, úr Fuglafirði, sum hevur búð í økinum í nógv ár, leggur við sínum sangi ein serføroyskan dám á løtuna.
Og eftir gudstænastuna er jólafest. Tað er jólafest í orðsins rætta týdningi við nógvum børnum, sum hava tikið foreldrini við. Holme kirke sognegård kundi tað sama hendan 2. sunnudag í advent verið eitthvørt missiónshús í Føroyum. Her er yvirflóð av køkum. Tað fyrikemur mær, at fólk kunnu ikki annað enn at fáa hug eisini at senda eina jólaheilsan. Hýrurin á fólki er góður. Prátið snýr seg um jólini, børnini og um hesir nýggju prísirnir hjá DAT kunnu brúkast til nakað.
Hóast útisetar í stríðum streymi fylla flogfør til Føroya, so eru tað langt frá allir útisetar, sum leita sær til Føroya á jólum. Fleiri hava búð í Danmark so nógv ár og hava sína familju í Danmark. Tað fellur tá ikki so natúrligt at fara til Føroya. Onnur hava kanska ikki hug at nýta so nógvar pengar til flogferðaseðlarnar. Líkamikið hvør so orsøkin er, so eiga allir hesir nógvu útisetar familju og kenningar í Føroyum.
Hvønn skal eg heilsa?
Listin yvir fólk, sum skulu hava heilsan er langur. Hvør í sínum lagi sita fólk og skriva niður, hvør skal hava ein heilsan, tá tey sleppa framat. Og listin verður bara longri og longri, sohvørt fólkini fara at hugsa um, hvønn tey skulu minnast til at heilsa, og hvør nú hevur givið teimum hvat og hvønn sóu tey nú einaferð í summar?
? Kann mann hoyra meg, um eg teski honum í oyra, hvat hann skal siga. Eg vil ikki hava, at fólk hoyra meg, ljóðar tað frá nøkrum.
? Ger tað nakað, um eg sendi eina heilsu, sjálvt um eg fari heim til jóla, er eisini ein vanligur spurningur.
Hugagóði teknikarin, sum hevur sett nakrar tímar av hendan sunnudagin til at lurta at heilsanum, loyvir fólki at gera, sum tey vilja. Pláss er fyri øllum.
Hendan hugnaliga sunnudag í Århus virkar skipanin soleiðis, at fólk kunnu skriva seg upp á ein lista, sum hongur uppi. So fara tey eftir tørni inn til nýinnrættaða upptøkuhøli.
Tað er ikki so nógv av tilvild, at tey enda á listanum yvir fólk, sum skulu heilsa heim.
Ikki eru nakrar reglur fyri, hvussu leingi tú kanst tosa, ella hvat prátað kann vera um. Í einum lítlum hølum við síðuna av køkinum í sóknargarðinum í Holme kirke gongur tað fyri seg. Útgerðin er ikki tað nógva í vavi, men tað er útmerkað til at senda jólaheilsanir við.
Og tann rætti andin er eisini yvir løtuni, so skjótt vit á fyrsta sinni hoyra hetta var... nú kemur... úr rúminum við síðuna av køkinum.
Ein teknikari trýstir á knøttarnar, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk vilja hoyra, um tað ikki ljóðaði býtt, sum tey søgdu. Men so verður tað bara tikið upp umaftur.
Tað kann væl vera, at allar bendingarnar ikki sita, sum tær skulu, men tað ger minni. Tað týdningarmesta er jú at bera heilsanirnar fram. Tað kann heldur ikki vera so lætt hjá smáum børnum at minnast til øll fólkini í Føroyum, sum mamman ella pápin vilja hava tey at heilsa.
Ein serligan týdning
Dagarnir tá jólaheilsanir tøkniliga vóru nakað serstakt eru langt síðani taldir.
Sum presturin tók til í sínari prædiku, so hevur einki ættarlið undan hesum upplivað, at tað henda so nógvar broytingar, og tøkniligu betringarnar eru øgiligar mestsum dag um dag.
Ì dag liggur ræðið fyri at tosa umvegis internetið fyri sera lagaligan kostnað, og omman og abbin í Føroyum hava ongantíð ferðast so ofta, sum tey gera í løtuni.
Hví so senda jólaheilsanir í útvarpinum?
Flestu svørini, vit fáa, eru, at tað er nakað serligt. Nú hevur tann ella tann verið vanur við í so mong ár at pynta jólatræið og lurta eftir jólaheilsanum, og tað hevði verið illa dámt, um tað einki var at lurta eftir í ár. Og so er tað eisini nakað serligt og hugnaligt yvir tí at senda jólaheilsanir.
Áhugin fyri at senda jólaheilsanir í Århus í ár er nógv mink-aður, men spurningur er, um tað ikki meira skyldast, at tað hevur ligið illa fyri hjá fólki at komið ella kunningin ikki hevur verið nóg góð. Hetta er ikki tann ringasti mátin at nýta dagin - da de dovne får travlt - til.
Tað er tó eingin ivi millum fólkini, ið dúgliga skrivað navn eftir navn og pappírið fyri at fáa øll við, at tað er óføra gott at sleppa framat
Bara stuttligt
Fyriskiparnir av jólahaldinum í Holme kirke eru hjúnini Bárður og Laila Kass Nielsen. Tey búgva ikki langt burturi í sunnara partinum av Århus, í Viby. Vanliga taka tey sær av sunnudagsskúlanum fyri føroyskum børnum í føroyingafelagnum í Århus.
Seinastu trý árini hava tey eisini fyriskipað jólafestina og harvið staðið fyri at fáa jólaheilsanirnar frá føroyingum í Århus økinum til Føroya.
? Vil velja at gera hetta, tí vit halda tað vera stuttligt. Tá ið vit eisini hava sunnudagsskúla, er tað rættiliga nærliggjandi at skipa fyri jólahaldinum, sigur Bárður Kass Nielsen, sum hendan dagin reikar aftur og fram í besta sunnudagsuniformi fyri at øll skulu hava nokk av øllum.
Sjálv eru Bárður og Laila virkin í Føroysku fólkakirkjuni, men tey halda so avgjørt ikki, at tiltakið avmarkar seg til nakra ávísar samkomur.
? Tað vísir seg, at tá fólk koma úr Føroyum, so merkir tú ikki so væl til uppbýtingina millum samkomur, sigur Bárður Kass Nielsen.
Hann letur so avgjørt ikki illa at stríðinum, og tey bæði ætla eisini at standa fyri tiltakinum komandi ár. Tað trýtur tíðanverri upp á føroyskar urguleikarar í økinum, og tískil fer tann danski urguleikarin við størsta pettinum av fíggajarætlanini.
? Tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki at fáa fólk at baka og hjálpa til tann dagin, tá jólahaldið og gudstænasta eru. Restina av fyrireikingunum taka vit okkum av, sigur Bárður Kass Nielsen.
At senda jólaheilsanir er einki nýtt fyribrigdi, og tiltakið í Holme kirke hevur verið fyri-skipað á líknandi hátt í øllum førum í tíggju ár. Seinnu árini er tað vorðið fyriskipað í alsamt størri samstarvið við Føroyingafelagið, og nú er tiltakið at rokna sum partur av virkseminum hjá føroyingafelagnum í Århus.
Í ár var áhugin fyri tiltakinum og jólaheilsanum eitt sindur minni í mun til undanfarin ár. Kortini vóru eini áttati fólk komin saman. Fyrireikarnir eru tó væl nøgdir, men eru eitt sindur kedd um, at tað ikki eydnaðist jólamanninum at sleppa av við allar sínar pakkar.
Byrjaði í tretivunum
Søgan um føroyskar jólaheilsanir gongur nógv longur enn tíggju ár aftur í tíðina. Vit skulu leita ein heilan mansaldur aftur í tíðina, til tretivuni, fyri at finna tær fyrstu føroysku jólaheilsarnar í Útvarpi.
Jógvan Arge, programleiðari í Ùtvarpi Føroya, sigur, at Danmarks Radio sendi føroyskar jólaheilsanir á Kalundborg lang-bylgju frá tretivunum og til einaferð í sekstiárunum.
- Tá var eitt føroyskt útvarp komið, og tískil helt Danmarks Radio ikki, at tað var nøkur orsøk til at halda fram við at senda jólaheilsanir. Síðani hevur Útvarp Føroya sent jólaheilsanir á hvørjum ári.
Av fyrstan tíð var tað øgiliga væl umtókt at senda heilsanir, men áhugin var nógv minkaður í áttati- og nítiárunum, men tá fólk í hópatali fluttu av landinum orsakaðu av kreppuni miðskeiðis í hálvfemsunum, so vaks talið av jólaheilsanum rættiliga nógv.
Í skrivandi stund veit Útvarp Føroya ikki at siga, hvussu nógvar heilsarnar vera í ár, men tað verður mett til at røkka til tríggjar kvøldsendingar.
Hvør er orsøkin, at Útvarp Føroya heldur fram við at senda hesar góðu jólaheilsanir?
? Tað er tí, at fólki dámar at senda heilsanir, og vit hava eisini fingið greiðar ábendingar um, at hetta er nakað, sum fólki dámar at lurta eftir, sigur Jógvan Arge.
Ársins jólaheilsanir úr Århus verða at hoyra í Útvarpi føroya ein av síðstu døgunum undan jólum. Útvarpið byrjar eftir ætlan 20. ella 21. at senda jólaheilsanir frá føroyingum úr flest øllum heimsins hornum, og tær síðstu heilsanirnar verða sendar tollaksmessukvøld.