Jógvan Fríðriksson, prestur, harmast um, at tað í dag tykist sum um at sorg er nakað, sum á ein ella annan hátt bara skal skundast í gjøgnum. Tað ræður um at fáa fólkini í gjøgnum hana sum skjótast, so lívið kann halda fram. Men hetta ber, sambært presti, als ikki til.
? Sorgin er ikki ein ítøkiligur lutur sum til dømis gips. Um tú brýtur beinið, so fært tú hjálp, verður gipsaður og einar seks vikur seinni parkerar tú gipsið, ella koyrir tað í skrell. Men soleiðis er ikki við sorgini, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann greiðir frá, at tá man hevur livað saman við sínum børnum, hjúnarfelaga ella øðrum í eina tíð, so er tað talan um eitt tíðarskeið, sum ein ikki bara kann seta í klombrur.
? Tey mugu læra seg at liva við sorgini, og tað krevur sína tíð. Tað ber ikki til at gera by-pass upp á sorgina. Tað kann gerast við ein blóðtøpp, men sorgina slepst ikki rundanum, sigur Jógvan Fríðriksson og leggur dent á, at menniskju mugu bera sorgina ígjøgnum lívið ella læra seg at liva við henni.
Ósikkurheit
Tað er ofta sagt, av fólki, sum hava mist, at eitt tað fyrsta tey uppliva er, at teirra nærmasta umhvørvi brádliga ikki dugir at tosa við tey. Fólk, ið tey vanliga hava tosað við, tá tey hava hitt tey á gøtuni, gera sær brádliga ómak fyri ikki at hitta tey, og á hendan hátt sleppa sær undan at tosa við tey. Hetta siga mong, hevur sært tey nógv, og tey hava torført við at skilja slíkan atburð.
Jógvan Fríðriksson heldur, at slíkt er eitt greitt tekin um ósikkurheit. Tey, ið missa, verða beinleiðis rakt av sorgini, meðan tey sum eru rundan um, verða rakt av samkenslu. Hesi bæði eru hvør sítt, men tað eru djúpar kenslur, sum fólk mugu takla og fyrihalda seg til.
Men hann heldur kortini, at í Føroyum er siðurin við jarðarferðum eitt tekin um, at fólk fegin vilja vísa teirra samkenslu. Jógvan vísir á, at tað ikki er óvanligt at eini 3-400 fólk eru til jarðarferðir í Føroyum, og tá talan er um ung fólk, ið hava latið lív, so kann talið skjótt fara upp um tey túsund. Fólk fara til jarðarferðina fyri at vísa teirra samkenslu og at kondolera, men kortini er ósikkurheitin har, tá tey so hitta tey avvarðandi á gøtuni aftur eina tíð seinni. Hetta heldur prestur kemur av, at menniskju hava gloymt at pleyga kenslurnar, og tískil duga vit ikki at møta fólkum, har tilveran er rakt av sorg.
? Eg haldi, at deyði og sorg eru tilverunnar kor, men vit menniskju hava eina ella aðra ide um, at lívið bara skal ganga framá, og tískil hava vit lyndi til at stoyta sorg og deyða og umstøðurnar harum frá okkum, heldur prestur fyri.
Tvørfakligur depil
Jógvan Fríðriksson, prestur, legði einaferð eitt uppskot fram um at seta ein tvørfakligan sorgardepil á stovn. Við hesum sær hann fyri sær ein stovn, har ein leiðari er tilknýttur, men annars verða hjálparfólk tilkallað, tá tørvur er fyri tí.
Á hendan hátt heldur Jógvan, at tað hevði verið betri møguleiki fyri, at øll fingu ta røttu hjálpina, vegleiðingina ella viðgerðina.
? Sorgin er individuell og líka ymisk sum menniskjuni sjálvi, og tískil kann ein persónur fáa nógv burtur úr av at tosa við ein prest, meðan ein annar als onki fær burtur úr tí, vísir prestur á og leggur afturat, at tað finst ongin uppskrift fyri, hvussu viðgerð ella hjálp fyri syrgjandi skal fremjast.
Hann heldur, at við einum sorgarmiðdepli høvdu øll møgulig fólk kunna veitt teimum, ið eru rakt av sorg, hjálp. Og her hugsar hann ikki bara um professionell fólk. Jógvan veit nevnliga um fleiri dømi, har eitt nú lærari, systkin ella vinfólk hava víst seg at verið nógv størri hjálp hjá einum syrgjandi enn til dømis prestur ella sálarfrøðingur.
? Á einum tílíkum depli hevði ein leiðari, sum varð uppringdur av einum syrgjandi, kunnað spurt viðkomandi, hvønn hann helst vildi tosað við. So hevði tað kanska verið størri møguleiki fyri, at tann syrgjandi beinanvegin fekk ta hjálpina, sum honum tørvar, heldur Jógvan Fríðriksson, sum tó leggur stóran dent á, at tann hjálpin, sum verður veitt í dag, er góð, men hann er sannførdur um, at hon kundi verðið nógv betri.
Óheppin gongd
Jógvan Fríðriksson sigur, at tað er eitt stórt minus við allari sálarhjálp í Føroyum. Líkamikið um tað er frá kirkju, samkomu, sálarfrøðingum ella øðrum.
? Tað er sera harmiligt og óheppið, at vit sum veita hesa hjálp samstundis vilja marknaðarføra okkara egna yrki, sigur Jógvan Fríðriksson
Hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at tey, ið veita sálarbót bara eru til fyri at hjálpa og ikki fyri at verða breyðfødd av tí. Millum annað hetta ger, at prestur heldur, at tað væl kann vera, at ein sjúkrasystur ella onkur annar hevur nógv meira at geva enn prestur ella sálarfrøðingur.
Prestur endurgevur ein týskan gudfrøðing, sum æt Dietrich Bonhoeffer. Hesin sat sum fangi undir seinna veraldarbardaga. Hann skrivaði nógv, meðan hann sat fangi, og millum annað skrivaði hann, at tað er onki, sum kann koma í staðin fyri eitt mist menniskja. Tað ræður um at halda missin og saknin út. Og at ganga runt og halda, at Várharra fyllir tað tómrúmið út, er ikki rætt. Bonhoeffer sá tómrúmið sum eitt rúm, har kenslurnar, minnini og saknurin vóru, og tí helt hann, at Gud ger alt, hvat hann kann fyri at halda tómrúmið har, so at minnini og gleðin um tann mista verða varðveitt sum longst.
? Tað er altíð torført at missa. Óansæð umstøðurnar, so eru tað djúpu kenslurnar sum sorg, saknur og samkensla, sum stýra øllum. Tá haldi eg, at tað hevði verið best við einum sorgarmiðdepli, har hjálpin kann vera so breið, sum tilber, sigur Jógvan Fríðriksson at enda.









