nógvar royndir við gróðuri, so kann tað undra hana, at okkurt sum veksur væl aðrastaðni, ikki veksur so væl í Gundadali, og at okkurt annað, sum veksur væl í Gundadali, ikki veksur so væl aðrastaðni. Hon heldur [...] bløð á gólvinum. Bara sólin sendir nakrar geislar, so er tað heitt í vakstrarhúsinum, sjálvt um tað er kavi uttanfyri. Her veksur tað, sum ikki veksur úti, tað eru eitt nú rósur, og so peikar Sólrun á eina [...] er eitt øgiligt stríð at røkja urtagarðin. Men fyri meg er tað ein sonn fragd. Hetta er tað, sum eg tími ordiliga væl og so leingi, sum eg orki, er hetta sálarbót, tí tá eg arbeiði í urtagarðinum, eru
Tað er bara ein støddaravmarking fyri bátar í bólki 5, teir skulu vera undir 15 tons. Men er til dømis nøkur meining í, at regulera ein 40 fóts deksbát, sum rør út við línu, og ein 30 fóts bát, sum bara [...] tað at vera nóg mikið at lata eina váttan við trú og heiður um, at ein livir av útróðri og lýkur treytirnar fyri hjáinntøku. Vísa upplýsingarnar seg so kortini at vera skeivar, fellur hamarin, eins og hann [...] tveir dagar við snellu telja sum ein við línu, men kortini er veiðitrýstið bestemt ikki býtt í sama lufalli. 40 fóts deksbáturin kann seta og draga næstan líka nógva línu sum ein størri línubátur og fær roynt
hevur vakt, kann skal vera til reiðar innanfyri eina hálvan tíma, tá ið boð eru eftir honum. Tað merkir, at hann kann ikki fara á fjall og hann kann ikki fara á flot. Hann kann heldur ikki hann fara at ferðast [...] Tað er ein skipan, sum bøndur hava fingið ígjøgnum so at seyður og neyt kunnu fáa djóralæknahjálp eftir vanliga arbeiðstíð. Eisini apotekarar hava eina vaktarskipan. - Hetta eru vaktarskipanir, sum vit hava [...] tað einasta, sum Magistarafelagið hevur biðið um, er, at djórlæknarnir, sum skulu ganga í vakt í sambandi við fiskasjúkur og fuglakrím, o.s.fr., fáa eina vaktarskipan sum líkist skipanini, sum apotekarir
familju, tí ringt kann vera at venda døgninum aftur, sigur Kim, sum eisini er úti í spæliørindum so gott sum hvørt vikuskifti fríggjakvøld og leygarkvøld. ? Men ofta er spurningurin, um ein tímur og vil sova [...] eind, uttan at gerast ov myrkt, sigur Kim. Og tá ein hugsar um allar ræðufilmarnar, sum neyvan høvdu verið tað sama uttan eyðkendu ræðutónarnar, so kann ein kanska seta seg inn í hugaheimin og trupulleikarnar [...] er spennandi og áhugavert. Ein kemur á eitt annað støði í tónleikaheiminum, enn tá ein er úti og spælir. Ein hevur meira tamarhald, og oftast hevur ein leysar teymar og kann royna ymiskt. Men nógvir pengar
nógv fólk komu á vitjan, tí tað er so gott at vita, at tað eru so nógv fólk, sum hugsa um ein, tá mann ikki hevur tað so gott. - Men fyri børnini var tað ikki altíð so stuttligt við øllum hesum fólkunum [...] heima. - So fyri Hendrik gjørdist tað ein stórur saknur. Hann gjørdist eisini bangin fyri at missa meg, so hann vildi alla tíðina vera hjá mær. Og skuldi nakar hjálpa honum, var tað bara mamma, sum skuldi [...] Tey vóru jú so smá, so eg ivist í, hvat tey høvdu fingið burtur úr, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Ringasta løtan Soleiðis endaði so 12. apríl, og hon hevði ongantíð havt tað so ringt sum tá. - Eg gloymi
matin frá A-Z, so var úrvalið hjá David sera avmarkað. Hann keypti bert ein kopp av kaffi. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at vera jødi, tá ið tað kemur til mat. Til dømis er alt, sum er av grísi [...] gentu, og so má metast frá tí. Følir man, at hetta er ein møguleiki verdur at royna, so kann avtala gerast at møtast aftur. Um tað ikki spyrst nakað burturúr, hendur ikki meira. Tá er tað einki, sum eitur [...] bannað at gera nakað sum helst arbeiði. Ikki so frægt sum at tendra eina kontakt er loyvt. Tað var eitt heilt serligt upplivilsi hjá mær at vera millum allar hesar jødarnar í synagoguni. Bara menn vóru inni
Argir, har sum tú altíð var og onkutíð prátaði við meg. Hví skuldi alt enda so? Hví alt? Tað er hjá mær so syrgið og kalt. Tað fer ikki ein dagur framvið her, uttan eg hugsi: “Verð hjá mær, bara verð!”. Onkuntíð [...] meg. Hóast eg ikki hoyri teg, so hoyri eg røddina tosa við meg. Hóast eg ikki kann nerta við teg, so merki eg hitan frá tær, tá tú klemmar meg. Hóast eg ikki kann lukta teg, so lukti eg luktilsið, tá tú “gongur” [...] vildi ynskt, at tú var her hjá mær nú, so kundu vit sitið og práta. Bara eg og tú. Vit kundu spunnið hár, sum tú ætlaði at læra meg at gera, men tað má bara har við vera. Nú vil eg ynskja tær eini friðarlig
farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er eitt gott flogsamband - og eitt gott flogsamband vil so aftur medvirka til enn størri samstarv. Tað kann bert vera rætt, at [...] fyr at standa saman í einum og øllum - so tykist í dag at vera breið semja um, at okkum tørvar at vera meira sjálvbjargin og at leiðin er størri sjálvstýri. Ein partur av sjálvbjargnis- og sjálvstýris [...] tvingar okkum til ikki at stuðla vinnu, sum skal kappast á ES-marknaðinum, um somu tíð sum teirra egnu vinnur fáa stuðul kortini. Tí ræður um ikki at síggja hetta sum bara svart ella hvítt - antin ella. Kappingin
30-unum. Man kann ikki fara og bakka bara tí moralurin er farin niður. Mørk munnu vera. Men kann porno ikki vera eggjandi fyri fólk? ? Jú, kanska. ? Er tað ikki gott? ? Gott? Tað veit eg ikki. Kann eitt pornoblað [...] Porno eisini gott Napoleon Hansen, Kioskin við Toftagjógv á Toftum: ? Pornobløð eru so ymisk. Eitt blað sum Rapport kann sum einki seljast. Men nógv annað er ov óveruligt og andstyggiligt. ? Eg haldi, at [...] vænti, at man kundi selt nokk so fitt av teimum. Tað ávirkar ikki moralin hjá fólki, bara smábørn verða hildin burtur frá tí, so er í lagi. ? Vit eiga at minnast til, at nógv, sum verður sent í sjónvarpi er
er ikki tann besta. Ein triða orsøk kann vera, at samskiparin, sjálvur løgmaður, tekur ikki um endan beinanvegin, tá trupulleikar, ivamál ella bara sakleys mál taka seg upp. Og ein fjórða orsøk er kanska [...] Oyragjógv, samstundis sum nýtt skip - kanska ein tvíkilja - skal sigla ferðafólkini millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Eitt luksusproblem, vil onkur kanska skýra hetta tiltak. Ikki dømi um ein langtíðarpolitikk [...] misálit eigur at verða reist á landsstýriskvinnuna. - Partafelagið Vágatunnil kann bjóða verkætlanina út hvønn dag tað skal vera, men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur higartil sagt korta nei til avgerðina